Fráboðan um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum 2024

 

Við nýggju bókasavnslógini, sum kom í gildi 1. januar 2024 fellur stuðulin til fólkabókasøvn burtur í tí líki hann hrvur virkað undir.

Tað hevur leingi verið ført fram, at skipanirnar við stuðli frá landinum til kommunurnar í bókasavnslógini ikki virka nóg væl, tí upphæddirnar, ið hava verið settar av á fíggjarlógini til endamálið, ikki hava fylgt við menningini á økinum.  Tí eru stuðulsskipanirnar tiknar av, og í næstum fara land og kommunur at samráðast um nýggja skipan á økinum.

Stuðul

§ 10. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari treytir fyri stuðlinum.

Løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn her

 

Kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum

 Við heimild í § 10, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður

ásett:

§ 1. Stuðul verður veittur kommunum til menning av fólkabókasavnstænastum.

 § 2. Landsstýrisfólkið fráboðar kommununum í seinasta lagi 31. mars á hvørjum ári, hvussu ætlanin er at býta játtanina, ið eftir ætlan verður sett av til stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum, fyri komandi árið, sbr. tó § 4, stk. 2.

Stk. 2. Stuðulin kann verða latin til bókakeyp og talgildar tænastur, ella til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur, sbr. stk. 3.

Stk. 3. Stuðul til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur verður bert latin eftir avtalu við kommunur, ið hava fólkabókasøvn við starvsfólki við hægri bókasavnsfakligari útbúgving ella bókavarðaútbúgving í starvi.

 § 3. Landsbókasavnið umsitur stuðulin til menning av fólkabókasavnstænastum.

  § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum fyri 2024 verður fráboðaður í seinasta lagi 1. september 2024.

 Kunngerðin sæst her