Skaldsøgulistin

Skaldsøgur fyri vaksin, ið upprunaliga eru skrivaðar á føroyskum 1909-2020
Arbeitt verður støðugt við listanum. Um tú hevur viðmerkingar ella uppískoyti til listan, ert tú vælkomin at skriva til okkara.

1909

Bábelstornið / Regin í Líð

- Tórshavn : Hitt føroyska bókmentafelagið, 1909. - 262 síður

Lýsing

Fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli.
Politisk ættarsøga. Vit fylgja húsfólkunum á tveimum gørðum um trý ættarlið. Umframt at lýsa samskifti millum menniskju í gerandisdegnum leggur høvundurin hendingarnar til tey politisku so livandi árini umleið 1950. Sagt verður m.a. frá um stríðið millum føroyskt og danskt og afturhaldið í Føroyum mótvegis teimum, ið hava leitað sær út um eingjagarðarnar at vinna sær útbúgving.

Aðrar útgávur

2. útgáva, endurprent ; Tórshavn : Emil Thomsen, 1987. - xxxiv, 262 síður.
Endurskoðað útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2011. - 226 síður. - ISBN 9789991871738
Útgivin sum ljóðbók í 2009, Olivur Næss lesur
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2011. - ISBN: 9789991871486

Prentað eintøk

1. útgáva - óvist, men í brævi til Símun av Skarði frá dana, sum biður lata seg fáa eintak av skaldsøguni, sigur hann seg hava frætt, at hon bert er útkomin í 80 eintøkum.

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina

Bábelstornið : føroysk skaldsøga / X. - Tingakrossur ; 22-06-1910.
Rasmus Rasmussen og Bábelstornið : ritgerð til exam. art. próvroynd í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum / Guðrun J. Gaard. - Tórshavn : G. Gaard, 1985. - 28 síður.
Fyrsta føroyska skaldsøgan : Regin í Líð: Bábelstornið : evni og hugsjónir hennara : ritgerð / Tummas Lenvig. - Klaksvík : T. Lenvig, 1995. - 135 síður.
Dialog i Babelstårnet : analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab / Kirsten Brix. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2002. - 282 síður.
Bábelstornið / Mannbjørn Jacobsen. - Oyggjatíðindi ; 07-04-2004. - síða 10-11 og 15.

Annað

Regin í Líð er dulnevni hjá Rasmusi Rasmussen.
Skaldsøgan stóð í Tingakrossi sum framhaldssøga, nevnd "Ættarbregi". (Tingakrossur 1908 nr. 43-53 og 1909 nr. 1-49).
Lisin upp í ÚF av Oskari Hermanssen 01-06-1966.
Lisin upp í ÚF av Olivur Næss í 1988.

1927

Aðru ferð : ein framtíðarmynd / Victor Danielsen.

- Tórshavn : V. Danielsen, 1927. - 62 síður

Lýsing

Andalig skaldsøga um hvussu Kristus afturkoma kann hugsast at fara fram í einari føroyskari bygd.

Aðrar útgávur

2. nakað broytta útgáva, Tórshavn : Norrøna forlagið, 1946. - 69 síður.
3. útgáva, Vestmanna : Ivan Jacobsen, 1962. - 76 síður.
4. útgáva, Gøtu : Leirkerið ; Fuglafirði : Nýggja forlagið, 1991. - 104 síður.
5. útgáva, Gøta : Leirkerið ; Fuglafirði : Nýggja forlagið, 2012. - 70 síður. - ISBN 9789991845449

Prentað eintøk

3. útgáva, 10.000 eintøk.

Bókaraðið er

Aðru ferð ; Nei - lyftið sveik ikki.

Okkurt um bókina

Aðru ferð / Føroya Sosialdemokratur ; 14-10-1946.
Aðru ferð / Dagblaðið ; 13-11-1962.
Okkurt smávegis um bókina er at lesa í fororðunum til 2., 3., og 4. útgávu.
 

Beinta : skaldsøga / H. A. Djurhuus.

- Tórshavn : [s.n.], 1927. - 157 síður.

Lýsing

Skaldsøgan byggir á søgnina um sorinskrivaradóttrina, hina vøkru, men hjartaleysu Beintu, sum giftist við trimum prestum, Harra Jónasi á Viðareiði, Harra Nielsi í Vágunum og at enda við vágapresti, Peder Arrheboe.

Okkurt um skaldsøguna

Peder Arrheboe í søgn, søgu og skaldskapi : serritgerð exam. art. prógv / Hartmann Joensen. - Tórshavn : H. Joensen, 1981. - síða 22-35.
Hvør var Beinta? / Birgit Remmel. - Kvinnutíðindi ; (1990). - síða 14-21 og 33-34.
Omkring Barbara : en antologi / William Heinesen ... [et al.]. - Frederiksberg : Fisker & Schou, 1997. - síða 43-71.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - síða 21-22.
Livets geniale relief : omkring Jørgen-Frantz Jacobsens roman Barbara / Jógvan Isaksen. - Kbh. : Fisker, 2001. - síða 69-75.

Aðrar útgávur

Útgivin sum ljóðbók í 1987, Kristina Øster lesur

Annað

Prentað sum framhaldssøga í Dimmalatting nr. 69 1927 til nr. 9 1928.
Prentað í: Ritsavn : sjeynda bók / Hans A. Djurhuus. - Tórshavn : H.N. Jacobsens Bókahandil, 1970.
Lisin upp í ÚF av Kristinu Øster 18-03-1978.

1930-1939

Lognbrá : skaldsøga / Heðin Brú.

- Tórshavn : Varðin og Merkið, 1930. - 151 síður

Lýsing

Um drongin Høgna og uppvøkstur hansara í einari føroyskari bygd í 1920'unum. Barndómurin hjá Høgna roynist alt annað enn lystiligur. Einki samljóð er foreldranna millum, og í hesum sálarliga ótrygga heimi, fyltur av happing og høggum, mistrívist smádrongurin og byggir sær upp egnu dreymaverð.

Aðrar útgávur

2. útgáva, Tórshavn : H. Brú, 1964. - 146 síður.
3. útgáva, fotografiskt endurprent av 1. útgávu, Tórshavn : Emil Thomsen, 1971. - 151 síður.
4. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 145 síður.
5. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 190 síður. - ISBN 9789991871950
Útgivin sum ljóðbók í 1987, Hans Thomsen lesur.
Útgivin sum ljóðbók í 2010, Einar Joensen, lesur.
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991873312

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er

Lognbrá ; Fastatøkur.

Okkurt um bókina

Lognbrá / [s.n.]. - Tingakrossur ; 17-12-1930.
Tvær merkiligar bøkur / SaS. - Skúlablaðið ; 1. árgangur, nummar 1 (1931). - síða 16.
Nýggj føroysk skaldsøga / Chr. Matras. - Dimmalætting ; 28-01-1931.
Lognbrá / Rikard Long. - Varðin ; bind 11, hefti 3-4 (1931). - síða 127-128.
Heðin Brú fekk M. A. Jacobsens heiðurslønina / [s.n.]. - Tingakrossur ; 03-10-1964.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 18-35.

Týðingar

Svenskt: Berättelsen om Högni / Niels Edberg och Sigfrid Lindström. - Lund : Gleerups Förlag, 1939.
Danskt: Högni : roman fra Færøerne / Ingrid H. Bruzelius. - Kbh. : Jespersen og Pios Forlag, 1940.
Italskt: Högni : romanzo delle Faer-Öer / Piero Monaci. - Casa Editrice Mondadori, 1942.
Spanskt: Högni / Angel Giménez Ortiz. - Barcelona : Hispano Americana de Ediciones, 1946.
Hálendskt: Högni / C.W. van Utenhove-Romswinckel. - Den Haag : Ad. M.C. Stok, o.u. 1955.

Annað

Heðin Brú fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.
Lisin upp í ÚF av Einari Joensen 28-10-1965.

 

Fastatøkur : skaldsøga / Heðin Brú

Tórshavn : Varðin, 1935. - 205 síður

Lýsing
Um unga drongin Høgna og lív hansara sum sjómaður. Her verður sjólívið lýst í góðum og ringum løtum, í ódn og í logn á fiskileið, á heimferð og heima millum túrar.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : H. Brú, 1965. - 198 síður.
3. útgáva, fotografiskt endurprent av 1. útgávu, Tórshavn : Emil Thomsen, 1971. - 205 síður.
4. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 201 síður.
5. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 219 síður. - ISBN 9789991871967
Útgivin sum ljóðbók í 1987, Hans Thomsen lesur.

Handrit
Maskinskrivað handrit í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er
Lognbrá ; Fastatøkur.

Okkurt um bókina
Fastatøkur / Chr. Matras. - Varðin ; bind 15, hefti 7-8 (1935). - síða 247-249.
Um føroysk bókaummæli / Rikard Long. - Varðin ; bind 15, hefti 7-8 (1935). - síða 249-250.
Fastatøkur / L.Z. - Tingakrossur ; 01-04-1936.
Lognbrá, Fastatøkur og Endurminningar : ein samanburður millum samfelags- og persónslýsingarnar / Svanna Hanusardóttir. - Tórshavn : S. Hanusardóttir, 1981. - 36 bl.
Skaldskapurin hjá Heðini Brú / Caren Sandquist. - Varðin ; bind 54, hefti 3-4 (1987). - síða 8-17.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 18-35.

Týðingar
Svenskt: Berättelsen om Högni / Niels Edberg och Sigfrid Lindström. - Lund : Gleerups Förlag, 1939.
Danskt: Högni : roman fra Færøerne / Ingrid H. Bruzelius. - Kbh. : Jespersen og Pios Forlag, 1940.
Italskt: Högni : romanzo delle Faer-Öer / Piero Monaci. - Casa Editrice Mondadori, 1942.
Spanskt: Högni / Angel Giménez Ortiz. - Barcelona : Hispano Americana de Ediciones, 1946.
Hálendskt: Högni / C.W. van Utenhove-Romswinckel. - Den Haag : Ad. M.C. Stok, o.u. 1955.

Annað
Heðin Brú fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.
Lisin upp í ÚF av Einari Joensen 06-11-1996.

1940-1949

Feðgar á ferð.

- Tórshavn : Varðin, 1940. - 159 síður

Lýsing

Søgulig skaldsøga um føroyska samfelagið í broyting frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, lýst við søguni um feðgarnar Ketil og Kálv.

Aðrar útgávur

2. útgáva, Tórshavn : Forlagið framhald, 1951. - 102 síður.
3. útgáva, fotografiskt endurprent av 1. útgávu, Tórshavn : Emil Thomsen, 1971. - 159 síður.
4. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1976. - 191 síður.
5. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 132 síður.
5. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 142 síður. - ISBN 9789991871943
Útgivin sum ljóðbók í 1987, Marius Johannesen lesur
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991873732

Handrit

Maskinskrivað handrit í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina

Feðgar á ferð / William Heinesen. - Tingakrossur ; 23-12-1940.
Feðgar á ferð / Ole Jacobsen. - Útiseti ; bind 2 (1947). - síða 170-171.
Feðgar á ferð / Johan Nielsen. - Oyggjaskeggi ; nummar 1-2 (1952). - síða 3.
Feðgar á ferð : ein lýsing av einum samfelagi í broyting / eftir Finnboga Arge. - Tórshavn : F. Arge, 1977. - 25 bløð.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 48-79.

Týðingar

Íslendskt: Feðgar á ferð / Aðalsteinn Sigmundsson. - Rekjavik : Víkingsútgáfan, 1941.
Danskt: Fattigmandsære / Gunnvá og Povl Skårup. - Kbh. : Gyldendal, 1962.
Norskt: Fattigfolk på ferde / Ivar Eskeland. - Oslo : Den Norske Samlaget, 1964.
Týskt: Des armen Mannes Ehre : roman / Alfred Anderau. - Zürich : Flamberg, 1966.
Grønlendskt: Nîsarnarssuíngôk / Jørgen Fleischer. - Godthåb : Det Grønlandske Forlag, 1967.
Pólskt: Honor biedaka / Henryk Anders og Maria Krysztofiak. - Poznañ : Wydawnictwo Poznañskie, 1970.
Enskt: The old man and his sons / John F. West. - New York : Paul S. Eriksson, 1970.
Týskt: Ketil und die Wale / Ernst Walter. - Rostock : Hinstorff, 1971.
Svenskt: Fattigmans heder / Birgitta Hylin. - Sth. : Bokförlaget Pan/Norstedts, 1977.

Annað

Brot úr bókini vóru prentað í Varðanum 1936, 1937 og 1938.
Heðin Brú fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.
Lisin upp í ÚF av Mariusi Johannesen 13-11-1969.

