Ritgerðir hjá lesandi í samfelagsvísindum - m.a. á SSD

Vilt tú vita, hvat onnur lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum og aðrastaðni fyrr hava skrivað um?
Lesandi hava fyrr fingið gleði og íblástur av ritgerðum, sum hava ligið á heimasíðuni hjá felagnum SamFelagið. Síðan er tíverri ikki virkin í løtuni, men vit hava funnið hana á Webarchive, og kunnu soleiðis vísa tykkum á síðuna umvegis leinkjuna niðanfyri.
Samstundis arbeiða vit uppá at fáa flutt ritgerðirnar yvir í ein felags grunn, so hvørt vit fáa rættindir og loyvir at goyma og geva atgongd til ritgerðirnar.

SamFelagið - Samfelagsvísindafelag Føroya