Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbókasavninum er at savna inn, skráseta og varðveita allar føroyskar útgávur av bókmentatilfari, tvs. allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Til tess at tryggja innsavningararbeiðið, eru ásetingar í bókasavnslógini um avhending av skyldueintøkum.

Sólvør Henriksen og Øydis Bjerre frá Landsbókasavninum greiða frá avhendingarskylduni í kvf 13.04.2023 lurta her

Avhendingarskyldan


Sambært hesum ásetingum, § 24 í bókasavnslógini, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið av øllum verkum, útgivnum í Føroyum. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.

Tað vil siga, at allar bøkur, fløgur, filmar, ársfrágreiðingar, lýsingarbløð, faldarar, plakatir, postkort og mangt annað útkomið í Føroyum skal latast Landsbókasavninum, eisini talgilt tilfar og alt tað, sum kemur út á internetinum.

Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu.

Útgávur, sum koma út uttanlands:
Ivamál er ofta um útgávur, ið koma út og verða framleiddar uttanfyri Føroyar. Spurningurin er, nær slíkar útgávur koma undir avhendingarskylduna? Í bókasavnslógini § 24, stk. 6 stendur um hetta: Útgáva her á landi fevnir um, tá ið eintøk av verki eru framleidd í Føroyum, og tá ið tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga. 

Vit brúka hesa seinnu ásetingina um útgávur, framleiddar uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga, soleiðis, at útgávur í hesum týdningi umfata útgávur, sum fyrst og fremst eru givnar út til ein føroyskan lesaraskara. Hetta merkir m.a., at útgávumálið er føroyskt, at forlagið, sum gevur út, er føroyskt, og at útgávan t.d. eisini hevur føroyskt ISBN ella aðra líknandi føroyska merking.

Eru ivamál, kann Landsbókasavnið greiða nærri frá galdandi reglum og mannagongdum.

Hvør skal lata inn tilfar?

PRENTAÐ TILFAR
• Tilfar sum er prentað í Føroyum
Verður tilfarið prentað ella prenttilgjørt á einari føroyskari prentsmiðju, er tað prentsmiðjan, ið hevur skyldu at lata tilfarið. 

• Tilfar sum er prentað uttanlands
Í hesum føri er tað antin forlagið, útgevari, umboð fyri útgávuna ella rithøvundurin sjálvur – í nevndu røð - sum skulu lata tilfarið.

TILFAR Á ØÐRUM MIÐLUM
• Tónleika-, fløgu- og filmsútgávur
Her verður farið fram, sum lýst omanfyri, tvs. at avhendingarskyldan liggur fyrst hjá teimum, sum framleiða tilfarið til útgávu.

Um ivi er ella tilfarið verður gjørt útgávuklárt uttanlands, er tað forlagið, plátufelagið, filmfelagið, umboðsfólk ella listafólkið sjálvt, sum skulu lata tilfarið inn – í nevndu røð. Til ber at fáa nærri kunning viðvíkjandi avhending av tónleikatilfari, við at skriva til unnp@lbs.fo 

• Talgilt tilfar og tilfar, ið kemur út á netinum
Tey sum framleiða talgildar útgávur ella leggja talgildar útgávur út á netið, hava somu skyldu sum omanfyri nevnt, at senda Landsbókasavninum hetta.

• Serligar ásetingar um útgávur á netinum
Sambært kunngerð um avhending av skyldueintøkum frá 2012 § 3, stk. 4 hava útgevarar, feløg, virki, stovnar og einstaklingar skyldu til at fráboða Landsbókasavninum hesar útgávur so hvørt, sum tær verða almannakunngjørdar. Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin í slíkum førum fer fram. 

HVUSSU SKAL TILFARIÐ LATAST INN? 

• Prentað tilfar
Prentað tilfar verður sent ella handað Landsbókasavninum, tá tað er útkomið. Framleiðarar av størri nøgdum av tilfari, prentsmiðjur lýsingarfyritøkur o.o., skulu lata tilfar inn minst 4 ferðir árliga ella eftir avtalu. 