 

Fiskimenn / Martin Joensen

Tórshavn : Norrøna forlagið, 1946. - 322 síður

Lýsing
Ein samfelagslýsing um gerandislig viðurskifti fyrst í 20. øld og hvørja ávirkan, hesi viðurskifti hava havt á menniskjuni.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : M. Joensen, 1966. - 322 síður.
3. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1977. - 362 síður.
4. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1982. - 362 síður.
Skúlaútgáva, Tórshavn : Føroya skúlabókagrunnur, 2003. - 440 síður.
6. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 338 síður . - ISBN 9789991871936
Útgivin sum ljóðbók í 1987 og 2010, Einar Joensen lesur.
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991876054

Prentað eintøk
Skúlaútgávan 1500 eintøk.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er
Fiskimenn ; Tað lýsir á landi.

Okkurt um bókina
Klippfiskatíðin / W. Heinesen og Heðin Brú. - Føroya Sosialdomokratur ; 22-02-1947.
Fiskimenn / [s.n.]. - Tingakrossur ; 19-03-1947.
Fiskimenn / M.J. - Skúlablaðið ; 15. árgangur, 2. hefti (1947). - síða 31.
Dygdarverk / Sverri Egholm. - Úrval ; 1. árgangur, nummar 1 (1965). - síða 188-190.
Virðingin fyri veruleikanum / Turið Joensen. - Varðin ; bind 47, hefti 1-2 (1980). - síða 45-104.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - síða 29-32.

Týðingar
Norskt: Fiskarmenn / Lars Moa. - Oslo : Samlaget, 2013. - ISBN: 9788252180909

Annað
Frá 1937 fram til 1944 stóðu nakrir kapitlar av skaldsøguni í Varðanum.
Høvundurin fekk í 1962 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Klokkan ringir (1962), Tað lýsir á landi (1952), Útrák (1949), Fiskimenn (1946).
Lisin upp í ÚF av Einari Joensen 13-01-1972.

 

Nei - lyftið sveik ikki / Victor Danielsen

Tórshavn : Norrøna forlagið, 1947. - 102 síður

Lýsing
Andalig skaldsøga, ið viðgerð afturkomu Harrans, mest soleiðis sum henda hending fer at verða fyri tey, sum verða tikin við tá ið Harrin kemur.

Aðrar útgávur
2. óbroytta útgáva, Fuglafirði : Nýggja forlagið, 1962. - 114 síður.
3. og nakað broytta útgáva, Gøtu : Leirkerið, 2000. - 126 síður.

Bókaraðið er
Aðru ferð ; Nei - lyftið sveik ikki.

Okkurt um bókina
Eitt stutt bókaummæli / Ismar Joensen. - Dagblaðið ; 21-05-1948.
Nei - lyftið sveik ikki eftir Victor Danielsen / msv. - Dagblaðið ; 16-11-1962
Bókaummæli / [s.n.]. - Røddin ; 3. árið, nummar 11-12 (1972). - síða 225.

Annað
Brot úr skaldsøguni vóru prentað í tíðarritinum "Røddin" 3. árið, nummar 11-12 (1972).

1950-1959

Hitt ævinliga gonguverkið / H.M. Eidesgaard.

- Tórshavn : Eysturlund, 1952. - 152 síður

Lýsing

Lýsing av føroyska bóndasamfelagnum. Greit verður frá arbeiðshættum tær ymsu ársins tíðir, bæði á sjógvi og landi, bæði inni og úti.

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Aðrar útgávur

Útgivin sum ljóðbók í 1993, Høgni Joensen lesur

Okkurt um bókina

Hitt ævinliga gonguverkið / Karsten Hoydal. - 14. september ; 08-12-1952.
Hitt ævinliga gonguverkið / K-s. - Dimmalætting ; 13-12-1952.
Hitt ævinliga gonguverkið / Heðin Brú. - Føroya Sosial-Demokratur ; 31-12-1952.
Hitt ævinliga gonguverkið / [s.n.]. - Norðlýsið ; 02-01-1953.
Stavsetingin í "Hinum ævinliga gonguverkinum" / Jeffrei Henriksen. - Skúlablaðið ; 21. árgangur, 4. hefti (1953). - síða 57-59.
Bókaummæli / Tjalvi. - Tingakrossur ; 04-02-1953.
Ein stjørna er tendrað / J.P. Heinesen. - Dagblaðið ; 20-11-1962.
"Hitt ævinliga gonguverkið" / [s.n.]. - Fríu Føroyar ; 13-04-1984.
Hans Marius Eidesgaard 10 ár / Hanus A. Samuelsen. - Varðin ; bind 54, hefti 3-4 (1987). - síða 65-80.

Annað

Brot úr skaldsøguni vóru prentað í Varðanum 1926, 1927 og 1928.
Lisin upp í ÚF av Høgna Joensen 24.02.1981

 

Tað lýsir á landi / Martin Joensen.

- Tórshavn : Varðin, 1952. - 344 síður

Lýsing

Um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættarstríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.

Aðrar útgávur

2. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1977. - 360 síður.
3. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1982. - 360 síður.
4. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 388 síður ISBN 9789991871929
Útgivin sum ljóðbók í 1990 og 2010, Hans Thomsen lesur.
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991876061

Handrit

Partar av handritinum eru í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er

Fiskimenn ; Tað lýsir á landi.

Okkurt um bókina

Tað lýsir á landi / Karsten Hoydal. - 14. september ; 19-01-1953.
Tað lýsir á landi / [s.n.]. - Kvinnutíðindi ; nummar 2 (1953). - síða 35.
Tað kókar undir loki / William Heinesen. - Føroya Sosial-Deomkratur ; 16-02-1953.
Virðingin fyri veruleikanum / Turið Joensen. - Varðin ; bind 47, hefti 1-2 (1980). - síða 45-104.
Hvør eigur flaggknappin? / Martin Næs. - Fuglafirði : Sprotin, 1995. - síða 50-53.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - síða 29-32.

Annað

Høvundurin fekk í 1962 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Klokkan ringir (1962), Tað lýsir á landi (1952), Útrák (1949), Fiskimenn (1946).
Lisin upp í ÚF av Hans Thomsen 30-01-1983.

 

Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : J.P. Heinesen, 1958. - 210 síður
Lýsing
Høvundurin viðger eitt evni, ið ikki er ókent, heldur ikki sum frumverk hjá yngri høvundum: droymarin, skaldið, sum tráar eftir vakurleikanum, men ongar sømdir fær frá jarðbundnu medmenniskjum sínum og sum at enda doyr ungur, fátækur, einsamallur og vanvirdur.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : Føroya lærarafelag, 1981. - 207 síður.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara / Valdemar Poulsen. - 14. September ; 16-08-1958.
Yrkjarin  úr Selvík og vinir hansara / Sverri Egholm. - Dagblaðið ; 25-07-1958.
Yrkjarin úr Selvík / Karsten Hoydal. - Varðin ; bind 35, hefti 1-2 (1962). - síða 79-83.
Vakurleikadyrkarin og samfelagið / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 05-08-1982.

Annað
Lisin upp í ÚF av høvundinum 03-05-1980.

1960-1969

Tú upphavsins heimur / Jens Pauli Heinesen.

- Tórshavn : J.P. Heinesen, 1962-1966. - 3 bind. - 409 síður

Lýsing

Í bygdini Leirun eydnast tað fólkaøsaranum Balthasari at fáa eitt rimmar tak á almenningshugsanini. So við og við fær hann í lag eitt einræðisstýri, men illa roynist hann á royndarstund - tá roynist hugsjónarmaðurin ólíka betur, hann, ið bjóðar hinum tøkniliga heiðinskapinum og hini materialistisku skurðgudadyrkanini av í stríð, sum hugsar meira um fólksins væl enn um tokka fólksins.

Aðrar útgávur

2. útgáva, nógv broytt - Kollafirði : Árting, 1990. - 320 síður.
3- útgáva. - Vestmanna : Sprotin, 2012. - 386 síður. - ISBN: 9789991873305 
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991876030

Prentað eintøk

2. útgáva, 1200 eintøk.

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina

Tú upphavsins heimur / Rikard Long. - Dagblaðið ; 30-11-1962.
Tú upphavsins heimur / O.M. - 14. september ; 23-05-1962.
Tú upphavsins heimur / Heðin Brú. - Varðin ; bind 35, hefti 3-4 (1962). - síða 161-164.
Tú upphansins heimur II / Povl Skårup. - Dimmalætting ; 27-06-1964.
Upphavið endað / Hanus A. Samuelsen. - Úrval ; 2. árgangur, nummar 1 (1966). - síða 44-48.
Tættir úr skaldskapi Jens Paula Heinesens : politikkurin, sálarfrøðin, motivlíkheit við Sjúrðarkvæðið / Jákup Lamhauge. - Tórshavn : J. Lamhauge, 1981. -36 bløð.
Drúgvar innantanna røður og stórur spenningur / Malan Simonsen. - Brá ; 10. árgangur, nummar 17 (1991). - síða 81-82.

Týðingar

Týdd til enskt, men ikki útkomin.

Annað

Tú upphavsins heimur I - Tórshavn : Egið forlag, 1962. - 143 síður.
Tú upphavsins heimur II - Tórshavn : Egið forlag, 1964. - síða 149-271 
Tú upphavsins heimur III - Tórshavn : Egið forlag, 1966. - síða 277-409
Lisin upp í ÚF av Sverra Fon 23-11-1962.

 

Leikum fagurt ... / Heðin Brú

Tórshavn : H. Brú, 1963. - 195 síður

Lýsing
Skaldsøgan viðger tey politisku viðurskiftini í Føroyum í árunum millum báðar heimsbardagarnar, og er eisini ein lýsing av kærleikanum millum ta búnu seymikonuna Elsbu og unga læraraskúlanæmingi Tormann. Hetta eru broytingartíðir, har tað politiska tilvitið búnast, einki verður spart, vet lesa um mótmælisfundir, átrunaðarliga ørkymlan, val og stórar kjakfundir.

Aðrar útgávur
2. útgáva, fotografiskt endurprent - Tórshavn : Emil Thomsen, 1971. - 195 síður.
3. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 196 síður.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Leikum fagurt ... / G. - Framin ; desember 1963. - síða 14-15.
Leikum fagurt / Marius Johannesen. - Skúlablaðið ; nummar 10 (1963). - síða 150-152.
"Leikum fagurt ..." / Sámal Johansen. - Sosialurin ; 18-09-1963.
Sálarliga spillandi lestur / Ungmannafelagslimur. - 14. September ; 15-01-1964.
Leikum fagurt / Hans Thomsen. - Varðin ; bind 36, hefti 3-4 (1964). - síða 139-142.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 93-104.

Týðingar
Norskt: Kom, la oss leike! / Asbjørn Hildremyr. - Oslo : Dag og Tid. Norsk avis for kommentar og debatt, 1974/75. (Er prentað sum framhaldssøga)

Annað
Høvundurin fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.

 

Nógv ímillum : kristilig skaldsøga / Hans J. Ellingsgaard

Tórshavn : Kirkjuliga Missiónsfelagið, 1968. - 85 síður

Lýsing
Í bókini verða lýstar tær broytingar, sum fóru fram á andaliga økinum, serstakliga meðan høvundurin var ungur.

Prentað eintøk
Prentað í 2.000 eintøkum.

Okkurt um bókina
Tríggjar heilt stuttar umrøður:
Nógv ímillum / [s.n.]. - Tingakrossur ; 02-02-1968.
Nýggj bók / [s.n.]. - Sosialurin ; 03-02-1968.
Kristilig skaldsøga / [s.n.]. - 14. September ; 29-01-1968.

1970-1979

Men lívið lær : skaldsøga / Heðin Brú.

- Tórshavn : Varðin, 1970. - 321 síður

Lýsing

Ein samfelagslýsing og kærleikssøga, sum fer fram seinast í 18. øld og fyrst í 19. øld, tá stórar broytingar fara fram í Føroyum.

Aðrar útgávur

2. útgáva, fotografiskt endurprent : Tórshavn : Emil Thomsen, 1971. - 321 síður.
3. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 339 síður.
Skúlaútgáva, Tórshavn : Føroya skúlabókagrunnur, 2001. - 416 síður. ISBN: 99918-0-281-9.

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina

Hann fær byr, ið bíðar, og havn, ið rør / William Heinesen. - 14. september ; 09-01-1971.
Men lívið lær / [s.n.]. - Tingakrossur ; 19-03-1971 framhald 30-03-1971.
"Men lívið lær" / t.a.d. - Sosialurin ; 03-03-1971.
Ríkandi málburður í fátæksligum skaldsøguhami / René Hjelm. - Dimmalætting ; 10-11-2001. Skái síða 4.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 115-126.

Annað

Skúlaútgáva, Tórshavn : Føroya skúlabókagrunnur, 2001. - 416 síður. ISBN: 99918-0-267-3 (feilprent - bókin bleiv innafturkallað).
Høvundurin fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.

 

Rannvá / Dagmar Joensen-Næs

Tórshavn : D. Joensen-Næs, 1971. - 114 síður

Lýsing
Søga bygd á frásøgnina um Rannvá í Skúvoy, sum verður neyðtikin av kommadantinum á Skansanum og dømd at búseta seg í óbygdum.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : D. Joensen-Næs, 1980. - 114 síður.
3. útgáva, Tórshavn : D. Joensen-Næs, 2008. - 115 síður.
Útgivin sum ljóðbók í 1987, Kristina Øster lesur.
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin 2015, Kristina Øster lesur. - ISBN: 9789997251268 / mp3 1972

Prentað eintøk
1. útgáva er prentað í 2000 eintøkum.
2. útgáva er prentað í 2000 eintøkum.
3. útgáva verður prentað eftir tørvi. 

Okkurt um bókina
Rannvá / B. - Dimmalætting ; 31-07-1975.
Roknaði við at verða gjørd til grin, um hon varð givin út / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 27-08-1980.
Føroysk sólskinsøga úr Hoolywood / jan. - Sosialurin ; 24-11-1992.
Eingin Hollywood spegilsmynd / Dag. - Sosialurin ; 05-12-1992.
Samanprentaða lagnusøgan um Rannvá hóskar ikki sum filmsrit / Hjørdis Djurhuus. - Dimmalætting ; 23-01-1993.

Annað
Lisin upp í ÚF av Kristinu Øster 15-11-1969.

 

Tað stóra takið / Heðin Brú

Tórshavn : Emil Thomsen, 1972. - 251 síður

Lýsing
Bókin lýsir broytingartíðina um 1900, tá føroyska samfelagið frá at vera bóndasamfelag burturav broytist til eitt fiskivinnusamfelag.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1979. - 256 síður.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Tað stóra takið / M.I. - Tingakrossur ; 29-12-1972.
Tað stóra takið / [s.n.]. - Sosialurin ; 30-12-1972.
Tað stóra takið / Sámal Johansen. - Varðin ; bind 41, hefti 1-2 (1973). - síða 104-110.
Loystur úr fjøtrum : um skaldskapin hjá Heðini Brú / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - síða 140-151.

Annað
Høvundurin fekk í 1964 bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri skaldskap hansara í bundnum og óbundnum máli.
Heðin Brú er dulnevni hjá Hans Jacob Jacobsen.
Lisin upp í ÚF av Olivur Næss 25-09-1987.

 

Frænir eitur ormurin : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : J.P. Heinesen, 1973. - 466 síður

Lýsing
Gudmund, sum veksur upp úti í Havnardali búnast politiskt í einum vinstravendum umhvørvi og sum blaðungur gerst hann oddamaður í landsins næststørsta flokki Vinstraradikala. Mótstøðuflokkurin Kapitalistaflokkurin verður stýrdur av Tídrikki Tídriksen, sum eigur risafyritøkuna Frænir. Eirindaleyst stríðast hesir menn, hesar hugsjónir hvør móti øðrum, tjóðskaparkensla, frælsis- og framburðshugsan móti afturhaldi og peningavaldi.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Frænir eitur ormurin / Karsten Hoydal. - 14. september ; 08-06-1973.
"Frænir eitur ormurin" / Gunnar Hoydal. - Varðin ; bind 42 (1974). - síða 138-142.
Tættir úr skaldskapi Jens Paula Heinesens : politikkurin, sálarfrøðin, motivlíkheit við Sjúrðarkvæðið / Jákup Lamhauge. - Tórshavn : J. Lamhauge, 1981. - [2], 36 bløð. 
"Frænir eitur ormurin / [s.n.]. - Fríu Føroyar ; 06-04-1984.
Frænir eitur ormurin - dens politiske og kunstneriske program : fyrilestur / Malan Simonsen. -Budapest : IASS, 1992. - 6 síður. - (Literature as Resistance and Counter-Culture).
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Annað
Høvundurin fekk í 1973 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri Frænir eitur ormurin.
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 03-09-1984.

 

Rekamaðurin / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1977. - 117 síður

Lýsing
Hetta er søgan um rekamannin Sámal Matias, men eisini søgan um mannin, ið leitar eftir lívsins stóra reka, finnur hann, missir hann og fer aftur at leita.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni. 

Onnur uppløg og útgávur
Nýggj útgáva. - Vestmanna : Sprotin, 2016. - 124 síður. - ISBN 9789997212009

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 1991, Oskar Hermansson lesur.
Útgivin sum ljóðbók - mp3 - í 2013, Oskar Hermansson lesur. - ISBN: 9789991872735

Okkurt um bókina
Rekamaðurin / Rói Paturson. - Skeggin ; nummar 4 (1978). - síða 11.
"Eg havi altíð verið góður við rekamannin" / [s.n.]. - Sosialurin ; 18-01-1978.
Rekamaðurin / Hanus A. Samuelsen. - Varðin ; bind 45, hefti 3-4 (1978). - síða 266-268.
Stórfingin skaldsøga / Dagny. - Sosialurin ; 13-01-1993.
Føroyski Hemingway / Gustaf Widén. - Dimmalætting ; 14-01-1993.
En färöisk Chaplin / Kaj Svensson. - Helsingborgs Dagblad ; 03-10-1993.
Færeyskt meistaraverk / [s.n.]. - Bókaklúbbur AB fréttabréf, 1995, 4 tbl. - síða 1-2.

Týðingar
Norskt: Rekgods / Asbjørn Hildremyr. - Oslo : Fonna, 1985.
Svenskt: Vrakgods : roman / Birgitta Hylin. - Otalampi : Sahlgrens Förlag AB, 1992.
Íslendskt: Rekamaðurinn / Jón Bjarman. - Reykjavík : Almenna bókafélagið, 1995. 

Annað
Lisin upp í ÚF av Oskari Hermansson 01-07-1979.

 

Skitsur : býurin og stórbýurin / Magnus Dam Jacobsen

Bagsværd : M.D. Jacobsen, 1977. - 164 síður

Lýsing
Vit fylgja í bókini teimum trimum brøðrunum Johnny, Harry og Tonni, sum hvør umboðar sítt lyndiseyðkenni og teimum fólkunum, ið teir hitta á lívsleiðini. Hetta er eitt hart, í mangar mátar eirindaleyst umhvørvi, sagt verður frá, við gleðigentum, drankarum, hálvum og heilum brotsmonnum.

Okkurt um bókina
Skitsur / Óli Dahl. - Norðlýsið ; 09-09-1977.
Skitsur / -n. - Dimmalætting ; 06-09-1977.
"Skitsur" / William Smith. - Dimmalætting ; 06-09-1977.
At skriva seg burtur úr neyðini / Høgni Djurhuus. - Magn ; 2. árgangur, nummar 7 (1977).
Byurin og stórbyurin / Jógvan Isaksen. - Framin ; 15. árgangur, nummar 6 (1977). - síða 7.
Skitsur / Rói Paturson. - Oyggjaskeggi ; nummar 7 (1977). - síða 5.
Brot úr dagbók / Magnus Dam Jacobsen. - Oyggjaskeggi ; nummar 8 (1977). - síða 7.
Skitsur - Býurin og stórbýurin / Gunnar Hoydal. - Varðin ; bind 44, hefti 3-4 (1977). - síða 224-229.

 

Osvald : skaldsøga / Valdemar Poulsen

Tórshavn : Bókagarður, Emil Thomsen, 1978. - 269 síður

Lýsing
Upp til skúlaaldur er Osvald eins og hini børnini, men tá ið hann kemur í skúla, lærir hann ikki at lesa - hann er orðblindur. Lærarin metir tí, at Osvald er býttur, og síðani verður hann viðfarin sum býttur.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1982. - 269 síður.

Handrit
Maskinskrivað handrit í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Lærarin segði Osvald vera býttan og tá lærarin visti alt, varð hann eftir tað viðfarin sum býttlingur / [s.n.]. - Sosialurin ; 23-12-1978.
Osvald / -n. - Dimmalætting ; 28-12-1978.
Osvald / M.I. - Tingakrossur ; 08-12-1978.
Osvald / Jákup Thorsteinsson. - Bókatíðindi ; 7. árgangur, nummar 1 (1978). - síða 6-10.
Osvald / Jógvan Isaksen. - Framin ; 17. árgangur, nummar 7-8 (1979). - síða 7-8.
Ummæli í úrtíð / Hanus A. Samuelsen. - Dagblaðið ; 02-04-1980.
Osvald / Hans Thomsen. - Varðin ; bind 47, hefti 1-2 (1980). - síða 121-122.
Osvald / Jórun, Jákup og Annelisa. - Skúlablaðið ; 49. árgangur, hefti 5 (1981). - síða 69-71.
Martin Næs og Osvald / M.I. - Tingakrossur ; 04-11-1983.
"Osvald" / [s.n.]. - Fríu Føroyar ; 24-02-1984.

Annað
Handritið vann 2. virðisløn í skaldsøgukapping, sum Bókmentafelagið Varðin útskrivaði í 1975. 4 handrit komu inn.


Abbastova : skaldsøga / Louis Zachariasen

Tórshavn : Bókagarður, Emil Thomsen, 1978. - 169 síður

Lýsing
Skaldsøgan er ein tíðarmynd av gamla bóndasamfelagnum og av viðurskiftunum í Føroyum undir monopolhandils- og embætismannavaldi.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : Emil Thomsen, 1982. - 169 síður.

Okkurt um bókina
Bókaummæli Abbastova og Sóttin svarta / M.I. - Tingakrossur ; 22-12-1978.
Abbastova - Sóttin svarta / pn. - Dimmalætting ; 19-12-1978.
Abbastova / Hans Thomsen. - SMS-blaðið ; nummar 16 (1979).

Annað
Skaldsøgan stóð í fimm brotum í Jólablaðnum Følv árini frá 1955 til 1959.
Lisin upp í ÚF av Oskari Hermanssen 02-09-1971.

 

Tey telgja sær gudar : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1979. - 133 síður

Lýsing
Um tríggjar brøður og hvussu teir royna at fáa innihald í tann heldur fátæksliga gerandisdagin.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók í 1990, Jens Pauli Heinesen lesur.

Okkurt um bókina
Andalig føði / Arnbjørn Danielsen. - Sosialurin ; 10-11-1979.
Tey telgja sær gudar / -n. - Dimmalætting ; 17-11-1979.
Nakrar føroyskar bøkur útkomnar í 1979 / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 19-12-1979.
Undirlutakenslur sum drívkraft / Jógvan Isaksen. - Framin ; 18. árgangur, nummar 2 (1980). - síða 6-7 og 14.

Annað
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 10-01-1986.

 
Seinnapartur / Carl Johan Jensen

Tórshavn : C.J. Jensen, 1979. - 59 síður

Lýsing
Bókin lýsir samveruna millum tveir rótleysar unglingar, sum tráa eftir einum tilverugrundarlagi. Temaið í bókini er ein hending  - eitt dráp - har báðir eru høvuðspersónarnir: annar sum drápsmaður og hin sum offur.

Okkurt um bókina
Tilvildin ræður / Jógvan Isaksen. - Framin ; 17. árgangur, nummar. 5-6 (1979). - síða 28-31.
Seinnapartur / Erhard Jacobsen. - Varðin ; bind 46, hefti 3-4 (1979). - síða 242-243.
Seinnapartur / t-dj. - Dagblaðið ; 26-06-1979.
Bókaummæli: Seinnapartur / Janus Sørensen. - Oyggjatíðindi ; 26-09-1979.
"Havi ongar ljósareyðar dreymar um at skriva fyri nøkrum ávísum samfelagsbólki" / [s.n.]. - 14. september ; 23-06-1979.
Æviga leitanin eftir eini meining / [s.n.]. - Magn ; 4. árgangur, nummar 6 (1979).

1980-1989

Nú ert tú mansbarn á foldum : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen.

- Tórshavn : Gestur, 1980. - 162 síður

Lýsing

Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað

Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 1

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli.

