Bókadagar 2022
Fólkabókasøvnini í framtíðini - endurhugsan av kjarnuuppgávuni
BÓKADAGAR 2022: Hvaðar eru fólkabókasøvnini á veg, og hvørjar umbroytingar eru neyðugar, fyri at tey framvegis skulu vera viðkomandi?
Stroyming her.
Lisbet Vestergaard frá donsku tankasmiðjuni Fremtidens biblioteker greiðir í høvuðsheitum frá menningini á bókasavnsøkinum í Norðurlondum tey seinastu árini og gevur síni boð um framtíðarútlitini.
Hon fer at tosa um trý ymisk rák, sum eyðkenna gongdina í okkara grannalondum.
Alsamt fleiri bókasøvn deila høli við onnur á frítíðar- og mentanarøkinum og samstarva við aðrar stovnar um at skapa góðar upplivingar fyri brúkaran.
Bókasøvnini leggja seg eftir at fáa fatur á teimum málbólkum, sum ikki halda seg hava brúk fyri fólkabókasøvnunum, t.d. teimum ungu.
Bókasøvnini royna at miðla talgildu tænasturnar betur og leggja seg eftir at knýta fysisku karmarnar/fysiska tilfarið tættari at talgildu tilboðunum.
Fyrilesturin vendir sær til politikarar og aðrar myndugleikar, til leiðarar og starvsfólk á bókasøvnunum, til øll við áhuga fyri framtíðar fólkabókasavninum og øll, sum vilja hava íblástur til menning av fólkabókasavnsverkinum.
Lisbet Vestergaard hevur starvast sum ráðgevi á Slots- og Kulturstyrelsen og hevur serliga arbeitt við menningarátøkum viðvíkjandi fólkabókasøvnunum og landsumfatandi lesiverkætlanum fyri børn og ung. Hon hevur verið verkætlanarleiðari fyri kanningar av lesi- og miðlavanum hjá børnum og ungum í 2017 og 2021. Og hon hevur verið akkersfólk fyri Danmarks Biblioteksforening í arbeiðnum við at orða “Oplæg til en national læsestrategi for børn og unge”, sum varð lagt fram í 2019.
Bókavarðafelagið, saman við teimum føroysku bókasøvnunum, skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið.