Tíðindi
Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo
Kvæðahandritið er 90 bløð og inniheldur umleið 35 kvæði.
Nólsoyarbók er komið út á HandRit.fo. Kvæðahandritið er varðveitt saman við handritum og privatskjølum eftir Dr. Jakob Jakobsen (1864-1918). Tað var systir hansara Anna Horsbøl (1856-1940) og Maria Mikkelsen (1877-1956), sum syrgdu fyri, at savnið hjá Jakob Jakobsen varð varðveitt á einum føroyskum savni. Grundin til, at Nólsoyarbók verður varðveitt saman við tilfarinum hjá Dr. Jakob Jakobsen, er helst tí hann savnaði saman tilfar í sambandi við útgávuna um lívssøgu Nólsoyar Páls (fyrst útgivin í 1912).
Nólsoyarbók er 90 bløð og inniheldur umleið 35 kvæði. Málfrøðingurin Christian Matras, sáli (1900-1988) hevði hetta kvæðahandritið longi um hond og skrivaði niður øll heitini og hvussu nógv ørindi hvørt kvæði hevur.
Vit, sum starvast við HandRit.fo hava ikki funnið nakað skrivað um kvæðahandritið Nólsoyarbók. Tað sær heldur ikki út sum tað verður brúkt sum kelda til Føroya kvæði undantikið „Olgars kvæði“ í bind VI, har ein keldutilvísing er: „Jakob Jakobsens Sammlungen (Føroya landbókasavn, Torshavn)“. (1972, bls. 385). Í Kvæðabók (2. bind), sum Jóannes Patursson legði til rættis, verður tann sama uppskriftin úr Nólsoyarbók brúkt (bert trý av ørindunum eru frá øðrum kvæðamonnum). (1983, bls. 9).
Hvør átti handritið?
Innan á bakpermuni á Nólsoyarbók stendur skrivað við blýanti: „Denne Bog tilhörer Poul Nolsö, den er skreven af tre paa Nolsö, næmlig Paul Nolsö og Daniel Peter Georg Joensen og Ole Jakob Napoleon Nolsö.“
Møguliga er Ole Jakob Napoleon Nolsö bróðursonur Nólsoyar Páls, Napoleon Nolsøe (1775-1896). Handskriftin í handritinum sær út sum handskriftin í kvæðahandritum hjá Napoleon, sum eisini eru varðveitt á Landsbókasavninum (og verða løgd út á HandRit.fo á komandi mánaðum). Poul Nolsö kann vera Páll Jóhannesson Nólsoy, sonur hjá Jóhannes Nólsoy, beiggja Nólsoyar Páls. Í bókini, sum Jakob skrivaði um Nólsoyar Páll: Poul Nolsöe: Lívssøga og irkingar, brúkar hann Páll Jóhannesson nógv sum heimildarmann um hvussu kvæðini hjá Nólsoyar Pálli vóru kvøðin. Jakob skrivaði navn hansara soleiðis: Poul Johannessen Nolsöe. (Sí t.d. Jakobsen, 1966, bls. 293).
Aðrar keldur
Varðveitt saman við Nólsoyarbókini er eisini giftingarskjalið hjá Nólsoyar Pálli og Siggu Mariu Tummasdóttur úr Nólsoy. Tey giftust í 1778, men Sigga Maria andaðist tvey ár seinni.
Til stuttleikar kunnu vit peika á, at í bandasavninum á Føroyamálsdeildini ber til at hoyra røddina hjá Dr. Jakob Jakobsen, tá ið hann kvøður „Margretu kvæði“, „Flóvin Bænadiksson“ og „Hermund Illa“ fyri Hjalmari Thuren í 1902.
Um áhugaði í kvæðahandritum vita okkurt meir at siga okkum um Nólsoyarbók, Páll Jóhannesson, Daniel Peter Georg Joensen ella annað, er viðkomandi vælkomin at skriva til okkum: handrit@landbokasavnid.fo.
Keldur
Grundtvig, S. og Bloch, J. (ritstj.). (1972). Føroya kvæði: Corpus carminum færøensium (bind VI). Akademisk forlag.
Jakobsen, J. (1966). Poul Nolsöe: Lívssøga og irkingar (2. útg.). H. N. Jacobsens bókahandil.
Patursson, J. (1983). Kvæðabók (2. útg., bind 2). Blaðstarv.
Seinastu greinar
Kvæðahandritið er 90 bløð og inniheldur umleið 35 kvæði. Les meira »
Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá novembur til desembur er e… Les meira »