Handrit

Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Aðrar útgávur

Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2001 (kasettubond) og 2015, Jens Pauli Heinesen lesur. - ISBN: 9789997251664 / fløga. - ISBN:  9789997251671 / mp3

Okkurt um bókina

Nú ert tú mansbarn á flodum / D.J. - Tingakrossur ; 19-12-1980.
Bókaummæli / Bókavinur. - Dimmalætting ; 18-11-1980.
Nú ert tú mansbarn á foldum / Gunnar Hoydal. - Varðin ; bind 48, hefti 1-2 (1981). - síða 154-157.
Føroyski mentunarpallurin : greinir og ummæli / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1983. - síða 220-229.
Bláfelli nærkast / Bergljót Joensen. - Brá ; 3. árgangur, nummar 5 (1984). - síða 80-83.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Hvør eigur flaggknappin / Martin Næs. - Fuglafirði : Sprotin, 1995. - síða 67-70.
Jens Pauli Heinesen á týskum / Ingolf S. Olsen. - Dimmalætting ; 24-05-2002.

Týðingar

Týskt: Ein Kind hier auf Erden : ein Roman von den Färöern / Otmar Werner. - Essen : Meysenburg, 2002.

Annað

Lisin upp í ÚF av høvundinum 15-06-1982.

 

Lýsir nú fyri tær heimurin : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1981. - 126 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 2.

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Lýsir nú fyri tær heimurin / Hans Thomsen. - Tingakrossur ; 18-12-81.
Ikki endurminningar - tað mesta fiktión / [s.n.]. - Sosialurin ; 05-12-1981.
Uppvøkstur og menning / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 03-07-1982.
Bláfelli nærkast / Bergljót Joensen. - Brá ; 3. árgangur, nummar 5 (1984). - síða 80-83.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin,  2016, Sverri Egholm lesur. - ISBN: 9789997251930 / fløga. - ISBN: 9789997251947 / mp3

Annað
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 16-01-1987

 

Leikur tín er sum hin ljósi dagur : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1982. - 167 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 3

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni

Okkurt um bókina
Lív og deyði / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 04-09-1982.
Leikur tín er sum hin ljósi dagur / Hans Thomsen. - SMS-blaðið ; nummar 45 (1982).
Leikur tín... / -n. - Dimmalætting ; 24-08-1982.
Bláfelli nærkast / Bergljót Joensen. - Brá ; 3. árgangur, nummar 5 (1984). - síða 80-83.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Týðingar
Svenskt: Din lek är som den ljusa dagen / Inge Knutsson (ikki útkomin sum bók enn, handritið er í varðveitslu á Føroya landsbókasavni).

Annað
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1987.
Lisin upp í ÚF av Jógvani Arge 14-03-1988.

 

Lívsins summar / Oddvør Johansen

Tórshavn : Orð og Løg, 1982. - 175 síður

Lýsing
Um gentuna Noru og barnaár hennara í Havnini í fimtiárunum.

Prentað eintøk
Prentað í 2000 eintøkum.

Handrit
Handritið er maskinskrivað, høvundurin veit ikki at siga ikki hvar tað er.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 1987, Birita Mohr lesur.

Okkurt um bókina
Jørðin er full av føðandi mammum / Dagny Joensen. - Sosialurin ; 09-12-1982.
Burtur úr tøgnini / Turið S. Joensen - Brá ; 1. árgangur, nummar 2 (1982). - síða 82-84.
Kvinnoroman från Färöarna / Maria Ågren. - Upsala Nya Tidning ; 12-09-1983.
Føroyski mentunarpallurin : greinir og ummæli / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1983. - síða 360-364.
Samrøða við Oddvør Johansen um bókina Lívsins summar / Ebba Hentze. - Kvinnutíðindi ; nummar 1 (1983). - síða 3-5 og 8-9.
Skønheden i alting / Claus Grymer. - Kristeligt Dagblad ; 01-05-1985.
Lívsins summar fekk stórfingna svenska móttøku / Ivo Holmqvist. - 14. September ; 29-01-1986.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Týðingar
Danskt: Livets sommer / Ebba Hentze - Kbh. : Vindrose, 1985.
Svenskt: Livets sommar / Sonja Carlberg - Sth. : Atlantis, 1985.

Annað
Oddvør Johansen fekk í 1983 virðisløn M.A. Jacobsens fyri "Lívsins summar"

 

Markleys breiðist nú fyri tær fold : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1983. - 192 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 4

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni

Okkurt um bókina
Barnaárini lokin / á.d. - Fríu Føroyar ; 25-11-1983.
Barnaárini farin aftur um bak / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 07-01-1984.
Ein lívsfyltur heimur / pn. - Dimmalætting ; 16-06-1984.
Bláfelli nærkast / Bergljót Joensen. - Brá ; 3. árgangur, nummar 5 (1984). - síða 80-83.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Annað
Lisin upp í ÚF av Olivur Næss 22-05-1989

 

Lokkalogi : skaldsøga / Marianna Debes Dahl

Tórshavn : Fannir, 1984. - 160 síður

Lýsing
Ein skaldsøga um útbúgvingar- og búsetingarár hjá trimum konufólkum og trimum mannfólkum, sum øll hava tað til felags, at tey eru hugsjónarfólk.

Okkurt um bókina
Alt er politikkur / Erhard Jacobsen. - 14. september ; 24-11-1984.
Fyrsti login úr nýkyndum eldi / dp. - Fríu Føroyar ; 16-11-1984.
Lokkalogi / Hóri. - Oyggjatíðindi ; 23-11-1984.
Rúgvismikið, men kensluleyst / A. Joensen. - Dagblaðið ; 09-01-1985.
Hvat er politikkur? / Malan Johannesen. - Brá ; 4. árgangur, nummar 7 (1985). - síða 82-84.
Lokkalogi og Hanna og Hóri / M.I. - Varðin ; bind 52, hefti 1-2 (1985). - síða 121-124.
Gerandisdagurin er politiskur / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 05-01-1985.
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 240 síður.
Hvør eigur flaggknappin / Martin Næs. - Fuglafirði : Sprotin, 1995. - síða 67-70.

Annað
Lisin upp í ÚF av Margretu Næss 26-12-1984.

 

Eitt dýpi av dýrari tíð : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1984. - 131 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 5

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Lívið er gáva - eitt dýpi av dýrari tíð / [s.n.] - Suðuroyar-tíðindi ; 14-03-1985.
Veraldaruppgávumaðurin / M. Hansen. - Sosialurin ; 02-04-1985.
Eitt dýpi av dýrari tíð / Bergljót Joensen. - Brá ; 4. árgangur, nummar 7 (1985). - síða 79-80.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
At taka dagar ímillum : um at ummæla og eitt úrval av ummælum / Jógvan Isaksen. - Tórshavn : Føroya skúlabókagrunnur, 1988. - síða 62-64.

Týðingar
Svenskt: Eitt dýpi av dýrari tíd = (Ett djup av dyrbar tid) / Birgitta Hylin - Í Rallarros ; nr. 1 (57) (1985). - síða 30-39. Brot úr skaldsøguni. 

Annað
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 20-04-1990.

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2015, Sverri Egholm lesur. - ISBN:  9789997251572 / fløga. - ISBN 9789997251589 / mp3

 

Hall : skaldsøga / Steinbjørn B. Jacobsen

Tórshavn : S. Jacobsen, 1984. - 134 síður

Lýsing
Hallur er afturkomin til Føroya eftir lokna útbúgving innan roknskaparfrøði. Hann hevur fingið starv og skal nú finna seg til rættis í føroyska samfelagnum í 80'unum, har pengarnir sita í hásætinum. Hallur sær, at alt ruggar ikki rætt, men kennir seg máttleysan.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Tórshavn : S. Jacobsen, 1985. - 134 síður.
Útgivin sum ljóðbók í 2000, Høgni Joensen lesur.

Prentað eintøk
1. útgáva yvir 1300 eintøk.
2. útgáva 500 eintøk.

Handrit
Bæði maskinskrivað og handskrivað handrit í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Hall / Elin Súsanna Jacobsen. - Sosialurin ; 22-12-1984.
Fyrsta vaksnamannaskaldsøga Steinbjarnar / [s.n.]. - 14. september ; 12-12-1984.
Hallur er eingin glaðingarmaður / á.d. - Fríu Føroyar ; 11-01-1985.
Hall / Martin Næs. - Skúlablaðið ; 53. árgangur, 4. hefti (1985). - síða 186-188.
Maðurin, ið misti sambandið við umheimin ella tann burturvilsti grannskoðarin / Jógvan Isaksen. - Brá ; 4. árgangur, nummar 7 (1985). - síða 70-74.

Annað
Lisin upp í ÚF av Høgna Joensen 08-02-1988.

 

Onglalag : skaldsøga / Marianna Debes Dahl

Tórshavn : Fannir, 1986. - 130 síður

Lýsing
Um gentuna Guddu, sum kemur úr einum trúgvandi umhvørvi á bygd. Hon fer til Keypmannahavnar at ganga í skúla. Samstundis fer ein persónlig og politisk menning fram. Hon fær nýggjar vinir í skúlanum og við teimum kemur hon upp í altjóða samhugaarbeiði til frama fyri flóttafólk.

Okkurt um bókina
Valið millum tann víða sjónarringin og longsulin heim / dp. - Fríu Føroyar ; 21-11-1986.
Tigandi genta / Lydia Didriksen. - Brá ; 6. árgangur, nummar 11 (1987). - síða 80-82.
Onglalag / Kirsten Brix. - Kvinnutíðindi ; 23 árgangur, nummar 2 (1987). - síða 19-21.
Av himni á fold / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 20-08-1988.
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 240 síður.

 

Tað heita summarið : skaldsøga /Høgni av Heiði

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1987. - 136 síður

Lýsing
Rithøvundurin roynir við bankandi hjarta og bersøgnum orðum at siga okkum ta søguna, ið vesturlendsku fjølmiðlarnir ikki máttu siga um Viet Nam tann tíð tað var. Tað heita summarið er hóast lýsingina av krígsins ræðuleikum kortini ein lovsangur til lívið og kærleikans mátt, sum fær fólk at tora at gera tað ómøguliga.

Onnur uppløg og útgávur
2. upplag av 1. útgávu, 1988.
Nýggj útgáva. - Vestmanna : Sprotin, 2013. - 143 síður. - ISBN 9789991876528
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789991876764 

Okkurt um bókina
At taka dagar ímillum : um at ummæla og eitt úrval av ummælum / Jógvan Isaksen. - Tórshavn : Føroya skúlabókagrunnur, 1988. - síða 147-152.
Ein heit bók / Høgni Djurhuus. - Miðskiftan ; 23-03-1988.
Føroyskum skaldskapi tørvar eina nýrealistiska framsókn / Carl Joensen. - Sosialurin ; 21-01-1988.
Tað heita summarið / Oddvør Johansen. - Brá ; 8. árgangur, nummar 13/14 (1989). - síða 111-112.
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - síða 95-106.

 

Deyðin sendir apríl / Einar Petersen

Sørvági : Scorpio, 1987. - 93 síður

Lýsing
Fyrsta føroyska krimisøgan. Ein føroyingur mynstrar umborð á einum skipi, har vápnasmugling, morð og aðrar gátuførar hendingar fara fram. "Deyðin sendir apríl" er fyrsta krimiskaldsøga skrivað av føroyingi á føroyskum.

Handrit
Handritið til donsku tíðingina er í varðveitslu hjá Karsten Larsen.

Okkurt um bókina
Deyðin sendir apríl / art. - Fríu Føroyar ; 30-10-1987.
Viðtal við Einar Petersen / art. - Fríu Føroyar ; 30-10-1987.
"Deyðin sendir apríl" / [s.n.]. - Dagblaðið ; 14-10-1987.
Við deyðanum í hondini / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 23-10-1987.
Spenningur fyri hvørja krónu / Sverri Djurhuus. - 14. september ; 31-10-1987.
Føroyskur krimi-filmur / art. - Fríu Føroyar ; 22-03-1991.
Lukretia : samlað verk / Einar Petersen. - Sørvági : Ytstifjóðringur, 2004. - síða 16-18.
"Deyðin sendir apríl" er ummæld í einum Glugga í SVF tann 29-11-1987. Manningin umborð á Bliki ummælir bókina, innslagið er uml. 13 min.

Annað
Áður prentað í Myndablaðnum Nú, 1985-1986.
Seinni prentað í Lukretia : samlaða verk / Einar Petersen. - Sørvági : Ytstifjóðringur, 2004. - síða 29-122.
Lisin upp í ÚF av Jógvani Arge 24-06-1989.
Útgivin sum ljóðbók í 1991, Hugin Eide lesur.
Karsten Larsen, sum hevur búð fleiri longri tíðarskeið í Føroyum, hevur týtt bókina til danskt, men danska týðingin er ikki útgivin enn.
Ætlanir hava eisini verið frammi um at svenski filmsleikstjórin Staffan Julén skuldi gera bókina til film.

