Tíðindi
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni
Korona farsóttin hevur tarnað arbeiðnum nakað í 2020, men Ljóðbókatænastan hevur kortini givið 43 ljóðbøkur út hetta árið: 26 vanligar ljóðbøkur + 17 smærri Krabbabøkur fyri smábørn. Óvæntaðar rættarligar forðingar hava seinkað arbeiðnum við komandi ljóðbókaútlánsportalinum, ið skal geva lánarum atgongd til at lurta eftir ljóðbókum á netinum, men Ljóðbókatænastan arbeiðir víðari við hesum og vónar, at forðingarnar verða burtur seinni í ár.
Av teimum 26 vanligu ljóðbókunum, sum eru komnar út, eru 20 nýframleiddar, meðan 6 ljóðbøkur hava áður verið givnar út á kassettubondum, men eru nú talgildar og givnar út aftur í nýggjum, dagførdum MP3-formati á fløgum og við nýsniðgivnum húsum.
Av teim 43 ljóðbókunum eru:
- 12 ljóðbøkur til børn og ung + 17 smáar krabbabøkur
- 5 ljóðbøkur eru innan fagrar bókmentir
- 5 ljóðbøkur eru skúlabøkur
- 4 ljóðbøkur eru innan yrkisbókmentir
Til ber at fara inn á http://ljodbokur.fo at síggja kunning um ljóðbøkurnar, sum til ber at læna á fløgum á Landsbókasavninum og á øðrum bókasøvnum eisini.
Niðanfyri er ein nágreiniligur listi við øllum 43 ljóðbókunum, framleiddar í 2020:
Ljóðbøkur til børn og ung:
12 nýinnlisnar ljóðbøkur eru givnar út á MP3-fløgum fyri børn og ung. Har av eru 5 ljóðbøkur, sum hava verið útgivnar á kassettubondum áður, men sum nú eru komnar út á fløgum í nýggjum MP3 formati. Harumframt eru 17 krabbabøkur fyri smábørn lisnar inn, sum einans eru atkomuligar á heimasíðuni hjá NÁMi. Talan er um myndabøkur, sum ikki eru egnaðar til bara at lurta eftir á fløgum, tí her eru myndirnar í fokus og teksturin avmarkaður. Her er allur listin:
- ”Barsakh” eftir Simon Stranger (Nýggj)
- ”Eldsins gáta” eftir Henning Mankell (Nýggj)
- ”Eldsins øði” eftir Henning Mankell (Nýggj)
- ”Katrin í Toftum” eftir Ingun Christensen (Nýggj)
- ”Løgmansdóttirin á Streig” eftir Ingun Christensen (Nýggj)
- ”Tey, sum ikki eru til” eftir Simon Stranger (Nýggj)
- ”Knassi” eftir Sterling North (Nýggj)
- “Harry Potter 7” eftir J.K.Rowling (Nýtt format)
- “Gummi Tarzan” eftir Ole Lund Kirkegaard (Nýtt format)
- “Ábal og aðrar søgur” eftir Sverre Patursson (Nýtt format)
- “Teir horvnu Kirkjubøstólarnir” eftir Jógvan Isaksen (Nýtt format)
- ”Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm” eftir Br. Grimm (Nýtt format)
- Krabbabøkur (um 20 í tali) eftir ymiskar høvundar:
“Mira mús og Milo”, “Mira mús og Milo spæla”, “Sasja úr Afrika”, “Sasja fer túr”, “Uglan Una”, “Eg vil heim”, “Trapputrinus”, “Dís”, “Bei bei, lítli vinur”, “Lena og Emil leita”, “Mia og Lias ríma”, “Mia og Lias”, “Mona og Boas”, “Mina, hvør eri eg?”, “Mina og Svarti”, “Tula er vát”, “Vinir”, (Nýggjar – einans givnar út á netinum)
Ljóðbøkur innan fagrar bókmentir:
5 skaldsøgur eru komnar út sum ljóðbøkur í 2020. Tær eru:
- ”Heljarportur” eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- ”Prædikarin” eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- ”Ein er tíðin at liva” eftir Steintór Rasmussen (Nýggj)
- ”Óendaliga vera” eftir Marjun Syderbø Kjelnæs (Nýggj)
- “Tá ið einglar spæla Mozart” eftir Lisbeth Nebelong (Nýggj)
Skúlabøkur:
Heiðurslønta bókin “Finka” til undirvísing í føroyskum fyri annan flokk og bókin “Samfelagið, eg og vit øll” til undirvísing í samfelagsfrøði eru innlisnar og útgivnar á heimasíðuni hjá NÁMi: http://snar.fo. Tvær undirvísingarbøkur til tilflytarar eru innlisnar. Og roknibøkur fyri 4., 5. og 6 flokk eru innlisnar, men einans ein er liðugt framleidd og útgivin í 2020. Hinar verða ikki lidnar fyrr enn í 2021. Her er listin:
- “Finka” (Nýggj)
- “FFM 1 – Vælkomin – lærubók til tilflytarar” (Nýggj)
- ”FFM 2 – Viti – lærubók til tilflytarar” (Nýggj)
- ”Samfelagið, eg og vit øll” (Nýggj)
- ”Rokning til 4. flokk A og B” (grundbók, javnbók, uppgávubók) (Nýggj)
Ljóðbøkur innan yrkisbókmentir:
Innan yrkisbókmentir eru 4 ljóðbøkur givnar út higartil í ár, har av ein er endurútgivin í nýggjum formati.
