Bókadagar 2018
Frágreiðing, fyrilestur og pallborðskjak um ljóðbøkur
Á Bókadøgunum var áhugavert tiltak við fyrilestri og pallborðskjaki sunnudagin 25. november 2018 kl. 15.00-16.00 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, sum Landsbókasavnið skipaði fyri. Landsstýrið og onnur áhugað fingu í hesum sambandi handað eina frágreiðing , sum Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk, hevur skrivað um støðuna á ljóðbókaøkinum í Føroyum í løtuni.
Fyrilesturin og pallborðskjakið tóku útgangsstøði í frágreiðingini. Til ber at lesa frágreiðingina, umframt lurta eftir fyrilestrinum og pallborðskjakinum niðast á hesi síðu.
Fyrst helt Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk á Landsbókasavninum, fyrilestur við heitinum "Hví hava ljóðbøkur so stóran týdning - og hvat kann gerast á økinum framyvir?" sum upplegg til eftirfylgjandi pallborðskjak.
Frágreiðingin lýsir hvørjir ljóðbókabrúkararnir eru og teirra stóra ónøktaða tørv á ljóðbókum. Harumframt lýsir hon viðkomandi ivaspurningar, sum politiska skipanin má taka stig til at svara, um føroyska ljóðbókatænastan skal gerast tíðarhóskandi. Niðurstøðan í frágreiðingini inniheldur nøkur ítøkilig tilmæli til, hvat politiska skipanin kann fara undir at gera her og nú - og framyvir. Tað var hetta, sum pallborðsluttakararnir umrøddu.
Eftir kjakið kundu øll, sum ynsktu tað, ogna sær eitt eintak av frágreiðingini.
Hesi luttóku í pallborðskjakinum:
- Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum
- Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevnd Løgtingsins
- Magnus Rasmussen, varalimur fyri Bjørn Kalsø í Mentanarnevnd Løgtingsins
- Annita á Fríðriksmørk, fyri Katrin Kallsberg, forkvinnu í Trivnaðarnevnd Løgtingsins
- Karin Kass, stjóri í Sjóndeplinum
- Tórun Sumberg, blindur ljóðbókabrúkari og forkvinna í Blindafelagnum
- Annika Katrin Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum fekk forfall
Sissal Kampmann, høvundur og útvarpsfólk var orðstýrari.
Niðanfyri eru leinki til omanfyrinevndu frágreiðing og fyrilesturin hjá Elini sum PDF-fíla, umframt ljóðfílur við fyrilestrinum og pallborðskjakinum aftaná. Harumframt er leinki til ein nýggjan faldara um ljóðbøkur.
"Hví hava ljóðbøkur so stóran týdning?" - fyrilestur eftir Elina Brimheim Heinesen
- Fyrilestur_ElinBHeinesen_Bokadagar2018.pdf (639.95 KB)
Niðanfyri ber til at lurta eftir fyrilestrinum hjá Elini Brimheim Heinesen, umframt eftir eftirfylgjandi pallborðskjakinum.
Í sendingini Nón, sum varð send 21. november 2018, vóru Bókadagarnir 2018 í Norðurlandahúsinum umrøddir. Landsbókasavnið nýtti, sum kunnugt, høvið til at varpa ljós á ljóðbókaøkið á Bókadøgunum.
Lurta m.a. eftir hesi samrøðuni, sum Sissal Kampmann hevði við Elina Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk, um ljóðbøkur og týdning teirra, í nevndu sending HER.