BÓKADAGAR Í NORÐURLANDAHÚSINUM 2020

Landsbókasavnið bjóðaði til framløgu, brævskriving og live-tónleik, 17. november, kl. 19:30.

Tað kostaði 50 kr. og var lýst soleiðis:

Brævaløtan - framløga, brævskriving og live-tónleikur

Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og tak pennin í hond!

Stefan Zweig segði, at brævskriving er eitt frálíkt listarligt úttrykk, tí tað er fyri øll. Í dag merkja sms og teldubrøv tó, at vit ofta eru eitt sindur óvand í kynstrinum at skriva brøv – men nú hevur tú møguleika at royna teg. Landsbókasavnið bjóðar til eitt kvøld við brævskriving.

Kvøldið byrjar við framløgu hjá Maluni Marnersdóttur um brævið sum sjangra. Aftaná verða brøv skrivað, og vit syrgja fyri brævpappíri, brævbjálvum og frímerkjum. Vit viðmæla tó, at tú sjálv/ur hevur skriviamboð við tær – soleiðis at tú kanst fáa gleðina av at skriva við tínum yndisblýanti- ella kúlupenni í hondini.

Vit bjóða kaffi, te, vatn og vín, og so hava vit bjóðað Jákupi Tórgarð, frá Musikkskúla Miðnámi til at spæla undir við góðum klavertónleiki, meðan skrivað verður.

Tiltakið er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og Norðurlandahúsið.