Ritgerðir hjá øðrum lesandi er góður íblástur

Í bókasavnsgrunninum finnur tú ritgerðir, sum onnur lesandi hava skrivað. Tað kann geva tær íblástur, tá tú skalt velja tær evni at skriva um. Eisini eru teirra keldulistar áhugaverdir fyri teg, tá tú skalt finna tilfar til tína ritgerð. 

Her er beinleiðis leinki til eina leiting í grunninum eftir ritgerðum: HER 
Í leititeiginum kanst tú leggja tíni egnu leitiorð aftrat, td.: ritgerðir og føroyar

Í PURE, sum m.a. miðjar móti at savna alla føroyska gransking á einum palli, eru eisini ritgerðir frá lesandi. Har ber eisini til at finna góðan íblástur til tína ritgerð. Leinki er HER

Ritgerðir hjá lesandi í samfelagsvísindum - m.a. á SSD 
Lesandi hava fyrr fingið gleði og íblástur av ritgerðum, sum hava ligið á heimasíðuni hjá felagnum SamFelagið. Síðan er tíverri ikki virkin í løtuni. Men við vælvild og loyvi frá rithøvundunum hava vit flutt so at siga allar hesar rigerðirnar yvir á bokasavn.fo. Sí leinki til ritgerðir omanfyri.