• Tónleika- og filmsútgávur
Útgávurnar verða latnar Landsbókasavninum so hvørt, sum tær koma út.
Landsbókasavnið ger avtalur við størri útgevarar um nær og hvussu útgávurnar skulu latast.

• Útgávur á netinum
Sí "Avhending av talgildum útgávum" niðanfyri.

ENDAMÁL
Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur. 

Skylduavhendingin skal eisini tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfiggjað sum gjørligt.

Tað kann vera torført at spáa um framtíðina, og kanska fer ikki alt, sum vit savna inn við avhendingarskylduni at verða brúkt so nógv. Hinvegin vísa royndir, at útgávur, sum at síggja til ongan týdning hava, t.d. lýsingabløð, lønartalvur, príslistar, films- ella tónleikabrotbrot, faldarar, bloggar, heimasíður o.tl., seinni kunnu vísa seg at hava stórt virði t.d. sum keldutilfar og í miðlingini um okkara farnu tíð. 

Skylduavhendingin er skipað í

Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005.

Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið.

Eru ivamál eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum antin við at skriva, ringja ella støkka inn á gólvið.  

 

Avhending av talgildum útgávum

Ásetingar og reglur um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið eru galdandi uttan mun til á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Tí skulu útgávur av talgildum kunningartilfari og útgávur á netinum eisini avhendast. 
Skyldan áliggur teimum, sum framleiða talgildar útgávur, ella sum leggja talgildar útgávur út á internetið.
Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin í slíkum førum fer fram.

Fráboðan
Fyri útgávur á internetinum er galdandi, at útgevarar, feløg, virki, stovnar ella einstaklingar hava skyldu til at fráboða Landsbókasavninum hesar útgávur so hvørt, sum tær verða almannakunngjørdar.
Skriva til lbs@landsbokasavnid.fo

Útgevarar
Útgevarar, prentvirki, miðlafyritøkur o.tl. kunnu gera avtalu við Landsbókasavnið um at senda framleitt og almannakunngjørt tilfar. Sigið Landsbókasavninum frá, tá tit ætla at fara undir at senda okkum tilfar, sum kemur undir reglurnar um skylduavhending. Setið tykkum í samband við Landsbókasavnið, so avtala kann gerast um á hvønn hátt tilfarið verður latið. 

Einstaklingar, stovnar, ráð, nevndir, virki, feløg
Hesi, sum geva út eitt nú rit, álit, frágreiðingar ella greinir á internetinum, hava skyldu at fráboða og senda Landsbókasavninum útgivna tilfarið. Smærri mongdir av tilfarið kunnu sendast sum viðfestir PDF-fílar. Er talan um størri mongdir av tilfari, má avtala gerast við okkum um á hvønn hátt tilfarið verður latið.

Innheysting av netinum
Við jøvnum millumbilum heintar Landsbókasavnið inn alt fo-navnaøkið á internetinum. Vitja heimasíðuna Føroyska Netsavnið fyri at kanna, um tín heimasíða, ella onkur føroysk heimasíða tú veist um, verður heintað inn. 
Hetta merkir tó ikki, at útgevarar sleppa undan at boða frá og senda Landsbókasavninum talgild bókmentalig verk, so sum greinir, rit o.tl. Eisini eiga útgevarar at boða Landsbókasavninum frá um útgávur, sum koma út á heimasíðum, sum ikki eru á fo-navnaøkinum. 

Ritgerðir
Á Landsbókasavninum taka vit fegin ímóti serritgerðum á kandidat- ella masterstøði umframt doktararitgerðum, sum eru skrivaðar av føroyingum ella eru um føroysk viðurskifti. Skriva til solvorh@lbs.fo  , um tú ynskir meir kunning um ritgerðir. 

