Vit vilja fegin, at bókasavnið, tilfarið á hillunum og atgongdin til grunnar verður brúkt so nógv sum gjørligt.

Tú hevur ókeypis atgongd til óteljandi greinir um øll hugsandi evnir. Tað ræður bara um at finna tað!

Vit bjóða lesandi, granskarum og undirvísarum framløgur og venjing at brúka grunnar við tíðarritum.

Vit vísa eisini fegin runt á bókasavninum og greiða frá, hvussu bøkurnar eru skipaðar, og hvussu tú finnur bøkur um ávís evnir ella eftir ávísar rithøvundar. Tað kann t.d. vera miðnámsskúlar ella nýggj lesandi á Setrinum, sum vilja fáa eina rundvísing og eina yvirskipaða framløgu um bokasavn.fo og aðrar grunnar.

Til lesandi á Setrinum hava vit haraftrat avtalur við undirvísarar, um at koma út í undirvísingarhølini at hava framløgur um leiting í viðkomandi grunnum.