Um bókasavnið
Landsbókasavnið
Sambært lógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn.
Endamál savnsins er:
- at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
- at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
- at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
- at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
- at hava handritadeild
- at vera føroysk ISBN/ISSN skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum
- at menna og veita universitetsbókasavnstænastur. ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum.
- at veita vísindabókasavnstænastu
- at samskipa keyp av bókasavnstilfari og tænastumenning á fólkabókasøvnunum
Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.
Á Landsbókasavninum eru umframt fyrisitingina hesar deildir:
Føroyadeild / Feroica
Innsavning, skráseting, goymsla og varðveiting av bókligum prentaðum og talgildum tilfari, tónleiki, myndum v.m.
Handritadeild, savn av smáprentum, blað- og tíðarritsdeild og umsiting av avhendingarskylduni.
Tjóðbókaskrá
Skráseting til føroysku tjóðbókaskránna. Føroysk ISBN/ISSN-skrivstova og býtið av bókasavnsgjaldinum.
Miðling
Uppgávurnar fevna um m.a avgreiðslu av lánarum, bókasavnskunning, vísindabókasavnstænasta, t.d. talgilt tilfar og tænastur til bókasøvn og stovnar.
Innkeyp
Innkeyp av bókum og øðrum tilfari, fyrireiking og innbinding av tilfari til fólkabókasøvnini og til deildir Landsbókasavnsins.
Ljóðbókatænastan
Ljóðbókatænastan útvegar ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skipar Ljóðbókatænastan fyri at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarum á bókasøvnum landsins.
Aftrat kemur rakstur og umsiting av bókasavnsskipanini Reindex.
Umframt Landsbókasavnið eru 18 fólkabókasøvn, 13 skúlabókasøvn og 13 stovnsbókasøvn í Føroyum. Landsbókasavnið keypir og skrásetir bøkur og annað tilfar fyri tey flestu av hesum bókasøvnunum. Landsbókasavnið hevur eisini avtalu við Fróðskaparsetrið um veiting av bókasavnstænastu.
IFLA
Landsbókasavnið hevur aktivan limaskap í IFLA, International Federation of Library Associations and Institutions.
Les um Altjóða Bókasavnskervið her.