Bókadagar 2018
24.-25. nov. 2018 - Lurtistova
Á Bókadøgunum fer Landsbókasavnið at varpa ljós á týdningin av ljóðbókum, umframt at stimbra lurtihugin hjá fólki. Fólk – børn og ung so væl sum eldri - kunnu fara inn í hugnaligu lurtistovuna, seta seg væl til rættis í sofunum og lurta eftir ljóðbókum í friði og náðum. Í lurtistovuni verður eisini ymiskt annað, sum stimbrar og eggjar lurtihugin hjá fólki. Pláss er fyri átta fólkum í senn. Har verða sofur og avspælarar, umframt smátalarar. Fólk verða til staðar at hjálpa ljóðbókalurtarunum at finna søgur at lurta eftir.
25. nov. kl. 15. Fyrilestur og kjak: Hví hava ljóðbøkur so stóran týdning
Landsbókasavnið varpar ljós á týdningin av ljóðbókum. Elin Brimheim Heinesen, fyristøðufólk, heldur fyrst ein lítlan fyrilestur sum íblástur til kjak. Beint eftir fyrilesturin verður pallborðskjak við umboðum fyri ljóðbókabrúkarar og onnur, sum hava við ljóðbókaøkið at gera.
Endamálið við fyrilestrinum og pallborðskjakinum er at varpa ljós á vaksandi tørvin á ljóðbókum, hví so nógv hava brúk fyri ljóðbókum, hvørji tey eru, umframt vísa á, hví tað er so umráðandi, at størri játtan verður sett av til ljóðbókaframleiðslu og útbreiðslu.