Alexandur Kristiansen 70 ár

23. apríl 2019

ALEXANDUR KRISTIANSEN 70 ÁR

Í dag, 23. apríl, blívur Alexandur Kristiansen 70 ár. Alexandur hevur verið sera virkin sum skald og er kendur fyri sínar barnarímur og yrkingar. í Bókmentasøgu hjá Árna Dahl (1983) stendur m.a. at lesa: "Alexandur hevur sjáldsama góðar týðaragávur, og serliga hevur hann lagt seg eftir at týða og umyrkja barnasangir úr grannamálunum. Nógv av hesum tilfari er komið í »Barnablaðið«, og í 1977 gav hann part av tí út undir heitinum »Kannubjølluvísur«. Hann hevur eisini týtt gitnu bókina »Tann lítli prinsurin«, 1979, eftir Antoine de Saint-Exupéry."

Alexandur fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1977, og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 1983 og 2003.

Alexandur er fuglfirðingur og verður dagurin hildin við almennum tiltakið í Fuglafirði í kvøld, har Sprotin leggur fram eitt savn við týðingum.

Landsbókasavnið ynskir Alexandur Kristiansen hjartaliga til lukku við degnum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Sólvør Henriksen

Seinastu greinar

Hotspot á Landsbókasavninum hóskvøldið 2. mai kl. 17.00 og 18.30

Komið á Landsbókasavnið til eina sjónleikaframsýning hjá Teatergrad um kompleksa sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark. Sj… Les meira »


01. mai 2024
Leyst starv

Samskipari til móttøkuna á Landsbókasavninum Les meira »


01. mai 2024