Regin Dahl: Framsýning og tiltak

Sunnudagin 4. november 2018 var Landsbókasavnið karmur um 100 ára hátíðarhald fyri Regini Dahl.

Skráin var hendan:

Lea Kampmann spældi eitt lag eftir Regin Dahl
Annika Smith landsbókavørður bjóðaði vælkomin
Hanus Kamban hugleiddi um Regin Dahl
Kim Simonsen segði frá um frímerki ið kom út til høvið

Í steðginum legði Posta fram frímerkið og signeraði fyrstadagsbjálvar.

Eftir steðgin legði Knút Háberg Eysturstein nýggju bók sína fram, “Heimurin ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”.
Halgir Winther Poulsen presenteraði nýggja yrkingasavnið “Dansa við deyðans grindir” eftir Regin Dahl, og Heðin Klein las upp úr yrkingasavninum.
Lea Kampmann endaði við at tulka eitt lag eftir Regin Dahl

 

 

Røðan hjá Anniku Smith

 

MYNDIR FRÁ TILTAKINUM