Ljóðbókatænastan

Ljóðbókatænastan
Ljóðbókatænastan skal útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal Ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.
Málið við Ljóðbókatænastuni er at tryggja almenninginum, men fyrst og fremst teimum, sum hava serligan tørv, atgongd til so nógv sum gjørligt av tí lesitilfari, sum kemur út á føroyskum, eisini á øðrum miðlum enn prenti. Dentur verður lagdur á, at útgávurnar bókmentaliga, málsliga og tøkniliga hava bestu góðsku.
Arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni fer fram í samstarvi við ráðgevandi nevnd við umboðum fyri brúkarar, avvarðandi feløg og bókasøvn.
Í ráðgevandi nevndini eru:
- Nám
- Føroya Blindafelag
- Sjóndepilin
- Landsbókasavnið
- Býarbókasavnið
- Felagið fyri Lesi- og skriviveik
- Orðblindalærarafelagið
Fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna er Elin Brimheim Heinesen, elinh(at)landsbokasavnid.fo, tlf. 790527.

Ljóðbókatænastan heldur til í J.C. Svabos gøtu 17 - í veghæddini í stóra hvíta húsinum yvirav Landsbókasavninum.

Tíðindi frá Ljóðbókatænastuni:
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2024
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2023
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2022
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2021
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2020
Fyrilestur og framløga av ljóðbókini ”Tá ið einglar spæla Mozart”
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2018-2019
Nú eru føroyskar ljóðbøkur endiliga komnar á netið
Hevur tú lánarakort antin frá Landsbókasavninum (herímillum bókasøvnunum kring landið) ella frá Býarbókasavninum, so er lagamanni at fara á eReolen.dk at finna føroyskar ljóðbøkur at lurta eftir.
Á hesari síðuni finnur tú vegleiðing í, hvussu tú gert - undir yvirskriftini "eReolen":
https://landsbokasavnid.fo/e-bokasavn
Nýggja bókasavnslógin, sum kom í gildi 1. januar 2024, ger, at tað nú ber til, at katalogið av meira enn 500 føroyskum ljóðbókum, sum Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt, kann leggjast út alment á talgildar pallar, so sum t.d. eReolen.dk.
Men tað er ikki Ljóðbókatænastan, sum ger hetta. Akkurát sum í Danmark eru tað forløgini sjálvi, ið skulu leggja sínar ljóðbøkur út á netið. Tað nýggja er, at lógin loyvir nú Ljóðbókatænastuni á Landsbókasavninum at útflýggja ljóðfílur til forløgini við ljóðbókum, framleiddar í Ljóðbókatænastuni burtur úr bókum hjá forløgunum – tó einans ljóðbøkur, sum forløgini hava tryggjað sær skrivlig rættindi til at almannakunngera á netinum. Ljóðfílurnar verða útflýggjaðar móti, at forløgini lata helvtina av klikkgjaldinum fyri útlán, inntil ljóðbókaframleiðslan er dekkað, tó hægst í 10 ár.
Landsbókasavnið skipaði fyri verkstovu í december 2023, har forløgini og umboð luttóku frá DDF (Det Digitale Folkebibliotek, sum eigur eReolen) og Publizon (fyritøkan, sum hevur ment og rekur eReolen-skipanina). Á skeiðnum fekst at vita, hvussu eReolen-pallurin er uppbygdur. Forløgini fingu eisini vegleiðing í, hvussu tilfar verður lagt út á pallin.
So nú kunnu forløgini endiliga rekvirera ljóðfílurnar frá okkum, sum tey hava tryggjað sær loyvi frá upphavsrættindahavarum til at leggja út, soleiðis at tey kunnu leggja teirra ljóðbøkur á eReolen.
Nógv smærri forløg hava enn ikki nátt at rekvirera ljóðfílur og at leggja sínar ljóðbøkur út enn, men tey stóru forløgini, so sum Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava givið nógv flest bøkur út, eru væl við.
Vit í Ljóðbókatænastuni eru eisini enn í holt við at konvertera tær allarsíðstu ljóðfílurnar, sum forløgini ynskja at fáa útflýggjaðar, til tey format, sum eReolen krevur, at tær hava. Lidnu ljóðfílurnar vera síðani útflýggjaðar so hvørt til forløgini at leggja út á eReolen.
Vit vóna, at so nógv forløg sum gjørligt sum skjótast fara at leggja teirra ljóðbøkur út á eReolen.
Hevur onkur aðrar spurningar hesum viðvíkjandi, vinaliga skriva til elinh(at)landsbokasavnid.fo.