Granskingarmiðlan

26. januar 2022

23. februar kl. 16 heldur Lív Arge Simonsen fyrilestur á Landsbókasavninum við heitinum: At skúla kvinnur í Føroyum 1900-1914. Við denti á leiklutinum hjá áhugafeløgunum Dansk Kvindesamfund og De danske Atlanterhavsøer.

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.

Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.

Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.

Fyrsti fyrilestrahaldari hesa várhálvuna er Lív Arge Simonsen, sum hevur MA í søgu og stjórnmálafrøði og starvast í egnum virki, Søguskyni. Hon granskar korini hjá føroyskum kvinnum fyrst í 1900-talinum.

Lív fer at halda fyrilestur við heitinum: At skúla kvinnur í Føroyum 1900-1914. Við denti á leiklutinum hjá áhugafeløgunum Dansk Kvindesamfund og De danske Atlanterhavsøer.

Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli.

Verið vælkomin!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Hotspot á Landsbókasavninum hóskvøldið 2. mai kl. 17.00 og 18.30

Komið á Landsbókasavnið til eina sjónleikaframsýning hjá Teatergrad um kompleksa sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark. Sj… Les meira »


01. mai 2024
Leyst starv

Samskipari til móttøkuna á Landsbókasavninum Les meira »


01. mai 2024