Hans Christian Andersen varð føddur í Odense 2. apríl 1805. Hann var sonur ein skómakara, og familja hansara livdi undir trongum korum. Longu tá hann var 11 ára gamal doyði pápi hansara, og hann kom á fátækraskúla at ganga.

Sum 14 ára gamal flutti H.C. Andersen til Keypmannahavnar. Her royndi hann seg við sangi og dansi á Det Kongelige Teater, men eftir hálvtannað ár slapp hann ikki á pallin aftur og mátti royna nýggjar leiðir. Hann ivaðist ongantíð í, at hann hevði stórar gávur, men hann visti ikki enn hvørjar gávurnar vóru. Hann skrivaði nøkur leikrit og sendi tey til Det Kongelige Teater, men tey vórðu ikki væl móttikin. Leiðslan avgjørdi tó at geva honum møguleika til at útbúgva seg og sendi hann á Latínskúla.

Í 1829, sama ár sum H.C. Andersen bleiv studentur, gav hann “Fodreise” og sjónleikin “Kjærlighed paa Nicolai Taarn” út. Hansara fyrsta rættiliga ævintýr var “Dødningen” sum kom út í 1830.

H.C. Andersen skrivaði bæði ævintýr, sjálvsævisøgur, skaldsøgur, ferðafrágreiðingar, sjónleikir og yrkingar. Harafturat fekst hann við at tekna og klippa myndir. Hann byrjaði at fáa viðurkenning mitt í 1830’unum fyri sínar skaldsøgur, men seinni bleiv hann heimskendur fyri síni ævintýr.


Myndir frá framsýning

Aftur til yvirlit
Hans Christian Andersen
2. apríl í ár eru 200 ár liðin síðani H.C. Andersen varð borin í heim, og í hesum sambandi verður hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni. Framsýningin lýsir lívsverkið hjá H.C. Andersen, men dentur verður lagdur á føroyskar tulkingar av verkum hansara.