Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2023

02. mai 2024

Hildið var fram í 2023 við arbeiðnum at gera allar ljóðfílur klárar til at leggja á eReolen.dk, sum er tann online útlánsskipanin, sum øll bókasøvn í Føroyum nú brúka. Á sumri 2021 fekk Landsbókasavnið bjóðað limaskap í DDF (Det Digitale Folkebibliotek, ið rekur eReolen, sum er útlánsportalurin hjá bókasøvnum í danska ríkinum). Landsbókasavnið bleiv endaliga góðkent sum fult galdandi limur av DDF í juni 2022.

Framleiðsla

Ljóðbókatænastan hevur givið 25 ljóðbøkur út í 2023.

Av teim 25 ljóðbókunum eru:

·       6 ljóðbøkur til børn og ung

·       4 ljóðbøkur eru innan fagrar bókmentir

·       8 ljóðbøkur eru skúlabøkur

·       7 ljóðbøkur eru innan yrkisbókmentir

Til ber at fara inn á http://lbs.fo at síggja kunning um allar ljóðbøkurnar, sum til ber at læna á fløgum á Landsbókasavninum og á øðrum bókasøvnum eisini.

Niðanfyri er ein nágreinur listi við teim 25 ljóðbókunum, framleiddar í 2023:

Ljóðbøkur til børn og ung:
-          "Undur" - skaldsøga fyri størri børn og ung eftir R.J. Palacio. Lesari: Hjálmar Dam. (Nýggj)

-          “Vanvarði” – skaldsøga fyri størri børn og ung eftir Elin Michelsen. Lesari: Barbara í Stórustovu. (Nýggj)

-          “Sólgrátur” – skaldsøga fyri størri børn og ung eftir Ingun Christensen. Lesari: Vár Berghamar Jacobsen (Nýggj)

-          “Spell at sólin kom upp” – barnabók eftir Martin Næs. Lesari: Elin Brimheim Heinesen. (Nýggj)

-          “Sjórænaraskipið” – barnabók eftir Bjørgfinnur Nielsen. Lesari: Elin Brimheim Heinesen. (Nýggj)

-          “Rimarúmið” – skaldsøga fyri størri børn og ung eftir Elin Michelsen. Lesari: Barbara í Stórustovu. (Nýggj)

Ljóðbøkur innan fagrar bókmentir:
-          "Tám" - skaldsøga eftir Jón Thorsteinsson. Lesari: Ria Tórgarð (Nýgg)

-          “Frænir eitur ormurin” - skaldsøga eftir Jens Paula Heinesen. Lesari: Páll Danielsen (Nýggj)

-          “Halgigripaskrínið” - krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen. Lesari: Kári Øster (Nýggj)

-          “Nivlheimur” – krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen. Lesari: Kári Øster (Nýggj)

Skúlabøkur:
-          "Støddfrøði 7 - uppgávubók" - skúlabók til undirvísing í støddfrøði. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Gaia 5 - arbeiðsbók” – skúlabók til undirvísing í landalæru. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Rokning 6a grundbók” – skúlabók til undirvísing í støddfrøði í 6. flokki. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Rokning 6a javnbók” – skúlabók til undirvísing í støddfrøði í 6. flokki. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Rokning 6 uppgávubók” – skúlabók til undirvísing í støddfrøði í 6. flokki. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Rokning 6b javnbók” – skúlabók til undirvísing í støddfrøði í 6. flokki. Lesari: Fríðbjørg Hammer. (Nýggj)

-          “Hey 3 – Heima” – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Elin Brimheim Heinesen. (Nýggj)

-          “Hey 4 – Á Vitjan”  – undirvísingartilfar til fólk, ið hava føroyskt sum annað mál. Lesari: Elin Brimheim Heinesen. (Nýggj)

Ljóðbøkur innan yrkisbókmentir:
-          "Íkast til 1984" - greinasavn eftir Jens Paula Heinesen. Lesari: Elin Brimheim Heinesen (Nýggj)

-          “Stríðsárini 1 – Hersettar oyggjar” – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesarar: Jógvan Arge, Magni Arge, Uni Arge, Páll Isholm (Nýggj)

-          “Stríðsárini 2 – Sigla vandasjógv” – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesarar: Jógvan Arge, Magni Arge, Uni Arge, Páll Isholm. (Nýggj)

-          “Stríðsárini 3 -  Føroyar bumbaðar” – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesari: Magni Arge. (Nýggj)

-          “Stríðsárini 4 – Millum minur og kavbátar – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesari: Magni Arge. (Nýggj)

-          “Stríðsárini 5 – Skansi í Atlantshavi” – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesari: Magni Arge. (Nýggj)

-          “Stríðsárini 6 – Kríggið endar” – søguligar hendingar eftir Niels Juel Arge. Lesari: Magni Arge. (Nýggj)

