Føroyska bókasavnskervið
Bókasavnskervi og bókasavnssamstarv
Sambært Kapittul 2 í Bókasavnslógini um bókasavnskervi og bókasavnssamstarv skulu bókasøvn, ið virka sambært løgtingslógini, mynda bókasavnskervi landsins og taka lut í samstarvi millum bókasøvn, ið Landsbókasavnið skipar fyri.
- Bókasøvnini skulu vera partur av bókasavnsskipan, ið Landsbókasavnið hevur góðkent.
- Bókasøvnini skulu vera partur av felags lánisamstarvi millum bókasøvn, bæði innan- og uttanlands.
Kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum
Við heimild í § 10, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður
ásett:
§ 1. Stuðul verður veittur kommunum til menning av fólkabókasavnstænastum.
§ 2. Landsstýrisfólkið fráboðar kommununum í seinasta lagi 31. mars á hvørjum ári, hvussu ætlanin er at býta játtanina, ið eftir ætlan verður sett av til stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum, fyri komandi árið, sbr. tó § 4, stk. 2.
Stk. 2. Stuðulin kann verða latin til bókakeyp og talgildar tænastur, ella til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur, sbr. stk. 3.
Stk. 3. Stuðul til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur verður bert latin eftir avtalu við kommunur, ið hava fólkabókasøvn við starvsfólki við hægri bókasavnsfakligari útbúgving ella bókavarðaútbúgving í starvi.
§ 3. Landsbókasavnið umsitur stuðulin til menning av fólkabókasavnstænastum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum fyri 2024 verður fráboðaður í seinasta lagi 1. september 2024.
Kunngerðin sæst her

skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur
Avtalan um samstarv fevnir fyrst og fremst um ráðgeving um fólkabókasavnsrakstur, harundir ráðgeving um
bókasavnsskipanir, skráseting, innkeyp, kassatión, klassifikatión, leiting, meting av tilfari og keldum og miðlan av bókmentaligum tilfari.
Bókasavnsskipan
Bókasavnsskipanin er ein týðandi partur av bókasavnsrakstrinum - til útlán, leiting, skráseting av lánarum og av tilfari, bílegging, endurnýggjan, áminningar og innkrevjing.
Bókasavnsskipanin stýrir øllum á bókasavninum, hon heldur skil á lánarum og tilfarinum, soleiðis at alt kann finnast aftur.
Tvær bókasavnsskipanir eru í landinum – Reindex og Cicero. Bókasøvnini gjalda sjálvi fyri hesa tænastu.
Miðlan
Veitarabókasøvnini
Vegleiða bókasøvnini í brúki av talgildum tænastum.
Tey vegleiða í miðlan á sosialum miðlum.
Møguleiki verður fyri samstarvi um átøk og tiltøk. Eg kann nevna at ”føroyku bókasøvnini”, sum hesi 3 veitarabókasøvnini hava tikið stig til saman við Landsbókasavninum, hava í fleiri førum samstarvað m.a. um Bókadagar og tikið stig til Lesaravirðislønina, ið fyrstu ferð varð latin í 2024).
Man kann fáa vegleiðing í hvussu man skipar tiltøk, sum td. Lesiringar.
Kunnað verður um tiltøk hjá veitarabókasavninum, soleiðis at man kann antin kann samstarva ella kunna borgarar í síni kommunu um tiltøkini.
Vegleiðig í hvussu bókasøvnini miðla fysiskt tilfar.
Fólkabókasavnstænastur
Tænasturnar kunnu eisini fevna um at læna bøkur og annað tilfar út í eitt avmarkað tíðarskeið
Dømi: Fara á bókasøvnini við bókakassum – lán í 3 mðr.
Atgongd til fólkabókasavnstænastur í veitarakommununi
Eru ynski um aðrar fólkabókasavnstænastur, kann ískoytisavtala gerast, t.d.
Hava tiltøk
Bókavørður frá veitingarkommununi kemur á staðið at td. hava opið, kassera, hava bókakafé

- Fólkabókasøvn eru fyri øll
- Fólkabókasavnstænasta er ókeypis
- Fólkabókasøvn eru eitt stórt aktiv fyri eina kommunu - aðrastaðni brandar man býin við bókasavninum
- Bókasavnið er staðið, har man møtist óformelt og har man frítt og ókeypis kann tilogna sær vitan, samveru og mentan
- Sum fysiskt stað er tað týdningarmikið at hava góð hølisviðurskifti. Tað skal vera opið, atkomuligt og sjónligt
- Gott tilfar - aktuelt, hava góðsku, áhugavert og eftirspurt
- Eitt gott bókasavn er eitt livandi stað, sum er áhugavert og viðkomandi
- Eitt gott bókasavn keypir nýtt tilfar og beinir gamalt og ótíðarhóskandi tilfar burtur
- Vit hava nøkur bókasøvn, sum hava góða staðseting. Mitt í býnum td. í Fuglafirði, á Sandi og í Vági og so tey 3 veitarabókasøvnini

Koyriskipanin
Mikudag koyrir Innkeypsdeildin hjá Landsbókasvninum ímillum bygdir við bókum. Sum nakað nýtt hava vit sett eina royndarætlan í verk, sum partur av felags lánisamstarvinum millum bókasøvn, bæði innanlands og uttanlands. Koyrt verður ímillum nøkur av teimum størstu bókasøvnunum í Føroyum í fyribils eitt ár