- “Maðkur, mykja, trimpil, beton og madrassa” eftir Jóan Paula Joensen (Nýggj)
- “Sítt egna rúm” eftir Virginiu Woolf (Nýggj)
- ”Heimurin, ið hvarv - um Regin Dahl” eftir Knút Háberg Eysturstein (Nýggj)
- ”Kjølbro - Lív og virki” eftir Óla Jacobsen (Nýtt format)
Ljóðbøkur, sum koma í næstum
Ein rúgva av nýggjum ljóðbókum verða givnar út tíðliga í 2021, tí tær eru longu – ella eru í ferð við at vera innlisnar í løtuni. Tær eru hesar:
- “Hungursleikirnir 4 - Ríman um sangfuglar og slangur” eftir Suzanne Collins (Ávegis)
- “Húsfrúgvin í Húsavík” eftir Ingun Christensen (Ávegis)
- “Sum rótskot” eftir Marjun Syderbø Kjelnæs (Ávegis)
- “Logi, logi, eldur mín” (ljóðmynd gr. á Gamlar gøtur) eftir Johannu M. Skylv Hansen (Ávegis)
- “Stríðsárini 1-6” eftir Niels Juel Arge (Ávegis)
- ”Teir sigldu úti 1-5” eftir Niels Juel Arge (Ávegis)
- ”Rokning til 5. flokk” (grundbók, javnbók, uppgávubók) (Ávegis)
- ”Rokning til 6. flokk” (grundbók, javnbók, uppgávubók) (Ávegis)
Arbeiðið við ljóðbókaútlánsportali
Tey flestu, sum hava áhuga í ljóðbókum, hava uttan iva frætt gjøgnum miðlarnar, at landsstýrismaðurin í mentamálum seint á heysti 2020 svaraði fyrispurningi í tinginum, har hann segði, at nýggjur føroyskur ljóðbókanetpallur fór at vera klárur á vári 2021. Men tað er ov tíðliga at siga, um ætlanin heldur, tí fleiri fortreytir eru ikki komnar endaliga uppá pláss enn.
Tey bæði, Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk, og Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ráðgevi, hava sitið í einum arbeiðsbólki síðani seint á heystið 2019, har tey hava gjørt kanningar- og fyrireikingararbeiði til komandi útlánsportalin til føroyskar ljóðbøkur, grundað á tilmæli í frágreiðing til Mentamálaráðið frá november 2018, umframt dagførdum ískoyti til frágreiðingina frá januar 2020. Kannað hevur m.a. verið, hvørjar netútlánsskipanir hini norðurlondini brúka.
Arbeiðsbólkurin kom tíðliga ásamt um, at frægasta loysnin er at brúka donsku skipanina eReolen, ment av danska felagnum Publizon A/S, ið eisini hevur ment ljóðbókaportalin Mofibo. Orsøkirnar til valið eru hesar:
- Í fyrsta lagi tí tað kostar ómetaliga nógv minni at brúka eReolen, enn at skula menna ein nýggjan útlánsportal heilt frá grundini.
- Í øðrum lagi tí eReolen-skipanin kann lagast til, so brúkaraflatan verður á føroyskum. Eitt alternativ kundi verið at brúkt íslendsku loysnina, sum er bygd á eina skipan hjá amerikanska felagnum Overdrive, ið á mangar mátar eisini er góð og brúkaravinalig. Men stóri vansin við henni er, at hon er á enskum og loyvir ikki týðing av brúkaraflatuni til føroyskt, tí sbrt. útbjóðaranum er føroyska málið ov lítið. Hendan trupulleikan hevur eReolen ikki.
- Í triðja lagi tí eReolen eisini hevur aðrar fyrimunir, m.a. at føroyingar í Føroyum – umframt at fáa atgongd til føroyskar ljóðbøkur – eisini fáa atgongd til danskar og útlendskar ljóðbøkur, og at útisetar fáa atgongd til føroyskar ljóðbøkur í Danmark. Harumframt kenna lánararnir á Býarbókasavninum í Havn longu skipanina. Nýggja bókasavnsskipanin hjá Landsbókasavninum, Reindex, kann – sbrt. fólkunum handan Reindex – eisini samvirka við eReolen-skipanina.
- Og í fjórða lagi tí eReolen-skipanin verður roknað – eisini av øðrum norðurlondum – at verða frægasta skipanin av teimum, sum verða brúktar í norðurlondum. Ein bólkur undir Norðurlandaráðnum arbeiðir fyri, at øll fólkabókasøvn í norðurlondum í framtíðini skulu fara yvir til at brúka eReolen.
