Lógin
Bókasavnslógin varð endurskoðað, dagførd og samtykt tann 1. juni 2023 við fýra tilhoyrandi kunngerðum tann 18. juni 2024.
Um okkara leiklut sum universitetsbókasavn standa m.a. hesi brot í lógini:
Kapittul 5
Bókasøvn á hægri útbúgvingarstovnum
Fróðskaparsetur Føroya
§ 15. Bókasavnið á Fróðskaparsetri Føroya skal:
1) tryggja granskarum, undirvísarum og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og øðrum atgongd til tænastur og tilfar, sum er neyðugt í sambandi við gransking og undirvísing, og
2) veita atgongd til og miðla ta gransking, ið fer fram á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Avtala verður gjørd millum Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið um rakstur og fígging av bókasavninum á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir avtaluna um rakstur og fígging av bókasavninum.
Og víðari stendur í kap 6, m.a. soleiðis:
Universitetsbókasavn
§ 18. Landsbókasavnið er universitetsbókasavn.
Sum universitetsbókasavn mennir og veitir Landsbókasavnið universitetsbókasavnstænastur, ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum.
Landsbókasavnið:
1) skipar fyri undirvísing og skeiðsvirksemi fyri granskarum, lærarum, lesandi og øðrum, og
2) stuðlar undir lestur og gransking, m.a. við at veita góðar hølisumstøður, lesistovu, lesiklivar og atgongd til tekniska útgerð, sum tørvur er á.
---
Á logir.fo sært tú galdandi bókasavnslóg og tilhoyrandi kunngerðir. Leinki er her: Bókasavnslógin