Dreymsmiðjan

19. februar 2024

Villiniborgir millum tekst og mynd, ein prosessframsýning um at smíða dreymar vakandi - Framsýning hjá Rakel Helmsdal

Tey bestu hugskotini koma ikki úr leysum lofti, og sjáldan koma tey heldur av onkrum heilt greiðum einstøkum tanka. Hugskot eru heldur sum eitt slangu- og stigaspæl, har tú tilvildarliga lendir onkrastaðni og so rennur 20 trin upp ella dettur 18 stig niður. Tey eru samansett av øllum, tú upplivir, sært, hoyrir, lesur og sansar, júst sum tínir dreymar. Hugskot eru ofta júst sum dreymar, sum kortslutningar og knappligar samanrenningar, sum fáa teg at hugsa um slíkt, sum tú ikki visti, at tú ætlaði ella hevði áhuga fyri.

 Á framsýningini eru verk hjá høvundinum og listafólkinum Rakel Helmsdal frá teimum seinastu 10 árunum. Tað eru fyrst og fremst verk, har samband er millum tekst og mynd, antin tekstir, sum koma av myndum ella myndir, sum koma av tekstum, ella myndir og tekstir, sum eru risin upp úr somu tankasamanrenningum. Tað eru stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingar og sjónleikir, listagrafisk prent og trývíddarverk. Elsta verkið er Veiða vind og Toran gongur tað nýggjasta, meðan leikurin Dreymsjóneyka er eitt verk í gerð.

Í eina montruvegginum er ein lítil endurskapan av huglagnum í verkstaðnum, har verkini verða til. Har eru amboð og tilfar, sum dagliga verða nýtt, løgnir, funnir lutir og postkort savnað á ferðum og savnsvitjanum í øllum herðashornum eitt heilt lív. Eins og dreymar og sansanin av alheiminum er hetta partur av villiniborgunum millum myndir og tekstir.

Um listafólkið:

Rakel Helmsdal er høvundur og listafólk. Hon hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingar og leikir til menniskju heldur enn til aldursbólkar. Síðani 1995 hevur hon givið út 27 bøkur (summar týddar til nógv mál og tilnevndar og virðisløntar).  Hon hevur sagt søgur, síðani hon lærdi at tosa, skrivað síðani hon var 6-7, givið tekstir út og fingist við sjónleik síðani hon var 15-16, gjørt myndlist síðani 2011 og hon ætlar sær ikki at gevast at finna nýggjar vegir gjøgnum villiniborgirnar, fyrr enn hon er 6 føtur undir mold og kanska heldur ikki tá.

Sum menniskja og listafólk góðtekur hon ikki at verða sett í bás. Kassar eru ikki egnaðir til annað enn at læsa nakað inni í, list trívist ikki í avlæst. Heimurin er fullur av samfelagsligum ella mentanarligum mørkum og avmarkingum. Í huganum eru ongar avmarkingar, har finnast ongi mørk millum veruleika og dreym. Hon skrivar og skapar list fyri áhaldandi at kanna hetta markloysi sum listin uppstendur úr.

 Framsýningin stendur til hálvan august 2024


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024