Tíðindi
“Stuttligur kann hann eisini vera” fólksligi og klassiski skaldskapurin hjá Heðini Brú
Hans Jacob Jacobsen var føddur í Skálavík í 1901 og andaðist í Havn í 1987. Tað eru í ár 125 ár síðani, hann varð føddur. Hans Jacob skrivaði undir navninum Heðin Brú, og í bókum sínum lýsti hann lív og umstøður hjá fólki í realistiskum skaldsøgum og stuttsøgum. Í føroyskari bókmentasøgu eru prosaverkini hjá Heðini Brú millum fremstu dømini um realismuna í 1930’unum.
Kendasta verkið hjá Heðini er helst skaldsøgan Feðgar á ferð. Hon kom út á fyrsta sinni í Varðanum sum framhaldssøga í 1936 og kom út í bók í 1940. Heðin Brú er ein føroyskur klassikari. Skaldskapur hansara røkkur út um sína egnu tíð og kann tulkast aftur og aftur. Á Landsbókasavninum eru vit so heppin, at familjan hevur latið okkum handrit, lummabøkur, brøv og annað hjá Heðini. Í samband við føðingardagin hava vit gjørt eina framsýning við einum úrvali av brøvum, handritum og lummabókum. Framsýning er frá 17. august til 11. september.
Seinastu greinar
Vegna fakligan starvsfólkadag er Landsbókasavnið stongt fríggjadagin 6. novembur 2026. Vinarliga haldið okkum til góðar. Les meira »
Fríggjadagin 30. oktober varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Sóleyg Kjærbæk og Alis Joensen hava havt 25 ára starvsda… Les meira »