 

Faldalín : skaldsøga / Marianna Debes Dahl

Tórshavn : Fannir, 1988. - 196 síður

Lýsing
Skaldsøgan lýsir eina kvinnu, sum frá barni mennist til eina sjálvstøðuga og sterka menniskju av royndum sínum: hon missir tíðliga móður sína, verður send á kostskúla í Danmark og fer síðani at læra til sjúkrasystur, kemur í samband við føroyingar í Keypmannahavn og giftist. Ein kvinnuskaldsøga í nútímans kvinnurørslumerking.

Okkurt um bókina
Faldalín / dp. - Fríu Føroyar ; 11-11-1988.
Tann hin fríða Faldalín / Malan Simonsen. - Brá ; 8. árgangur, nummar 13/14 (1989). - síða 107-111.
Kvinnulagna ella politisk lagna? / Helena Dam á Neystabø. - Kvinnutíðindi ; nummar 1-2 (1989). - síða 58.
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 240 síður.

Annað
Lisin upp í ÚF av Margretu Næss 30-01-1989.

 

Dælt er manni vitandi orð / Óli Dahl

Tórshavn : Fannir, 1988. - 119 síður

Lýsing
Eitt slag av endurminningarskaldsøgu, sum eisini var tann einasta skaldsøgan, Óli Dahl skrivaði.

Okkurt um bókina
Eg minnist úr gomlum søgum / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 17-05-1988.
Lænt frá orðataki / [s.n.]. - Sosialurin ; 12-05-1988. (Stutt umrøða).
"Dælt er manni vitandi orð" / Fannir. - Fríu Føroyar ; 06-05-1988. (Stutt umrøða).

 

Í andgletti : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1988. - 167 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 6.

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli.

Okkurt um bókina
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Hvør dagur bókadagur / [s.n.]. - Sosialurin 19-11-1988. (Stutt umrøða).

Annað
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 14-06-1990.

Handan fyri havið - býurin og bygdin / Magnus Dam Jacobsen
Tórshavn : Exlibris, 1988. - 141 síður

Lýsing
Um rithøvundin Tonni. Hann hevur glæsiligar ætlanir, men hansara argasti fíggindi, drykkjuhugurin, setir í heilum fót fyri hann. Vovin inn í hesa frásøgn er søgan um uppvøkstur høvundsins og um Havnina í krígsárunum.

Okkurt um bókina
Handan fyri havið / pn. - Dimmalætting ; 08-11-1988.
Sælar løtur og ørilsi á eggjartromini / Elin Súsanna Jacobsen. - Sosialurin ; 19-11-1988.
"Eg havi verið við havsins botn stundum uppi við ský" / Árni Dahl. - Fríu Føroyar ; 20-01-1989.
Fagnaðarsongur til lívið og gerandisdagin / Jógvan Isaksen. - Brá ;  9. árgangur,  nummar 15 (1990). - síða 73-75. 

Annað
Lisin upp í ÚF av Hans Thomsen 16-01-1989.

1990-1999

Barn undir krígnum / Elin Mortensen

Tórshavn : Føroya lærarafelag, 1990. - 136 síður.

Lýsing

Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack

Aðrar útgávur

2. útgáva, Tórshavn : Føroya lærarafelag, 2010. - 123 síður. - ISBN 9789991817798
Útgivin sum ljóðbók í 2000 (kassettuband) og 2009 (fløga), Elin Mortensen lesur

... hvørt við sínar náðir : ein skaldsøga / D. P. Danielsen

Tórshavn : Fannir, 1990. - 246 síður

Lýsing

Søguligi karmurin er niðursetubygdin, har alt skal byrja av nýggjum, og høvundurin lýsir við hegni og hugflogi menniskjuni og tær lívstreytir, ið vórðu teimum settar. Úr samrøðunum stíga persónarnir fram, og bygdin gerst ein heimur, har tað hevur eydnast høvundinum at skapa hugtakandi og fjølbroytta mynd av mannalyndinum. 

Okkurt um bókina

Sjúti og sjey ára gamal við síni fyrstu skaldsøgu / Poul S. Nybo. - Dimmalætting ; 29-12-1990.
... hvørt við sínar náðir / mdd. - Fríu Føroyar ; 11-01-1991.
Frískligt kjaftaslit / Malan Simonsen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 61-62.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 63-65.
Skaldslig søga ella søgulig skaldsøga / Malan Marnersdóttir. - Fróðskaparrit ; 44. bók (1996). síða 23-42.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Aðrar útgávur: 

Útgivin sum ljóðbók í 2001, Birita Mohr lesur.

Annað

Dánjal Pauli Danielsen vanliga kallaður D.P. Danielsen.
D.P. Danielsen fekk í 1990 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri ".. hvørt við sínar náðir".
Lisin upp í ÚF av Hans Thomsen 04-11-1991. 

Skert flog / Bergtóra Hanusardóttir

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1990. - 147 síður

Lýsing

Søgan um Sunnivu er lýsing av lívinum hjá føroyskari kvinnu, fødd fyri aldarskiftið.

Onnur uppløg

2. upplag av 1. útgávu 1991.

Aðrar útgávur:

Útgivin sum ljóðbók í 2003, Katarina Nolsøe lesur.

Prentað eintøk

1. upplag prentað í 1000 eintøkum.
2. upplag prentað í 500 eintøkum.

Handrit

Høvundurin hevur handritið í varðveitslu.

Okkurt um bókina

Nýggj skaldsøga / [s.n.]. - 14. september ; 27-10-1990. (Stutt umrøða).
Skert flog / Malan Simonsen. - Brá ; 10. árgangur, nummar 16 (1991). - síða 65-66.
Longsulin eftir at sleppa upp í part / Hanus Andreassen. - Sosialurin ; 27-04-1991.
Sverri Egholm ummælti í útvarpssendingini "Mentunartátturin" bókina tann 20. november 1990.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 65-68. 

Blíð er summarnátt á Føroyalandi / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1990. - 263 síður

Lýsing

Krimisøga. Blaðmaðurin Hannis Martinsson rannsakar umstøðurnar, tá ein kvinnuligur starvsfelagi doyr av vanlukku. Hann verður varugur við, at greinarøðin, ið kvinnan skrivaði um seinna heimsbardaga, møguliga hevur eitthvørt við deyða hennara at gera.

Onnur uppløg

2. upplag av 1. útgávu 1991.
3. upplag av 1. útgávu 1996.
4. upplag av 1. útgávu 2003.
5. upplag av 1. útgávu 2010. - ISBN 9789991843070

Aðrar útgávur:

Útgivin sum ljóðbók í 2009, Kári Mouritsen lesur.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 1

Okkurt um bókina

Ummæld í Útvarpi Føroya 04-12-1990 av Eyðuni Andreassen.
Blíð er summarnátt á Føroyalandi / Nicolina Dahl. - Fríu Føroyar ; 18-01-1991.
Nýggj skaldsøga / Vónsvikin. - Dimmalætting ; 16-02-1991. (Heilt stutt viðmerking).
Spennandi krimi - men uttan bit / Randi Jacobsen. - Sosialurin ; 23-02-1991.
Blíð er summarnátt á Føroyalandi / 1. R við Gøtugjógv. - Dimmalætting ; 18-04-1991.
International krimi fra Færøerne / Mogens Brøndsted. - Morgenposten Fyens Stiftstidende ; 20-10-1991.
Færøsk højspænding / Preben B. Christensen. - Aktuelt ; 23-10-1991.
Chandler på Færøerne / Per Borgaard. - Jydske Vestkysten ; 28-10-1991.
Forrygende drama på Færøerne / L. - Jyllandsposten ; 08-10-1991.
En krigsforbryder krydser sit spor / Torben Krogh. - Information ; 12-12-1991.
Føroysk undirhaldssøga / Bergur Hansen. - Oyggjaskeggi ; nummar 1 (1991). - síða 10-12.
Brotsgerðin er innflutt / Ivan Niclasen. - Brá ; 10. árgangur, nummar 16 (1991). - síða 69-71.
Tú gerst pøstur / Heri Kragesteen. - Brá ; 10. árgangur, nummar 16 (1991). - síða 73-75.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 68-69.
Altjóða krimieyðkenni / Marna Jacobsen. - Varðin ; bind 73 (2006). - síða 147-166.

Týðingar

Danskt: Blid er den færøske sommernat / Kirsten Brix - Valby : Vindrose, 1991.
Íslendskt: Ljúf er sumarnótt í Færeyjum / Ásgeir Ásgeirsson þýddi - Reykjavík : Uglan, 1994.
Týskt: Mild ist die färöische Sommernacht : Kriminalroman / Christel Hildebrandt - Münster : Petterson, 1995.
Danskt: Blid er den færøske sommernat (2. útgáva) / Povl Skårup - Hedehusene : Torgard, 2011.

Annað

Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 23-01-1991. 

Tvey : skaldsøga / Martin Næs

Tórshavn : Fannir, 1990. - 106 síður 

Aðrar útgávur:

Útgivin sum ljóðbók í 2000, Hans Jacob Hermansen lesur.

Lýsing

Samtíðarlýsing úr føroyska samfelagnum. Heimafturkomin úr Danmark, roynir Bjarki at laga seg eftir føroyskum viðurskiftum. Umframt góða løn fær hann eisini limaskap í tí rætta klubbanum.

Okkurt um bókina

"Tvey" / B. - Dimmalætting ; 12-06-1990.
Tvey / Jústinus Eidesgaard. - Oyggjatíðindi ; 13-06-1990.
Føroyskt innankæti / Hanus Andreassen. - Sosialurin ; 23-06-1990.
Ávegis á alifund / Jógvan Isaksen. - Brá ; 10. árgangur, nummar 16 (1991). - síða 67.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 69-70.

Annað

Lisin upp í ÚF av Hans Jacob Hermansen 20-07-1992. 

Á Suðurlandið / Kristian Osvald Viderö

Tórshavn : Bókagarður, Emil Thomsen, 1990. - 252 síður

Lýsing

Endurminningarskaldsøga um at vera til skips á Suðurlandinum. Frásagnarhátturin er settur saman av beinleiðis talu hjá manningini, afturlítandi sjálvsfrásøgn og lýsandi brotum hjá dreinginum sjálvum, sum eru í samljóði við vitan og fatan hansara. Eingin útlegging av tí hann upplivir er skoytt uppí, og tað sermerkir hesa skaldsøgu, mótsett mongum øðrum skaldsøgum, har frásøgufólkið fortelur um seg sjálvt og ofta leggur út gerðir og hugsanir sínar á yngri árum.

Aðrar útgávur:

Útgivin sum ljóðbók í 2010, Egi Dam lesur.

Okkurt um bókina

Ummæld í Útvarpi Føroya 04-12-1990 av Peturi Martin Rasmussen.
Skaldverkið mikla / Hanus A. Samuelsen. - Dagblaðið ; 11-01-1991.
Søga og søgn, lív og mentan / Heðin M. Klein. - 14. september ; 12-12-1991.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 70-72.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Fortællingen i Norden efter 1960 / redigeret af Anker Gemzøe ... [et al.]. - Aalborg : Aalborg Universitetsforlag, 2004. - síða 350-358.

 

Undir suðurstjørnum : skaldsøga / Gunnar Hoydal

Kollafirði : Árting, 1991. - 265 síður

Lýsing
Høvundurin blandar søgu og minnir frá barnaárum í Suðuramerika saman við upplivingunum, tá hann mong ár seinni vitjar aftur. Við Pablo Neruda sum leiðarastjørnu ferðast høvundurin millum tíðir og støð, tó altíð við heimlandinum sum útgangsstøði.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Vestmanna : Sprotin, 2012. - 306 síður. - 978-99918-73-26-8
Útgivin sum ljóðbók í 2000, Sverri Egholm lesur.
ùtgivin sum ljóðbók - fløga og mp3 - í 2013, Sverri Egholm lesur. - ISBN: 9789991872674 / 9789991872568
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2012. - ISBN: 9789991873985

Prentað eintøk
Prentað eru 1200 eintøk.

Handrit
Handritið er í varðveitslu hjá høvundinum. Dagbók við tekningum, grundarlagið undir skaldsøguni, er í varðveitslu á Landsbókasavninum.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Gunnar Hoydal um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 22-12-1991.
Á flogbærum veingjum / Carl Jóhan Jensen. - 14. september ; 12-12-1991.
Ein fossandi tíð hevur rullað sum ein jøkul / Turið Sigurðardóttir. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 55-57.
Gunnar Hoydal í uppskoti / [s.n.]. - Sosialurin ; 14-11-1992.
Altings overvældende nærvær / Erik Skyum-Nielsen. - Information ; 22-01-1993.
Rejsen som tilstandsform / Søren Vinterberg. - Politiken ; 29-01-1993.
Færøysk høysang til Sør-Amerika / Geir Uthaug. - Aftenposten ; 01-02-1993.
Alt er í nánd / Jógvan Isaksen. - Sosialurin : 03-01-1998.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.
Periferi og sentrum : tolv artikler om færøysk litteratur / Anne-Kari Skarðhamar. - [Oslo] : Unipub, 2006. - síða 45-64.

