Tilfarið á føroyskum bókasøvnum er sett upp eftir 10-talsskipanini. Setið tykkum í samband við okkum um tit hava áhuga fyri plakatini á tykkara bókasavni

Taka 10-talsskipanin niður sum pdf (plakat)

Øll fólkabókasøvnini í Føroyum hava møguleika til at veita e- og ljóðbøkur til teirra lánarar.

Talgildi pallurin eReolen er tøkur til okkum øll at brúka. 

Vegleiðingar, bæði sum pdf og video, finnur tú á heimasíðuni undir E-bókasavn her

Hvør lánari fær møguleika til at lána 4 ljóðbøkur og 5 e-bøkur um mánaðan. Á bæði eReolen og eReolen GO.

Hava tit spurningar til skipanina kunnu tit seta tykkum í samband við Rikke Borgaard á  rikkeb@lbs.fo ella til Tanyu Møller á tanyam@lbs.fo

 

Sólvá Torkilsdóttir hevur sniðgivið eitt bókamerki til at seta í tær bøkurnar á hillini, sum eisini finnast sum ljóðbøkur á eReolen.

Bókamerkini eru ókeypis og fáast við at skriva til tanyam@lbs.fo