Innkeypsdeildin keypir inn og ger tilfar (t.e.bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur) bókasavnsklárt til fólkabókasøvnini kring landið og til deildirnar á Landsbókasavninum t.e.útlánið á Landsbókasavninum og deildirnar á Setrinum, bæði tað tilfarið sum hoyrir til bókasavnið og granskingartilfar til granskarar og undirvísarar.

Hetta tilfar verður verifiserað, bílagt, pakkað út, sorterað og kvikskrásett í bókasavnsskipanina, Reindex.

Tá tilfarið er liðugt skrásett, fáa bøkurnar ryggmerki við uppstilling á og verða plastaðar.

 

Innkeypsdeildin sendir við jøvnum millumbili út tilboðslistar við føroyskum bókasavnstilfari, sum verður keypt inn, skrásett í bókasavnsskipanina og gjørt klárt til verkstaðið at plasta.

Tilfarið, sum skal til bókasøvnini uttan fyri Tórshavn, verður pakkað og koyrt út á bókasøvnini.

Landsbókasavnið umsitur eisini hald av tíðarritum og árbókum fyri bókasøvnini og ger tey klár til útláns.

 

Landsbókasavnið hevur havt egið bókbindaraverkstað síðani 1986.

Í dag eru tvey starvsfólk knýtt at verkstaðnum burturav. Sóleyg Kjærbæk, bókbindari og Tórunn

Olsen, bókasavnshjálpari. Sóleyg kom í læru á Landsbókasavninum sum bókbindari í grafiska

og miðlayrkinum í september 2001. Tær báðar taka sær av innbinding og plasting.

Á verkstaðnum er søla av plasti, grindlum og lánarakortum sum verða prentað á verkstaðnum, til bókasøvn kring landið.