Týðingar
Danskt: Stjernerne over Andes : roman / Jette Hoydal - Herning : Poul Kristensen, 1996.
Enskt: Under southern stars / Marjun Stewart and Jill Burrows - London : Mare’s nest, 2003.

Annað
Tilnevnd Norðurlanda bókmentavirðislønina í 1993.
Brot úr bókini vóru prentað í Birting í 1990 undir heitinum Loyndargrátur.

 

Kasta : skaldsøga / Steinbjørn B. Jacobsen

Tórshavn : S. Jacobsen, 1991. - 116 síður

Lýsing
Skaldsøgan fer í høvuðsheitum fram í Íslandi og umborð á íslendskum trolara seinast í 50’unum. Høvuðspersónar eru føroyingar, sum hava sæð, at íslendingar eru komnir longri við nútímans veiðihættum, og at korini eru frægari enn umborð á føroyskum skipum.

Prentað eintøk
Prentað eru 1200 eintøk.

Handrit
Bæði maskinskrivað og handskrivað handrit í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Kasta / [s.n.]. - Dimmalætting ; 15-10-1991. (Stutt umrøða).
Ísland er sum fuglur at sjá / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 06-12-1991.
Nýggj fiskimannasøga / Malan Simonsen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 63-64.
Norrænar bókakynningar 1992 / Norræna húsið. - Reykjavík : Norræna húsið, 1992. - síða 72-75.

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 27-01-1992.

 

Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum / Jóanes Nielsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1991. - 126 síður

Lýsing
Hetta er fyrsta skaldsøgan hjá Jóanes Nielsen, og hon fer fram í Føroyum, meðan Fiskimannafelagsformaðurin enn hevði forbókstavirnar EP og ein hvíthærdur sakførari í Havn var uppi í fólkafylkingini ímóti EEC.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Jóanes Nielsen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 15-12-1991.
Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum / Vár í Ólavsstovu. - Fríu Føroyar ; 06-12-1991.
Sterk, erotisk og ógvislig / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 19-12-1991.
Hon krimar! / Per Højgaard. - 14. september ; 12-12-1991.
Um Gummistivlarnar eftir Jóanes Nielsen. - 14. september ; 07-01-1992.
De fortabte fiskemænd / Ejgil Søholm. - Information ; 10-11-1992.
Et skud i tågen / Niels Houkjær. - Berlingske Tidende ; 12-11-1992.
Færøske galninge / Bettina Heltberg. - Politiken ; 13-12-1992.
Skaldsligir gummistivlar / Malan Simonsen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 18 (1992). - síða 59-60.
Drømme og drama / Birgitte Nørgaard. - Vendsyssel Tidende ; 02-01-1993.
Føroyskir gummistivlar í Danmark / he. - Oyggjaskeggi ; nummar 3 (1993).

Týðingar
Danskt: Gummistøvlerne er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne / Ebba Hentze - Kbh. : Vindrose, 1992.

Annað
Brot út skaldsøguni kalla "Ur Gummistövlarna är de enda tempelpelarna vi har på Färöarna / Inge Knutsson" stóð í Avsändare Norden 1996, síða 183-189)

 

Vívil : skaldsøga / Marianna Debes Dahl

Tórshavn : Fannir, 1992. - 150 síður

Lýsing
Bókin ger meira enn undanfarnar bøkur hjá Marionnu Debes Dahl vart við sjálva skrivingina. Hon sýnir fram tøk í skapandi rithøvundastarvinum bæði uttan fyri skaldsøguna og í søguni sjálvari. Og hóast hon eina mest lýsir hugsanir og kenslur hjá høvuðspersóninum Vívil, er sálarlýsingin blúgv.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Marionnu um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 07-02-1993.
Hinumegin fjørðin roðar sólin / Pól. - Dimmalætting ; 10-10-1992.
Hon átti at farið meira í dýpdina / Karin Elsubudóttir. - 14. september ; 03-11-1992.
Vívil / Anna Mattsson. - Fríu Føroyar ; 20-11-1992.
Søgulig skaldsøga um samtíðina / Sigrun Henriksen. - Brá ; 12. árgangur, nummar 20 (1993). - síða 80-81.
"Teir, ið siga seg umboða trúnna, eru ikki trúgvin sjálv" / Andreas Justesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 3 (1993).
Vinalagið, náttúran og samfelagið : tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl / Elsa Funding ... [et al.] - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 240 síður.

 

Bláfelli : skaldsøga / Jens Pauli Heinesen

Tórshavn : Gestur, 1992. - 246 síður

Lýsing
Hetta er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgurøðin "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini, frá hann er trý ára gamal, til hann er eini 30 ár og fer undir at skriva skaldsøguna. Høvuðspersónurin Hugin veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.

Rað
Á ferð inn í eina óendaliga søgu ; 7.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Bókaraðið er
Nú ert tú mansbarn á foldum ; Lýsir nú fyri tær heimurin ; Leikur tín er sum hin ljósi dagur ; Markleys breiðist nú fyri tær fold ; Eitt dýpi av dýrari tíð ; Í andgletti ; Bláfelli.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Jens Paula Heinesen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 25-10-1992.
Myturnar elta okkum gjøgnum tíðirnar / Jens Pauli Heinesen. - Dagblaðið ; 19-10-1992.
Hugans skrímsl / Eyðun Andreassen. - Brá ; 11. árgangur, nummar 19 (1992). - síða 85-87.
Enn sum áður á Ásgarðsvøllum / [s.n.]. - Dimmalætting ; 03-10-1992.
Drengen der blev ført bort af Huldrefolket / Kirstin Didriksen. - Dialog (i nordisk folkebilding och vuxenundervisning) ; nummar 1 (1995). - síða 18-19.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1995. - síða 58-59.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

Annað
Jens Pauli Heinesen fekk í 1993 virðisløn M.A. Jacobsens fyri Bláfelli.
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentaverðislønina í 1995.
Lisin upp í ÚF av Sverra Egholm 12-11-1992.

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndiní 2015, Sverri Egholm lesur. - ISBN: 9789997251763 / fløga. - ISBN: 9789997251770 / mp3

 

Ein mamma er ein mamma : skaldsøga / Oddvør Johansen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1993. - 170 síður

Lýsing
Um mammur av ymsum slag og um føroyskar einsamallar mammur í Keypmannahavn.

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2009, Birita Mohr lesur.

Handrit
Handritið er maskinskrivað og í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Ein mamma er ein mamma / [s.n.]. - Dimmalætting ; 30-10-1993.
Ein mamma er ein mamma / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 12-11-1993.
Brot úr hennara neyð og gleði / Dagny. - Sosialurin ; 11-12-1993.
Móðurkenslur millum flatlond og fjøðuroyggj / Andreas Justesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 9 (1993). - síða 10.
Kvinnan og mamman og barnið / Hanus Andreassen. - 14. september ; 06-01-1994.
Ein mamma er ein mamma - og hvat so? / Anna Mattsson. - 14. september ; 27-01-1994.
Góðu skaldakvinnurnar báðar / Havnakonur. - Dimmalætting ; 03-02-1994.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1994. - síða 24-25.

 

Við bivandi hjarta : skaldsøga / Høgni av Heiði

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 127 síður

Aðrar útgávur
2. útgáva. Vestmanna : Sprotin, 2013. - 133 síður. - ISBN 978-99918-76-44-3
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789991876856

Lýsing
Tummas var komin til bókstavin K, tá ið hann noyddist at gevast á hesum sinni. Men tá bar hann eyga við eina bók afturat: Eitt nakið par hevði samlegu á kápuni! Uttan iva ein fúl bók. Tummas sveittaði og leit uttan um seg sum ein fjálturstungin høna. Eingin sá hann. Í næsta sekundi sat bókin innan fyri buksukvarðan, har fimm bøkur sótu frammanundan. So knappaði hann frakkan og fór....

Okkurt um bókina
Ljót, býtt og skitin / Ivan Niclasen. - Oyggjaskeggi ; nummar 4 (1994). - síða 10.
Við bivandi hjarta / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 16-03-1994.
Nýtt hagaportur / Malan Marnersdóttir. - 14. september ; 11-05-1994. 

 

Reglur : eitt brotsverk / Tóroddur Poulsen

Tórshavn : Fannir, 1994. - 132 síður

Lýsing
Bókin viðger m.a. listskapan, mentan, list- og bókmentaumrøðu, málkjak og trúgv.

Handrit
Svenska handritið er í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Reglur / Steinbjørn B. Jacobsen. - Sosialurin ; 03-12-1994.
Var Kafka klaksvíkingur? : 26 ummælir / Jógvan Isaksen. - Nivå : Antonia, 1996. - síða 79-88.
Reglur : uppskotið hjá Rithøvundafelagnum til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1996 / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin ; 20-01-1996.
Tóroddur fær vánalig ummæli / Jústinus Eidesgaard. - Sosialurin ; 25-01-1996.
Tóroddur Poulsen førir málsligan frælsisbardaga / Eyðun Klakkstein. - Sosialurin ; 24-02-1996.
Reglur um reglur / Oddfríður M. Rasmussen. - Oyggjaskeggi ; nummar 2 (1995). - síða 12.
Dikterisk skråblikk fra Torshavn / Turid Larsen. - Arbeiderbladet ; 23-01-1996.
En boblende samfunnsrefser / Øystein Rottem. - Dagbladet ; 26-01-1996.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1996. - síða 61-63.
Antihjältar utforskar gränser / Jan Arnald. - Göteborgs-Posten ; 17-04-1997.
Verbala sabotage / Dan Sjögren. - Östgöta Correspondenten ; 17-04-1997.
Hatkärlek till Färöarna / Birgitta Sjögren. - Norra Västerbotten ; 17-04-1997.
Torudder Poulsen - språkanarkist från Färöarna / Jonas Gruvæus. - Nya Wermlands-Tidningen ; 28-04-1997.
Det blåser, snurrar och kittlar / Magdalena Nordenson. - Smålandsposten ; 29-04-1997.
Kulturens Harold Lloyd / Magdalena Nordenson.  - Nordvästra Skånes Tidningar ; 05-05-1997.
Surrealistisk ordglädje från Färöarna / Hans-Peder Johansson. - Östra Småland ; 05-05-1997.
"En del kallar det nonsens" / Anneli Jordahl. - Dagens Nyheter ; 12-05-1997.
Obegripligt från Färöarna / Leif Wibom. - Bärgslagsbladet ; 13-05-1997.
Språkliga trasselsuddar / Göran Lundstedt. - Sydsvenska Dagbladet ; 05-06-1997.
Stordåd på litet språk / Viveka Vogel. - Göteborgs-Posten ; 10-06-1997.
Experiment på Färöarna / Magnus Westerberg. - Länstidningen Östersund ; 10-06-1997.
Kompostmodernist / Ola Larsmo. - Dagens Nyheter ; 19-06-1997.
Vardagens fragment / Sten Jacobsson. - Falu Kuriren ; 23-06-1997.
Absurd och Vital färöisk pärla / Inger Dahlman. - Barometern ; 26-06-1997.
Bókmentasøgur : greinasavn / Turið Sigurðardóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2004. - síða 336-347.

Týðingar
Svenskt: Regler : ett brott / Anna Mattsson. - Sth. : Wahlström & Widstrand, 1997. - 159 síður.

Annað
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1996.
1994

 

Gráur oktober / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1994. - 243 síður

Lýsing
Krimisøga. Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini. Er samband ímillum deyðan hjá hesum báðum?

Aðrar útgávur
2. útgáva, Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - 243 síður.
Útgivin sum ljóðbók í 2000 og 2007, Kári Mouritsen lesur.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 2

Okkurt um bókina
Hor og morð í Havn / Eyðun Andreassen. - Oyggjaskeggi ; nummar 8 (1994). - síða 11.
Gráur oktober / Mentunargrunnur studentafelagsins. - Sosialurin ; 25-08-1994.
Gráur oktober / Hanus A. Samuelsen. - Dagblaðið ; 09-09-1994.
Altjóða krimieyðkenni / Marna Jacobsen. - Varðin ; bind 73 (2006). - síða 147-166.

