Trupulleikar eru við skiftinum frá eReolen til Biblo

17. november 2026

Hetta er sera óheppi, og vit harmast um støðuna. Arbeitt verður við sakini, og vit kunna tykkum aftur, so skjótt nýggja appin er klár til okkara brúkarar. Vinarliga haldið okkum til góðar.

Eftir ætlan skuldi nýggja appin Biblo koma í staðin fyri verandi eReolen í dag tann 17. novembur. Men tíverri hava trupulleikar stungið seg upp. Hetta fer at órógva brúkarar í Føroyum, sum hava lánarakort frá bókasøvnunum kring landið og frá Landsbókasavninum. Brúkarar hjá Býarbókasavninum í Havn kunnu tó smidliga flyta seg frá eReolen til Biblo.

Trupulleikin er tann, at appin eReolen verður niðurløgd sum ætlað, men uttan at nýggja appin Biblo er liðugt tilpassað til bókasavnsskipanina, sum vit brúka kring landið og á Landsbókasavninum. Tey lán, sum brúkarar longu hava á eReolen, vera tó virkin í appini í ein mánað, men tað ber ikki til at gera nýggj lán.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Trupulleikar eru við skiftinum frá eReolen til Biblo

Hetta er sera óheppi, og vit harmast um støðuna. Arbeitt verður við sakini, og vit kunna tykkum aftur, so skjótt nýggja appin er k… Les meira »


17. november 2026
Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo

Kvæðahandritið er 90 bløð og inniheldur umleið 35 kvæði. Les meira »


16. november 2026