Tíðindi
Fyrilestur á Landsbókasavninum um hondverkið at gera standmyndir
Hóskvøldið 8. august klokkan 19.30, verður fyrilestur um handverkið at gera standmyndir.
Fyrilestrahaldarin er Pontus Kjerrman, sum seinastu 35 árini hevur undirvíst í gipsstoyping við Kunstakademiets Billedhuggerskole í Keypmannahavn.
Pontus Kjerrman varð sjálvur upptikin við Kgl Danska Kunstakademi í 1979.
Pontus Kjerrman hevur júst givið út bókina: Formning og støbning - stuk og skulpturteknikker, sum er skrivað við støði í tí undirvísingartilfari, ið hann hevur gjørt gjøgnum árini sum lektari á Kunstakademinum.
Fyrilesturturin tekur støði í lívslangu royndunum hjá Pontusi Kjerrman í stoypiteknikkum og sum listamaður.
Møguleiki verður at keypa bókina aftaná fyrilesturin.
See Less
Seinastu greinar
Samskipari til móttøkuna á Landsbókasavninum Les meira »
Týskvøldið 30. apríl kl. 19:30 á Landsbókasavninum Les meira »