Regin í Líð: Bábelstornið. Bundið inn hevur Sóleyg Kjærbæk, bókbindari, til framsýningina Norðurlendsk Bókabind 2013. Innbindingin er hálvbind við skinnryggi. Tilfarið er leður, gullgylling og marmorerað pappír.

Framsýning Juli – august 2016


Bókbindarar & bókhandlar 1854 og fram til í dag

At binda bøkur inn hevur fyrst og fremst til endamáls at savna blaðsíðurnar og verja bókina. Hetta sæst aftur í inbindingini av teirri vanligu bókini, sum forløg og útgevarar lata binda inn, og sum er ætlað at verða keypt og lisin. Bókasøvnini hava leingi lagt seg eftir at binda bøkurnar væl inn, fyri at tær skulu halda til fleiri útlán ella verða varðveittar fyri eftirtíðina.
Innbinding av bókum var av fyrstan tíð eitt handverk, men er so við og við sum so nógv annað handverk vorðið til ídnað og maskinframleiðslu á verksmiðjum. Nærum uttan mun til um talan er um hand- ella ídnaðarinnbinding hevur tað týdning, at innbindingin onkursvegna speglar innihaldið ella hugmyndina um bókina sum mentanargrip.
Tað vita tey, sum selja bøkur, og tað vita eisini tey, sum binda inn bøkur í serligt skreytbind.
Nógv spyrja seg í dag, um innbundnar bøkur ikki eru við at fara í søguna. Innbinding er í hvussu er ikki eins viðkomandi, tá ið vit hava við talgildar bøkur at gera. Hetta ger tað meira átroðkandi at geva sær far um hetta serliga handverkið og royna at varðveita vitanina og lutirnar, sum lýsa handverkið.
Hjá bókasøvnunum er longu nú neyðugt at gera seg til reiðar at átaka sær uppgávuna at goyma og gera vanligu prentaðu bókina atkomiliga hjá komandi ættarliðum. Kanska hava vit meir enn nakrantíð brúk fyri einum bókasavni, og tá hugsa vit serliga um savn ella bókagoymslu, har bókin verður varðveitt, og har tað ber til at síggja bókina, sum hon einaferð var. Fleiri vóna helst av røttum, at tað verður seinur dagur, áðrenn so verður, og at vanligu bókini verður lív lagað.
Handverkið at binda inn bøkur er eisini gamalt í Føroyum. Fyrst í 20. øld vita vit um trý bókbindarí. H. N. Jacobsen (1832-1919) stovnaði fyrsta føroyska bókbindarí í Havn í 1854, D. J. Magnussen, ið var føddur 1882, byrjaði sum bókbindari á Tvøroyri í 1905, og Hjalmar Jacobsen (1889-1950) stovnaði sítt bókbindarí í 1911 eisini í Havn. Teir høvdu allir lært í Danmark.
Í 1919 byrjar Arne Gunnar Arnason úr Havn sjálvstøðugt bókbindarí. Seinni tóku sonurin Herluf Arnason (1902-1975) og dóttirin Anna Arnesen, sum bæði lærdu bókbinding hjá pápanum, yvir.
Herluf og konan Masa tóku sær Judith Jacobsen (1917-1994) til fosturs, og hon lærdi til bókbindara í Danmark og fekk sveinabræv í 1939. Herluf byrjaði í 1941 bókhandil í einum húsum á horninum Tórsgøtu-Sverrisgøtu í Havn, og har hevði Judith eisini bókbindarí. Vanliga var alt bókbindaraarbeiði gjørt við hond, men í 1957 keypti Judith sær hefti- og falsimaskinu.
Helge Justinussen (1927-2007) arbeiddi í nógv ár hjá H. N. Jacobsen, áðrenn hann fór niður at læra.
Í 1960 byrjar hann fyri seg sjálvan í Sverrisgøtu, men flytur síðan virkið niðan undir Krákugjógv. Tá ið mest var at gera í 1970’unum, hevði hann 12 fólk í arbeiði.
Seinni hava eisini verið onnur bókbindarí, men nú er meira vanligt at bøkur koma út maskinheftar, hóast instakar enn koma út í harðari premu.
Hans Jákup av Skarði (1946-2011) var í nógv ár bókbindari á Landsbókasavninum. Hann lærdi til bókbindara árini 1961 til 1965 hjá H. N. Jacobsens Bókahandli. Hann arbeiddi síðan uttanlands m.a. á Statsbiblioteket í Århus. Heimafturkomin miðskeiðis í 1980’unum hevði hann egið bókbindaravirki og bant inn fyri Landsbókasavnið og bygdabókasøvnini.
Hans Jákup fekk hálvdagsstarv sum bókbindari á Landsbókasavninum 1. august 1986 og flutti tá við egnum maskinum inn á Landsbókasavnið. 1. januar 1988 varð hann settur í fult starv.
Sóleyg Kjærbæk kom í læru á Landsbókasavninum sum bókbindari í grafiska- og miðlayrkinum í september 2001. Hans Jákup av Skarði var lærumeistari, og Sóleyg sigur frá, at hann var ein góður lærumeistari og legði dent á, at alt arbeiði skuldi vera væl frágingið. Sóleyg gjørdi sveinastykkið í desember 2004, og hon var útlærd sum handbókbindari í februar 2005. Hon hevur líka síðan verið í starvi sum bókbindari á Landsbókasavninum.


Erhard Jacobsen, leiðari.

Nordic bookbinding 2018

Framsýning á Landsbókasavninum av 72 handinnbundnum bókum úr norðurlondum 11. apríl - 15. mai. Fyrsta dagin tá framsýningin lat upp var  bókbindaraverkstaðurin opin og høvi var at hitta Sóleyg og Tórunna, sum dagliga starvast á verkstaðnum. 

Til framsýningina hevði Sóleyg Kjærbæk, bókbindari á Landsbókasavninum bundið inn bókina Barabara eftir Jørgen Frantz Jacobsen.