Tíðindi
Yrkingin í desembur
Nansý Sunadóttir fekk ársins Ebbu-virðisløn. Virðislønin verður á hvørjum ári latin ungum ritøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur. Tað metir Rithøvundafelag Føroya, at Nansý hevur gjørt, við dygdargóða yrkingasavni sínum Eg hvessi mær knívin, eg komi heim, sum kom út á forlagnum Ungu Føroyum í fjør.
Við hesi fyrstu útgávuni hjá Nansý Sunadóttur síggja vit hana sum ein ungan spíra, sum vit vóna at frætta nógv meira frá í framtíðini, skrivar Rithøvundafelagið.
Nansý hevur ikki ligið á boðunum, tí yrkingin henda mánaðin er so nýggj, at hon enn ikki er útgivin. Vit ynskja Nansý hjartaliga til lukku við heiðrinum og takka fyri yrkingina.
Seinastu greinar
Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jac… Les meira »
Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá august til september er… Les meira »