Infomedia - Milliónir av greinum á netinum  :)

13. februar 2019

Visti tú, at á Landsbókasavninum og á summum bókasøvnum í Føroyum, er ókeypis atgongd til greinasavnið hjá Infomedia við milliónum av greinum úr donsku avísunum, faktíðarritum og vikubløðum?

 

Infomedia-greinasavnið inniheldur greinar úr donsku bløðunum ( - Politiken, Kristeligt Dagblad, Weekendavisen, Ekstra Bladet og mong onnur) heilt frá 1990-unum og fram til dagin í dag. Um donsk, føroysk og útlendsk viðurskifti. Faktíðarrit og vikubløð frá nýggjari tíð, eru eisini tøk at leita í (Alt for damerne, Psykologi, Ugeskrift for læger og mong onnur)

Um tú ert stødd/ staddur á Landsbókasavninum slepst inn á greinasavnið, antin frá okkara teldum her, ella frá tíni egnu teldu/ telefon, um tú loggar inn á okkara gestanet.

Far inn á heimasíðu okkara á www.lbs.fo, vel ‘Talgilt tilfar’ uppi í ovasta bjálka, og skrolla niður og trýst á ‘Infomedia’.

So er klárt at kava niður í donsku bløðini! Gott bæði til uppgávuskriving, research, áhuga og kunning.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024