Arbeiðið við ljóðbókaportali

Hildið var fram í 2023 við arbeiðnum at gera allar ljóðfílur klárar til at leggja á eReolen.dk, sum er tann online útlánsskipanin, sum øll bókasøvn í Føroyum nú brúka. Á sumri 2021 fekk Landsbókasavnið bjóðað limaskap í DDF (Det Digitale Folkebibliotek, ið rekur eReolen, sum er útlánsportalurin hjá bókasøvnum í danska ríkinum). Landsbókasavnið bleiv endaliga góðkent sum fult galdandi limur av DDF í juni 2022, men orsaka av ymiskum tøkniligum trupulleikum við at fáa skipanina handan eReolen og bókasavnsskipanina Reindex hjá Landsbókasavninum til at virka saman, var eReolen ikki latin upp fyri lánarum hjá Landsbókasavninum fyrr enn í august 2023.

Arbeitt hevur eisini verið í 2023 við at fáa gomlu bókasavnslógina dagførda, sum m.a. forðaði fyri, at Ljóðbókatænastan kundi almannakunngera tær yvir 500 ljóðbøkurnar, sum tænastan hevur framleitt til fólk við lesitarni. Neyðugt hevur verið at gera púra greitt, hvørjar treytir skuldu galda fyri talgilda útbreiðslu av e- og ljóðbókum, og soleiðis at rættindini hjá øllum rættindahavarum verða tryggjað.

Nýggja bókasavnslógin kom í gildi 1. januar 2024. Hon ger tað endiliga møguligt, at katalogið av ljóðbókum, sum Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevur framleitt, nú kann leggjast út alment á talgildar pallar, so sum t.d. á eReolen.dk. Júst sum í Danmark skulu forløgini sjálvi leggja ljóðbøkur út á netið sbrt. nýggju bókasavnslógini.

Tað nýggja er, at lógin loyvir nú Ljóðbókatænastuni á Landsbókasavninum at útflýggja ljóðfílur til forløgini við ljóðbókum, framleiddar í Ljóðbókatænastuni burtur úr bókum hjá forløgunum – tó einans ljóðbøkur, sum forløgini hava tryggjað sær skrivlig rættindi til at almannakunngera á netinum. Ljóðfílurnar verða útflýggjaðar móti, at forløgini lata helvtina av klikkgjaldinum fyri útlán, inntil ljóðbókaframleiðslan er dekkað, tó hægst í 10 ár.

Landsbókasavnið skipaði fyri verkstovu í december 2023, har forløgini og umboð luttóku frá DDF (Det Digitale Folkebibliotek, sum eigur eReolen) og Publizon (fyritøkan, sum hevur ment og rekur eReolen-skipanina). Á skeiðnum fekst at vita, hvussu eReolen-pallurin er uppbygdur. Forløgini fingu eisini vegleiðing í, hvussu tilfar verður lagt út á pallin. Tá eitt vist tal av bókum er lagt út, verður ein føroysk inngongd ella tilvísing gjørd á eReolen til tær føroysku ljóðbøkurnar.

Forløgini kundu ikki fara undir at biðja um ljóðfílur frá Ljóðbókatænastuni, fyrr enn tey fingu at vita júst, hvørjar av teirra bókum eru framleiddar til ljóðbøkur av Ljóðbókatænastuni. Tíverri bar ikki til ómiddulbært at hála hesi dáta úr bókasavnsskipanini hjá Landsbókasavninum um, hvørji bókaforløg hava givið pappírsbøkurnar út, sum ljóðbøkurnar eru lisnar inn frá.

Tí mátti Ljóðbókatænastan í desember 2023 fara undir at gera eitt yvirlit, har hesar upplýsingar vóru lagdar inn manuelt um hvørja einstaka av teimum yvir 500 ljóðbókunum, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt. Tað hevur verið eitt langsamiligt arbeiði at fullfíggja hendan listan.

Við lidna listanum kunnu forløgini endiliga rekvirera ljóðfílurnar frá Ljóðbókatænastuni, sum tey hava tryggjað sær loyvi frá upphavsrættindahavarum til at leggja út, soleiðis at tey kunnu byrja at leggja teirra ljóðbøkur á eReolen í 2024. Meginparturin er gjørdur klárur, men ein partur er eftir at konvertera. Lidnu ljóðfílurnar vera síðani útflýggjaðar so hvørt til forløgini at leggja út á eReolen.

Elin Brimheim Heinesen, fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna
3. apríl 2024

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Elin Brimheim Heinesen

Seinastu greinar

Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2024

Í ár hevur Ljóðbókatænastan framleitt 20 ljóðbøkur. Landsbókasavnið fegnast um, at tað í 2024 endiliga eydnaðist at fáa gomlu bóka… Les meira »


02. mai 2025
Yrkingin í mai

Á vegginum í maimánaða er eitt brot úr yrkingini “ikki í dag” eftir Anitu Gudmundarson. Yrkingin stendur í yrkingasavninum Okkar… Les meira »


01. mai 2025