Í nýggju bókasavnslógini frá 1. januar 2024 skal Landstýrismaðurin sambært Kapittul 2, § 4 í bókasavnslógini skipa eitt bókasavnsráð at ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum.

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu bókasavnsráðið verður skipað.

Hesir 7 limir eru tilnevndir til bókasavnsráðið komandi 4 ára skeiðið 2026-2029

Martin Næs, umboð fyri Rithøvundafelagið er formaður

Annfríð Jørgensen, Bókavarðafelagið

Vónbjørt Vang, Føroysku bókasøvnini

Johan Ísak Suni Hansen, Fróðskaparsetrið

Sigurd Nordendal, Miðnám

Thordis Dahl Hansen, Skúlabókasaøvnini

Ása Olsen, Megd

 

Uppgávan hjá bókasavnsráðnum er

1.      at ráðgeva landstýrisfólkinum í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum við tí fyri eyga at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.

2.      at viðgera og kunna um bókasavnspolitikk og bókasavnsfaklig rák og gera tilmæli um menning av føroysku bókasøvnunum, og

3.      at fáa til vega vitan og hagtøl um føroyska bókasavnskervið og fylgja við altjóða gongdini á bókasavnsøkinum, so at henda vitan kann verða tikin við sum graundarlag fyri tilmælum um menning og samskipan av bókasavnsøkinum.

Landsbókasavnið hevur skrivstovuhaldið fyri bókasavnsráðið ið hevur í minsta lagið 2 fundir árliga,