Ofta settir spurningar


• Hvat skal latast inn?
Alt, ella næstan alt, skal latast inn. Innheinting av skyldueintøkum fer fram sambært Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið. 
Í kunngerðini eru eisini dømi um útgávur, sum koma undir reglurnar um skylduavhending antin talan er um prentað ella um talgilt tilfar ella útgávur á netinum. 
Har verður m.a. nevnt hetta: avísir, árbøkur, bløð, bóklingar, bøkur, faldarar, ferðaætlanir, flogseðlar, framleiðslulýsingar, framskorin kort, frágreiðingar, kort, leikskráir, lýsingar, myndir, nótar, plakatir, postkort, príslistar, roknskapir, skráir, sølutilfar, tíðarrit o.s.fr.
Í kunngerðini ber eisini til at lesa um tilfar, sum ikki kemur undir avhendingarskyldu.
Í § 3, stk. 4 í kunngerðini er ásett, at er talan um útgávur, ið eru tøkar á netinum, skulu hesar fráboðast Landsbókasavninum so hvørt. Gev gætur, at Landsbókasavnið tilskilar sær rættin at velja, hvat tilfar verður varðveitt og ikki. 

• Hvussu er við bloggum? 
Ein bloggur er at rokna sum ein útgáva. Í slíkum føri skal Landsbókasavnið hava fráboðan um bloggin. 

• Hvussu er við bløðum og tíðarritum á netinum? 
Blaðútgáva á netinum uttan mun til innihald og snið, kemur undir reglurnar um skylduavhending og skal tí fráboðast Landsbókasavninum. Eru ivamál viðvíkjandi tíðarritum, ber til at seta seg í samband við tanyam@lbs.fo 

• Eg havi skrivað eina (umfatandi) hugleiðing á Facebook - skal tað fráboðast Landsbókasavninum? 
Høvuðsreglan er, at tað skulu avhendast eintøk av øllum verkum, sum eru útgivin í Føroyum. Landsbókasavnið tekur støðu til, um tað metir at ein útgáva kemur undir hugtakið verk, sum er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind.
Ein stutt viðmerking á Facebook er neyvan eitt verk og kemur sostatt ikki undir reglurnar um skylduavhending. 
Undantøk kunnu vera, t.d. um ein viðmerking ella táttur eru so umfatandi, at hetta kemur undir hugtakið verk, sum eigur at verða varðveitt fyri eftirtíðina. 
Støða má takast til hetta í hvørjum einstøkum føri. Eru ivamál um hetta, so eigur Landsbókasavnið at fáa fráboðan. Skyldan um avhending er bara galdandi, um tilfarið er merkt alment atkomuligt ella verður kunngjørt einum størri bólki.

• Eg havi gjørt eina fotobók, skal tað latast Landsbókasavninum? 
Fotobøkur og aðrar útgávur, sum eru ætlaðar eini avmarkaðari privatari fjøld, t.d. familju ella arbeiðsfeløgum, koma ikki undir reglurnar um avhending av skyldueintøkum. 
Øðrvísi er, um slíkar útgávur eru atkomiligar í handli ella á annan hátt almannakunngjørdar, tí tá eru reglurnar um skylduavhending galdandi.

• Eg havi skrivað eina grein ella ummæli, skal tað fráboðast Landsbókasavninum? 
Hjá Landsbókasavninum er tað av stórum týdningi, at kunna savna inn og skráseta greinir, sum eru meir enn ein tíðindastubbi, t.d. vísindaligar greinir, kronikkir, hugleiðingar ella ummæli.


• Eg vil fegin lata mína ritgerð inn – er tað skylda?
Nei, ritgerðir, sum ikki eru givnar út alment, koma ikki undir skyldu, men tit eru vælkomin at lata Landsbókasavninum ritgerðina til at goyma og læna út. Vit taka fegin ímóti ritgerðum á kandidat- ella masterstøði og doktararitgerðum, sum føroyingar hava skrivað, ella sum eru um føroysk viðurskifti. Ritgerðir kunnu latast inn við at nýta hetta skjalið.

• iTunes og Youtube og tónleikaútgávur á netinum annars. Skal hetta fráboðast Landsbókasavninum? 

Sum støðan er nú, fær Landsbókasavnið ikki heintað inn iTunes og Youtube. Hóast tað, so er tað sambært § 3, stk. 4 í kunngerðini ásett, at er talan um útgávur, ið eru tøkar á netinum, skulu hesar fráboðast Landsbókasavninum so hvørt. Tískil eiga útgevarar at fráboða Landsbókasavninum um hesar útgávur, m.a. fyri at kunna skráseta tilfarið.