Tá samskiftið við samskiparan í eReolen byrjaði á heysti í 2018, segði stýrið fyri eReolen seg at vera jaligt í mun til at gera Landsbókasavnið til lim í felagnum, sum eigur og rekur eReolen. Felagið, sum tá bæði var statsligt og kommunalt, fevndi um allar kommunur í Danmark, umframt Grønland og Sydslesvig og Býarbókasavnið í Havn, ið hevur verið limur nøkur ár. Alt var klárt til, at Landsbókasavnið kundi melda seg inn í felagið og undirskriva avtalu við eReolen á heysti 2020. Men so bleiv felagið niðurlagt í november í ár og nýtt felag stovnað, sum nú bara er kommunalt. Nýtt stýri er valt, og vit kenna ikki sjónarmiðið hjá nýggja stýrinum.
Løgfrøðingurin hjá nýggja felagnum boðaði nýliga frá, at viðtøkurnar hjá felagnum forða fyri, at Landsbókasavnið kann gerast limur. Viðtøkurnar áseta, at einans kommunal bókasøvn kunnu vera limir – undantikið Grønlands Landsbibliotek og Dansk Centralbibliotek í Sydslesvig, av tí at hesi longu vóru limir í gamla felagnum og komu tískil sjálvvirkandi við inn í nýggja felagið. Býarbókasavnið í Havn er eisini við, tí tað er kommunalt og hevur rætt til at vera limur í felagnum sbrt. viðtøkunum.
Landsbókasavnið er ikki eitt kommunalt bókasavn og kann tí ikki gerast limur, heldur ikki, hóast tað er høvuðsbókasavn fyri øll kommunal bókasøvn í Føroyum, segði løgfrøðingurin hjá eReolen. Skal Landsbókasavnið gerast limur, og harvið kunna geva lánarum í øllum Føroyum atgongd til eReolen, krevur hetta eina viðtøkubroyting, sum skal samtykkjast á aðalfundi hjá felagnum, sum eigur og rekur eReolen. Tíverri verður aðalfundur ikki fyrr enn í apríl í ár (!) Tískil ber ikki til at vita, um Landsbókasavnið kann gerast limur í eReolen fyrr enn tá í fyrsta lagi.
Tað er lítið sannlíkt, at aðalfundurin í felagnum í apríl 2021 IKKI fer at góðkenna, at Landsbókasavnið kann gerast limur, tá sentralbókasøvnini bæði í Grønlandi og Sydslesvig longu eru tað. Men vit hava ikki 100 % garanti.
Vit vóna at kunna sannføra felagið um, at tað ikki er nóg mikið, at Býarbókasavnið er limur fyri Føroyar, tí Býarbókasavnið fevnir ikki um allar lánarar í Føroyum. Fyrr enn Landsbókasavnið gerst limur, fáa allir lánarar í Føroyum ikki atgongd til eReolen – einans lánarar, sum hava lánarakort á Býarbókasavninum í Havn. Heldur ikki ber til at stovna eitt serbókasavn í eReolen, sum gevur lesitarnaðum óavmarkaða atgongd til bøkurnar í skipanini, fyrr enn Landsbókasavnið er limur. Hesa atgongd hava tey sbrt. lógini rætt til.
Uttanríkis- og Mentamálaráðið er kunnað um nýkomnu óhepnu støðuna, sum tíverri seinkar arbeiðnum við útlánsportalinum.
Ljóðbókatænastan arbeiðir tó framhaldandi og støðugt við at konvertera allar ljóðbøkurnar – millum 400 og 500 ljóðbøkur í tali, sum Ljóðbókatænastan higartil hevur framleitt, til rætta netformatið, so tær verða klárar til at leggja út á eReolen beinanvegin, so skjótt vit fáa grønt ljós fyri hesum. Hetta arbeiðið er komið langt ávegis.
Harumframt eru uppskot til avtalur orðað, ið eru fortreytin fyri at fáa rættindini til útbreiðslu av ljóðbókum á netinum uppá pláss. Orðaljóðið í uppskotunum er í løtuni til góðkenning hjá løgfrøðingum í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Síðani fáa Rithøvundafelagið, forløgini, Fjølrit og LISA uppskotini til hoyringar. Vónandi ber til sum skjótast at fáa semju í lag um treytirnar fyri útlán av ljóðbókum á nýggja útlánsportalinum, sum á føroyskum væntandi fær heitið: eHillin.fo.
Seinastu greinar
Yrkingin hendan mánaðin er eitt brot úr yrkingini Orð (19) úr savninum Oyðilendi eftir Svannu Jákupsdóttur. Svanna debuteraði við… Les meira »
Bókasavnsgjaldið fyri 2024 verður útgoldið ein av komandi døgunum. Útgjaldið verður goldið sum b-inntøka. Útgjaldið á 1.793.000 k… Les meira »