Týðingar

Danskt: Grå oktober / Ebba Hentze - Kbh. : Vindrose, 1995.
Íslendskt: Grár október / Ásgeir Ásgeirsson - Rvík : Uglan, 1995.
Danskt: Grå oktober (2. útgáva) / Ebba Hentze - Hedehusene : Torgard, 2011.

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 12-06-1995.

 

Eitt slag av tíð / Ólavur í Beiti

Sørvági : Grønhólmur, 1995. - 247 síður

ISBN: 99918-900-0-9

Lýsing
Brot úr lívinum hjá blaðmanni, drykkjumanni og familjumanni.

Okkurt um bókina
Eitt slag av tíð / [s.n.]. - Dimmalætting ; 18-02-1995. (Stutt umrøða)
Aftur við bók / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 24-02-1995.
Eitt slag av tíð / Jústinus Eidesgaard. - Sosialurin ; 09-12-1995.

 

Rúm : ein tekstur í fjúrtan pørtum / Carl Jóhan Jensen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1995. - 283 síður

Lýsing
Frásøgnin í skaldsøguni tekur við umborð á S/S Gimle ávegis til Føroya 15. juni 1919, og hon endar umborð á sama skipi á veg úr Føroyum 5. august 1919.

Okkurt um bókina
Sjónvarp Føroya sendi samrøðu við Carl Jóhan Jensen um skaldsøguna í sendingini Bókakassin tann 17-12-1995.
Carl Johan við "Rúm" / [s.n.]. - Oyggjatíðindi ; 20-12-1995.
Skal skaldið síðismetast við tartalakráku - rúmið sum rúmskuskepping / Tóroddur Poulsen. - Oyggjaskeggi ; nummar 5 (1996). - síða 5.
Hvør av øðrum / Malan Marnersdóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2000. - 407 síður.

 

Tá ið tú kemur / Ólavur í Beiti

Sørvági : Grønhólmur, 1996. - 208 síður

ISBN: 99918-900-1-7

Lýsing
Eitt slag av lívsminnum, har aldrandi pápin fortelur ymiskt frá lívi sínum fyri soninum, ið nú er vaksen. Pápin hevur ikki sæð sonin, síðan hann var óviti.

Handrit
Handritið til donsku týðingina er í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Sum ein endaleysur saltfiskatúrur / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 02-03-1996.
Kvøl og kyrrindir / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 17-08-1996.
Den rodløse / Mogens Brøndsted. - Fyens Stiftstidende ; 24-04-1997.
Tá ið tú kemur - á donskum / [s.n.]. - Dimmalætting ; 27-07-1997.
Prisværdigt, men ... / Flemming Skøtt. - Vendsyssel Tidende ; 13-09-1997.

Týðingar
Danskt: Når du kommer / Ann Ellefsen - Sørvági : Grønhólmur, 1997.

 

Á ólavsøku : summarkrimi í 9 pørtum / Jógvan Isaksen

Nivå : Antonia, 1996. - 86 síður

ISBN: 99918-54-00-2

Lýsing
Krimisøga. Jens Pauli Joensen er leiðari á Føroysku fregnartænastuni. Á ólavsøku skal hann vera lívverji hjá einum týskara. Honum dámar einki henda ófyrikomandi týskaran og gerst varur við, at onkur liggur bæði honum og týskaranum eftir lívinum.

Okkurt um bókina
Stutt krimi - men ov stutt / Hugin Eide. - Føringurin ; 05-12-1996.

Annað
Lisin upp í ÚF í august og september 1996.

 

Duldar leiðir / Mina Reinert

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1996. - 223 síður 

ISBN: 99918-43-11-6

Lýsing
Krimisøga. Jenny hevur føroyska mammu og eingilskan pápa. Sjálv er hon uppvaksin í India. Hon giftist einum týskum aðalsmanni, sum doyr brádliga, og Jenny flytir til Føroya. Hon fær arbeiði á einum edv-virki, men varnast skjótt, at ymiskt løgið fer fram.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2003, Ria Tórgarð lesur.

Okkurt um bókina
Dulsmál og loynigongir : ummælir / Jógvan Isaksen. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. -síða 13-15.
Duldar leiðir / Kirsten Brix. - Kvinnutíðindi - serblað ; (1999). - síða 55-56.

Annað
Lisin upp í ÚF av Riu Tórgarð 10-02-2003.

 

Sót og søgn / Tóroddur Poulsen

Tórshavn : Fannir, 1997. - 144 síður

ISBN: 99918-49-12-2 

Lýsing:
Bókin er sett saman av yrkingum og tekstabrotum.

Okkurt um bókina
Tá deyðin bankar uppá / Petur Jensen. - Dimmalætting ; 29-11-1997.
Framhøld? / Lena Reinert. - Føringurin ; 04-12-1997.
Bókmentasøgur : greinasavn / Turið Sigurðardóttir. - Tórshavn : Føroya fróðskaparfelag, 2004. - síða 336-347.

 

Myrkar nætur / Sonni Jacobsen

Sørvági : Ytstifjórðingur, 1997. - 185 síður

ISBN: 99918-934-3-1

Lýsing
Ein yvirgangsbólkur herjar landið. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, so eingin kennir seg tryggan. Yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru.

Okkurt um bókina
Hevur skrivað bygdarsøgu, roynir seg nú við krimisøgu / Ólavur í Beiti. - Dimmalætting ; 21-06-1997.
Kristilig krimi / Kartni Ravnsfjall. - Føringurin ; 09-10-1997.

 

Páskaódnin / Jóanes Nielsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1997. - 176 síður

ISBN: 99918-43-14-0

Lýsing
Skaldsøga, sum fer fram í Havnini undir einum ódnarveðri.

Okkurt um bókina
Páskaódnin / Sonja Jógvansdóttir. - Sosialurin ; 20-11-1997.
Páskaódn og páskaóhumska / Ólavur í Beiti. - Dimmalætting ; 06-12-1997.
Viðmerking til eitt "ummæli" / Jóanes Nielsen. - Dimmalætting ; 10-12-1997.
Páskaódnin í Havn / Sjúrður Gullbein. - Føringurin ; 18-12-1997.
Jóannes er romantikari / Gunnar Hoydal. - Sosialurin ; 07-02-1998.
Ein rættilig narrifisa / Eyðun Jacobsen. - Fjølnir ; nummar 2 (1998). - síða 24.
Framtíðarsøga um Havnina / Malan Johannesen. - Oyggjaskeggi ; nummar 1 (1998). - síða 8.

 

Teir bláu / Sonni Jacobsen

Sørvági : Ytstifjórðingur, 1998. - 245 síður

ISBN: 99918-934-4-x

Lýsing
Krimisøga. Í framtíðar Føroyum hevur ein nýggjur politiskur flokkur sæð dagsins ljós. Hann hevur nýggjar hugsjónir á øllum økjum, og tá tað so eydnast at fáa stóra undirtøku, verður ein nýggj politisk skipan innførd. Men hetta verður ikki uttan andstøðu.

 

Í morgin er aftur ein dagur / Oddvør Johansen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1998. - 224 síður

ISBN: 99918-43-18-3

Lýsing
Søgulig skaldsøga um kærleika og eina stóra samangifta familju, vinnulívsmenn, útviklingin í Havnini og adressumálið.

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2010, Hjálmar Dam lesur.

Handrit
Handritið er telduskrivað og í varðveitslu hjá høvundinum. Kladdan, sum er skrivað í hond, er eisini í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Beisk og lívsjáttandi skaldsøga / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 19-12-1998.
Í morgin er aftur ein dagur / Vár í Ólavsstovu. - Kvinnutíðindi - serblað ; (1999). - síða 58-59.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 1999. - síða 31 og 85.
Ein góð søga / Ingi Rasmussen. - Dimmalætting ; 15-01-2000.
Nordisk litteratur. - Kbh. : Nordisk literatur- og bibliotekskomité, 2001. - síða 42 og 46.
Oddvør í uppskoti / Inge Knutsson. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Óhugnaligur sorgarleikur setti spor / [s.n.]. - Fregnir ; 25-01-2002.

Týðingar
Danskt: I morgen er der atter en dag / Ebba Hentze - Preprint, 2000.
Nýnorskt: Tider skal komme  / Lars Moa - Fonna, 2009.

Annað
Bókin varð tilnevnd bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001. Fyrst skuldi Erik Skyum Nielsen gera eina týðing, men náddi tað ikki. Síðan tók Ebba Hentze við og umsetti hana heilt av nýggjum, men hon er ikki útgivin enn. Bókin er eisini týdd til norskt av Lars Moa, men er ikki útgivin enn.

Lisin upp í ÚF av Bjørgfinni Nielsen 31-02-1999.

 

Vónbrot : skaldsøga / Oluf Djurhuus

Innan Glyvur : O. Djurhuus, 1999. - 122 síður

ISBN: 99918-3-068-5

Lýsing
Um tíðina tá Maria Rønning kom til Føroyar við dreingi sínum Andreasi Djurhuus, sum vísti seg longu at verða trúlovaður. Við byrjanarstøði í hesi hending verður føroyska samfelagið lýst. Arbeiðslívið á gørðunum, viðurskiftini hjá ognarfólkið og ognarleysum og møguleikarnir hjá ungfólki at ganga saman í hjúnalag.

Prentað eintøk
Prentað í 500 eintøkum.

 

Suðar dýpið reyða / Bergtóra Hanusardóttir

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1999. - 184 síður

ISBN: 99918-43-24-8

Lýsing
Vit fylgja Sáru Tummasardóttir frá tí hon giftist Jákupi og fær familju og til hon verður burtur í Andrassi, bróðir Jákups. Tá í tíðini var ikki væl sætt at einkja giftist svágrinum, so Sára og Andrass fáa alt ímóti sær, og serliga er tað fyrrverandi genta Jákups, Annelena, sum fær avgerandi leiklut í lagnu teirra. 

Prentað eintøk
Prentað í 1000 eintøkum.

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2000 og 2013, Súsanna Tórgarð lesur. - ISBN: 9789991872605 / 9789991872612

Týðingar:

Danskt: Rødt bruser havet / Povl Skårup - Amanda books, 2019. - ISBN: 9788799559220

Handrit
Høvundurin hevur upprunahandritið í varðveitslu.

Okkurt um bókina
Mannalagnur lýstar í nýggjari skaldsøgu við søguligum baksýni / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 26-11-1999.
Mongum brestur ætlan / Carl Jóhan Jensen. - Dimmalætting ; 18-12-1999.
Sára Tummasardóttir - ein tragisk og óhugnalig kvinnulagna / Kirsten Brix. - Sosialurin ; 21-12-1999.
Honum var eg verst, sum eg elskaði mest / Martin Næs. - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 46-47.
Kvinnulagna og siðamisbrot í átjandu øld / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 11-03-2000.

Annað
Lisin upp í ÚF av Vár Jacobsen 18-09-2000.

 

Ein ódeyðilig sál - og aðrar / Jens Pauli Heinesen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 1999. - 297 síður

ISBN: 99918-43-20-5

Lýsing
Saman við Kánusi og Mass Foss hittir lesarin eina rúgvu av persónunum úr skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen, og enn einaferð kann lesarin flyta seg inn í eina fjølbroytta verð, sum er so beistaktiga lík okkara egnu. Og sum Kánus sigur: Tíðin er ikki til.

Okkurt um bókina
Smæruvinirnir / Martin Næs. - Dimmalætting ; 11-12-1999.
Aftur á slóðina / Katrin Næs. - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 42-43.
Tann ódeyðiliga sálin og óendaliga søgan / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 29-01-2000.

 

Dalurin fagri : skaldsøga / Gunnar Hoydal

Tórshavn : Føroya lærarafelag, 1999. - 309 síður

ISBN: 99918-1-198-2

Lýsing
Drongurin Páll veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum. Søgan tekur við um várið, tá ið gentan Sigrid kemur í dalin, har sjúkrahúsið stendur, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2013, Hans Tórgarð lesur. - ISBN: 9789991872568 / 9789991872551
Útgivin sum e-bók: Føroya lærarafelga, 2012. - ISBN: 9789991874036

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni.

Okkurt um bókina
Dalurin fagri / Kinna Poulsen. - Dimmalætting ; 04-12-1999.
Deyðans dalur - lívsins dalur / Pól á Kletti. - Dimmalætting ; 06-10-1999.
At tola og bíða / Jógvan Isaksen. - Sosialurin ; 16-10-1999.
Afturhvarvið uppafturrikið / Jonhard Mikkelsen. - Dimmalætting 15-12-1999.
Vit bóðu Jesupápan vera hjá okkum / Svenning Tausen. - Skúlablaðið ; 67. árgangur, nummar 7 (1999). - síða 24-27.
Har náttúran fær orð og menniskjaligar eginleikar / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 12-02-2000.
Harmur og gleði í dalinum fagra / Jákup í Skemmuni - Bragi ; nummar 1 (2000). - síða 48-49.
Periferi og sentrum : tolv artikler om færøysk litteratur / Anne-Kari Skarðhamar. - [Oslo] : Unipub, 2006. - síða 65-84.

