Ritgerðir
Føroyadeildin tekur eisini ímóti ritgerðum á kandidat-, master- ella ph.d.støði, um ritgerðin er skrivað av føroyingi ella er um føroysk viðurskifti. Ritgerðin verður skrásett og goymd talgild á Landsbókasavninum og kann leitast fram á leitisíðuni www.bokasavn.fo . Um tað einans ber til at lata ritgerðina í pappírsútgávu, ber eisini væl til at lata okkum ritgerðina, tó skal loyvi gevast til at onnur kunnu síggja ritgerðina.
Lat okkum tína ritgerð sum pdf-fílu við at fylla hetta skjalið út, og senda tað, saman við ritgerðini til utlan@landsbokasavnid.fo. Eisini ber til at koma á Landsbókasavnið við skjalinum og ritgerðini.
Ritgerðir verða bert latnar Landsbókasavninum við vælvild frá høvundunum, tískil hava vit heldur ikki allar ritgerðir, ið eru skrivaðar í Føroyum ella av føroyingum.