Tíðindi
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2024
Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bókasavnslógina dagførda, ið m.a. forðaði fyri, at tær yvir 500 ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt til fólk við lesitarni, kundu almannakunngerast á netinum.
Framleiðsla
Ljóðbókatænastan hevur givið 20 ljóðbøkur út í 2024.
Av teim 20 ljóðbókunum eru:
· 3 ljóðbøkur til børn og ung
· 6 ljóðbøkur eru innan fagrar bókmentir
· 10 ljóðbøkur eru skúlabøkur
· 1 ljóðbók er innan yrkisbókmentir
Til ber at fara inn á http://lbs.fo at síggja kunning um allar ljóðbøkurnar, sum til ber at læna á fløgum á Landsbókasavninum og á øðrum bókasøvnum eisini.
Niðanfyri er ein nágreiniligur listi við teim 20 ljóðbókunum, framleiddar í 2024:
Ljóðbøkur til børn og ung:
- "Loynigentan" eftir Tórunn Karina Henriksen. Lesari: Barbara Christophersen
- "Feigdarfræ" eftir Elin Michelsen. Lesari: Barbara í Stórustovu
- "Agnas Silja" eftir Maria Gripe. Lesari: Beinta Clothier
Ljóðbøkur innan fagrar bókmentir:
- "Psykosudrotningin sigur frá" eftir Anna Malan Jógvansdóttir. Lesari: Beinta Clothier.
- "Hvíldarheimið" eftir Jógvan Isaksen. Lesari: Kári Øster
- "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum" eftir Kim Simonsen. Lesari: Kim Simonsen. Tónleikur: Heðin Ziska Davidsen (Yrkingasavn)
- "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang. Lesari: Vónbjørt Vang (Yrkingasavn)
- "Eg hvessi mær knívin, eg komi heim," eftir Nansý Sunadóttir (Yrkingsavn)
- "Lygn" eftir Eyðun Klakstein. Lesari: Jákup Sørensen
Skúlabøkur:
- "Dropar 8" eftir Annelisa Rasmussen, Lív I Magnussen – skúlabók til undirvísing í føroyskum. Sjey ymiskir lesarar.
- "Støddfrøði 8" eftir Grete Normann Tofteberg, Janneke Tangen, Ingvill Merete Stedøy, Bjørnar Alseth - skúlabók til undirvísing í støddfrøði. Lesari: Fríðbjørg Hammer.
- "Gaia 6 - Grundbók" eftir Ingrid Spilde, Arnfinn Christensen, Sólgerð Andreassen – skúlabók til undirvísing í landalæru. Lesari: Fríðbjørg Hammer.
- “Gaia 6 - Arbeiðsbók" eftir Ingrid Spilde, Arnfinn Christensen, Sólgerð Andreassen – skúlabók til undirvísing í landalæru. Lesari: Fríðbjørg Hammer.
- "Ferð á føroyskt" eftir Verena Balyos, Silke Donath, Eva Neustadt, Kerstin Reinke. Seks ymiskir lesarar.
- “Hey! Á ferð í Føroyum”eftir Lydiu Didriksen – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Elin Brimheim Heinesen. Lesari: Bárður Háberg, Ann Elisabeth Iversen
- “Hey! Høgtíðir og merkisdagar” eftir Birgit Arge – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Ann Elisabeth Iversen.
- "Hey! Matur og mentan" eftir Lydiu Didriksen – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Ann Elisabeth Iversen.
- "Hey! Føroyar - land og fólk" eftir Lydia Didriksen – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Ann Elisabeth Iversen.
- "Hervør, Høgni og hini" eftir John Næs Berg, Rannveig Hovgaard. Lesarar: Ann Elisabeth Iversen, Bárður Háberg
Ljóðbøkur innan yrkisbókmentir:
- ""Málráð" eftir Marjun Arge Simonsen. Lesari: Lív Arge Simonsen
Arbeiðið við ljóðbókum
Ljóðbókatænastan hevur framleitt 20 ljóðbøkur í ár.
Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bókasavnslógina dagførda, ið m.a. forðaði fyri, at tær yvir 500 ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt til fólk við lesitarni, kundu almannakunngerast á netinum. Har ímillum eydnaðist eisini at fáa greiða semju um, hvørjar treytir skuldu galda fyri talgilda útbreiðslu av e- og ljóðbókum, soleiðis at rættindini hjá øllum rættindahavarum eru tryggjað.
Nýggja bókasavnslógin kom í gildi 1. januar 2024 og hevur nú gjørt tað møguligt, at allar ljóðbøkur, sum Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt og fer at framleiða, kunnu koma á netið. Lógin loyvir tænastuni at útflýggja ljóðfílur til forløgini við ljóðbókum, framleiddar burtur úr bókum hjá forløgunum, sum tey síðani sjálvi leggja út alment á talgildar pallar, so sum t.d. á eReolen.dk, júst sum forløg í Danmark leggja sínar ljóðbøkur út á netið. Ljóðfílurnar verða tó bert útflýggjaðar av Ljóðbókatænastuni, um forløgini hava tryggjað sær skrivlig rættindi til at almannakunngera tær á netinum, og móti at forløgini lata helvtina av klikkgjaldinum fyri útlán (hvørt lán útloysir eina peningaupphædd til forløgini), inntil ljóðbókaframleiðslan er dekkað, tó hægst í 10 ár.
Longu fyrsta mánaðin í 2024 lógu um 160 føroyskar ljóðbøkur á eReolen, flestar frá Sprotanum, men síðani er nógvar komnar aftrat. Forløgini (sum enn eru til) hava øll fingið listar frá Ljóðbókatænastuni við ljóðbókum, framleiddar burtur úr teirra prentaðu bókum, men tað hevur gingið striltið at fáa tey smærru forløgini til at venda aftur at rekvirera teirra ljóðfílur, og at átaka sær ábyrgdina at tryggja sær rættindi til at kunna leggja sínar ljóðbøkur út á netið. Tó skal sigast, at tað hevur gingið væl við teimum stóru forløgunum, sum jú hava givið nógv flestar bøkur út.
Landsbókasavnið skipaði fyri verkstovu í mai 2024 saman við donsku ljóðbókatænastuni NOTA, har fýra umboð úr Nota komu til Føroya at luttaka á verkstovuni. Tosað var um, hvussu tænasturnar ávikavist í Danmark og í Føroyum arbeiða, og á hvønn hátt Landsbókasavnið / Ljóðbókatænastan kunnu samstarva um at fáa føroyskar ljóðbøkur út á nota.dk - nettænastuna hjá NOTA. Tað eydnaðist tó ikki at fáa endaliga samstarvsavtalu upp á pláss í 2024, partvíst orsaka av fyrrnevndu langtíðarsjúkramelding hjá ljóðbókafyristøðufólkinum, og partvíst tí at NOTA metti seg ikki at hava nóg nógvar ressursur enn til at taka sær av uppgávuni, m.a. tí tænastan júst varð yvirtikin av Det Kongelige Bibilotek og skuldi ígjøgnum nógvar umbroytingar í umsitingini, umframt at NOTA enn stríddist við at fáa búsjettið til at hanga saman, orsaka av einum størri sakarmáli, har tænastan var noydd at rinda fleiri tíggjutals mió. i skaðabót til forløg, sum mettu seg at eiga hesar upphæddir til góðar frá tænastuni – og sum rætturin gav teimum viðhald í. Vónandi kemur samstarvsavtalan upp á pláss í 2025.
Elin Brimheim Heinesen, fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna
24. apríl 2025
Seinastu greinar

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »