Heimurin hjá Edwardi / The World of Edward

11. juni 2019

Summarframsýningin á Landsbókasavninum 2019 / Summer Exhibition at the National Library of the Faroe Islands 2019

Edward Fuglø er føddur í Klaksvík í 1965. Í 1991 tók hann útbúgving á Danmarks Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering. Listarliga arbeiðið hjá Edwardi er umfatandi, bæði í tøkni og í mongd. Umframt at hann málar og teknar, hevur hann eisini gjørt pallmyndir, búnar, skrivað barnabøkur og myndprýtt ein hóp av bókum, bæði egnar og hjá øðrum.

Í 1995 fekk Edward Fuglø barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 2001 fekk hann Nordisk Børnebogspris. Í 2008 varð hann tilnevndur Vestnordisk Råds Børne- og Ungdomslitteraturpris fyri barnabókina Apollonia, sum er við á framsýningini. Eisini hevur hann lutikið á framsýningum víða um.

Edward’sa myndir fortelja, tulka og prýða. Myndaevnið er litfagurt heimligt tó eisini fremmant, ævintýrakent, realitiskt og súmbolskt. Her kunnu vit droyma okkum inn í ein heim har alt ber til og kava niður í smálutir.

Á framsýningini eru útvaldar bøkur og upprunamyndir. Til ber at vitja framsýningina, tá Landsbókasavnið er opið. Framsýningin er til mánaðarskiftið september/oktober. Verið hjartaliga vælkomin.

Bøkurnar eru til láns á bókasøvnum kring landið.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Leyst starv

Samskipari til móttøkuna á Landsbókasavninum Les meira »


01. mai 2024
Rundferð í framsýningini Dreymasmiðjan eftir Rakel Helmsdal

Týskvøldið 30. apríl kl. 19:30 á Landsbókasavninum Les meira »


30. apríl 2024