Týðingar
Danskt: Dalen : roman / Jette Hoydal. - Hedehusene : Torgard, 2008. 

 

Úr támi tíðarinnar / Sonni Jacobsen

Sørvági : Ytstifjórðingur, 1999. - 191 síður

ISBN
99918-934-5-8

Lýsing
Bókin fer fram í 18. øld og snýr seg um unga parið Sjúrðfríð og Morgunbjørt, ið hittast, gerast væl og giftast. Rundan um tey bæði fáa vit eina lýsing av bygdalívinum í teirri tíðini. Livandi lýsing av einum fátæksligum tíðarskeiði í Føroya søgu.

Okkurt um bókina
Sið- ella skaldsøga / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 14-10-2000.

2000-2009

2000

Tey, ið undan fóru : skaldsøga / Oluf Djurhuus

Innan Glyvur : O. Djurhuus, 2000. - 155 síður

Lýsing

Um tíðina tá tær fyrstu sluppirnar komu til landið. Eisini verður nomið við tað gamla bóndasamfelagið, og hvussu bygdin verður fyri álvarsligum bakkasti, tá teir gomlu undangongumenninir leggja frá sær.

ISBN

99918-3-087-1

Prentað eintøk

Prentað eru 500 eintøk.

 

Koparskrínið / Jens Pauli Heinesen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2000. - 120 síður

Lýsing

Um Danial Gregorius, ið av øllum alvi royndi at renna undan samvitskuni og lagnuni, men at enda verður innheintaður.

ISBN

99918-43-30-2

Okkurt um bókina

Eingin fer undan lagnuni / Páll Isholm. - Dimmalætting ; 23-12-2000.

Annað

Lisin upp í ÚF av Dánjal Joensen 26-06-2001.

 

Hjá dvørgum í Niðafjøllum : ævintýrsøga / Annfinnur í Skála

Tórshavn : Sprotin, 2000. - 264 síður

Lýsing

Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi.

Rað

Heimurin forni ; 1.

ISBN

99918-44-45-7

Bókaraðið er

Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora.

Okkurt um bókina

Dvørgar, vargmenn og annað valafólk / Jógvan Isaksen. - Sosialurin 20-01-2001.
Mitt í einum ævintýri / Bergljót av Skarði. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Heimurin forni - Hví jubla tit ikki? / Ása Johannesen. - Sosialurin 17-03-2001.

Annað

Fekk í 2001 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri "Hjá dvørgum í Niðafjøllum" og "Ferðin til Zambora".
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 31-01-2001.

 

Ferðin til Zambora : ævintýrsøga / Annfinnur í Skála

Tórshavn : Sprotin, 2000. - 267 síður

Lýsing

Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi.

Rað

Heimurin forni ; 2.

ISBN

99918-44-46-5

Bókaraðið er

Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora.

Okkurt um bókina

Dvørgar, vargmenn og annað valafólk / Jógvan Isaksen. - Sosialurin 20-01-2001.
Mitt í einum ævintýri / Bergljót av Skarði. - Sosialurin ; 27-01-2001.
Heimurin forni - Hví jubla tit ikki? / Ása Johannesen. - Sosialurin 17-03-2001.

Annað

Fekk í 2001 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri "Hjá dvørgum í Niðafjøllum" og "Ferðin til Zambora".
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 26-03-2001.

 

2001

Tá ið eg havi málað summarhúsið : skaldsøga / Oddvør Johansen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2001. - 116 síður

Lýsing
Fer fram í Havnini í 90’árunum. Samfelagskreppa og rúsevni gera tað ikki lætt fyri tann hálvvaksna Pedda at fóta sær í samfelagnum, men eisini fyri hann er vón fyri framman.

ISBN
99918-43-34-5

Onnur uppløg
2. upplag, 2011. - ISBN 9789991843346

Prentað eintøk
Prentað eru 2000 eintøk.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2002, Páll Danielsen lesur.

Handrit
Telduskrivað handrit er í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Skeivar krepputíðir : Pedda í alfagra land sínum / Firouz Gaini. - Dimmalætting ; 26-04-2002.
Kjakbók í brennidepli / Turið Sigurðardóttir. - Fregnir ; 20-09-2002.

Annað
Oddvør Johansen fekk í 2002 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri hesa skaldsøguna.
Lisin upp í ÚF av Páll Danielsen 11-03-2003.

 

2002

Gutthús : skaldsøga / Oluf Djurhuus Gutthús

Innan Glyvur : O. Djurhuus, 2002. - 137 síður

Lýsing
Skaldsøgan fer fram í tíðarskeiðinum síðst í 19. øld og nakað langt fram í 20. øld, og viðger sorgarleikir sum so ofta raktu heimini av tuberklasjúkuni, sum um hetta mundi ikki stóð til at lekja.

ISBN
99918-963-0-9

Prentað eintøk
Prentað eru 500 eintøk.

 

Bygdarmenning : skaldsøga / Andras Miðskarð

Klaksvík : A. Miðskarð, 2002. – 215 síður

Lýsing
Kristilig skaldsøga. Fólkið í Selvík flytur burtur til stórbygdirnar vegna vantandi arbeiði. Tórhallur setur sær fyri, við Guds hjálp, at venda gongdini.

ISBN
99918-3-119-3

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk.

Handrit
Teldutøka handritið er í varðveitslu hjá høvundinum.

Okkurt um bókina
Paradís á jørð / René Hjelm. - Fregnir ; 04-06-2003.

 

2003

Eitrandi blóð / Sonni Jacobsen

Sørvági : Ytstifjórðingur, 2003. - 188 síður

Lýsing
Krimisøga. Høvuðspersónurin kemur, eftir at hava verið burtur frá heimbygd sínari í ein mansaldur, heim at fylgja einum deyðum bróðuri. Honum kemur fyri, at bæði rundan um andlátið og í sýsluni sum heild er mangt í so gátuført. Hansara gamli heimstaður tykist at vera eitraður.

ISBN
99918-934-7-4

 

2004

Hjálpt úr neyð : skaldsøga / Absalon Absalonsen

Tórshavn : Løkur lítli, 2004. - 229 síður

Lýsing
Søgulig skaldsøga ið lýsir trongu livikor føroyinga um aldarskiftið 1700-1800, ofta nevnd hungursárini. Tá neyðin var størst, kom hjálpin á óvantaðan hátt. Søgan lýsir serstakliga hvønn týðandi leiklut, kristna trúgvin hevði í gerandislívinum.

ISBN
99918-994-1-3

Prentað eintøk
Prentað í 1500 eintøkum.

Handrit
Handritið er goymt á diski hjá forlagnum og er eisini tøkt á prentsmiðjuni Einars Prent.

Bókaraðið er
Hjálpt úr neyð ; Sornhúsfólkini.

Aðrar útgávur
2. útgáva, Keypmannahavn : Amaldus, 2013. - ISBN: 9789991875132
Útgivin sum ljóðbók í 2008, Hjørdis Háberg Petersen lesur.

Hvør var Nimrod? / Jens Pauli Heinesen
Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2004. - 178 síður

Lýsing
Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin í skrivingini hjá høvundinum. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fullið fyri. Kærleikin fylgir nevniliga sínum egnu reglum, sum ofta fara út um samfelagsins vanligu girðingar.

ISBN
99918-43-52-3 (Misprentað í bókini 99918-46-52-3)

Okkurt um bókina
Listamaður í tríkantsdrama / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 30-04-2005.
Hvat hava "Hvør var Nimrod" og "Sebastians Hús" til felags? / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 24-06-2005.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2006, Ria Tórgarð lesur.

 

Sebastians hús : skaldsøga / Oddvør Johansen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2004. - 128 síður

Lýsing
Bókin er um keypmansgarðin Sebastians hús og fevnir frá 1890’unum til 1950’ini. Bókin viðger menningina hjá eini smágentu og sigur frá lívi og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð. Bókin er í stóran mun sjálvbiografisk.

ISBN
99918-43-48-5

Prentað eintøk
Prentað í 2000 eintøkum.

Handrit
Telduskrivað handrit er í varðveitslu hjá høvundinum.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2005, Súsanna Tórgarð lesur.

Okkurt um bókina
Oddvør Johansen stóri vinnarin / Sonja J. Jógvansdóttir. - Dimmalætting ; 10-08-2004.
Køkutombola í Sebastians Húsi / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 14-12-2004.
Diddan og hini á Skálatrøð / Kim Simonsen. - Dimmalætting ; 11-02-2005.
Hvat hava "Hvør var Nimrod" og "Sebastians Hús" til felags? / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 24-06-2005.

Týðingar
Íslendskt: Sebastíanshús : skáldsaga / Úlfur Hjörvar - Reykjavík : Grámann, 2005. 

Annað
Bókin vann skaldsøgukapping, ið Norðurlandahúsið skipaði fyri í 2004. Inn komu 28 handrit.
Lisin upp í ÚF av Súsannu Tórgarð 31-01-2005. 

Meðan sólin í eystri roðar : skaldsøga / Jóannes Kjølbro
[S.l.] : J. Kjølbro, 2004. - 175 síður

Lýsing
Krimisøga. Eitt altjóða oljufelag, sum ikki fekk nakað leitingarloyvi, tá seinasta útbjóðingarumfar var fyri, ger av at senda ein umboðsmann til Føroya fyri at fáa greiðu á, hvørjar orsøkirnar munnu vera til, at teir ikki sluppu upp í part. Tá ein breti, ið hevur samband við oljuvinnuna í Føroyum, verður myrdur, gerst greitt, at duldar kreftir standa aftanfyri.

ISBN
99918-3-158-4

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók: J. Kjølbbro, 2012. - 9789991833590 

Annað
Lisin upp í ÚF av Hans Tórgarð 06-12-2004.

 

- der græder så mangen / Kári Petersen

Tórshavn : K. Petersen, 2004. - 198 síður

Lýsing
Kærleikssøga um havnargentuna Eyð, sum verður svikin av drongi sínum. Hon hittir danan Jens, men søgan endurtekur seg. Heldur ikki Jens letur frætta frá sær, og Eyð avgerð, at fara til Danmarkar at leita eftir honum.

ISBN
99918-3-170-3

Prentað eintøk
Prentað í 900 eintøkum.

Handrit
Henda søga var upprunaliga ætlað sum ein filmsøga, og varð handritið tí skrivað sum eitt handrit til eina sjónvarpsframleiðslu. Høvundurin valdi seinni at skriva handritið umaftur sum eina skaldsøgu. Handritið er í varðveitslu hjá høvundinum.

 

2005
 
Sornhúsfólkini : skaldsøga / Absalon Absalonsen ; perma og myndir: Absalon Absalonsen

Tórshavn : Løkur lítli, 2005. - 244 síður

Lýsing
Skaldsøga um viðurskifti føroyinga fyri 100-200 árum síðani, árini fyri og eftir fríhandilin og fram til slupptíðina.

ISBN
99918-994-2-1

Prentað eintøk
Prentað í 1500 eintøkum.

Handrit
Handritið er goymt á fløgu hjá forlagunm og er eisini tøkt á prentsmiðjuni Einars Prent.

Bókaraðið er
Hjálpt úr neyð ; Sornhúsfólkini.

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2012, Heri Tróndheim lesur.

 

Messias II ella Synd drepur Guð : ein leysasøga / Elias Askham

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 356 síður

Lýsing
Um Ádam Guðmundsson, eitt neyðardýr, ið líður av - tvørt at siga - bæði lívsleiði og stórlætisørskapi; hann kennir seg sum fremmandan í tilveruni, og tó hevur hann sæð sannleikan aftan veruleikan: at lív okkara eru meiningsleys.

ISBN
99918-43-61-2

Okkurt um bókina
Syndarliga pretentiøs / Agnar Jógvansson. - Dimmalætting ; 13-01-2006.
Myrk og døpur debut skaldsøga / Pætur M. Dahl. - Sosialurin ; 14-05-2006.

Mørk / Vida Akselsdóttir Højgaard
Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 180 síður

Lýsing
Søga um gentuna Lív, sum veksur upp í eini lítlari, føroyskari bygd. Evnarík, men viðkvom, lærir hon á ungum aldri tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálv eru før fyri at mynda lív okkara.

ISBN
99918-43-59-0

Okkurt um bókina
Ein deilig føroysk skaldsøga / Agnar Jógvansson. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 260-261.

Annað
Útgivin sum ljóðbók í 2007, