Netsavnið
Netsavnið
Føroyska netsavnið verður frá 2024 heintað inn og varðveitt í samstarv við Internet Archive, og kann síggjast á netsavn.fo Atgongd til síðuna netsavn.fo er á Landsbókasavninum. Tó hava øll atgongd til síðuna hjá Internet Archive: https://web.archive.org/
Frá 2016-2024 eru síðurnar blivnar innheintaðar í Føroyska netsavninum, men arbeitt verður við at fáa tilfarið í nýggja netsavnið (Netsavn.fo), saman við tilfarinum ið longu er heintað inn umvegis Internet Archive. Munurin verður tá, at á Internet Archive síggjast tær síður, ið IA longu hevur savnað inn, meðan á Netsavn.fo verður tað, ið Internet Archive longu hevur savnað inn, leitbart saman við tilfarinum úr Føroyska netsavninum (2016-2024).
Vit savna bert almennar heimasíður, við økisnavninum .fo Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar.
Í Internet archive verður wayback machine brúkt, har til ber at leita eftir einari síðu og síðani blaða aftur til fyrstu ferð síðan bleiv arkiverað hjá Internet Archive. Dømi um hvussu heimasíðan hjá Landsbókasavninum í 1990'unum sá út, sæst her: https://web.archive.org/web/19981202051144/www.sleipnir.fo/flb/flbheim.htm
Ein av fyrstu høvuðssíðunum hjá Landsbókasavninum. Myndin er úr: Ársfrágreiðing - Landsbókasavnið (1995), s. 37