Tiltak á Landsbókasavninum 24. mars 2019 - V. U. Hammershaimb 1819-2019

2019 er merkisár í føroyskari mentanar- og málsøgu, tí í ár eru liðin 200 ár, síðan V.U. Hammershaimb varð føddur í Sandavági í 1819. Hetta hátíðarhildu vit á Landsbókasavninum við smærri fyrilestrum, framsýning, útgávu av nýggjum frímerki og útgávu av einum tematíðarriti av Frøði um m.a. V. U. Hammershaimb.

Í sambandi við tiltakið greiddi Kim Simonsen frá framsýningini og tiltakinum um Hammershaimb í sendingini hjá KVF, Nón. Lurta frá 1.23.00 fyri at hoyra samrøðuna.

 

Myndir frá tiltakinum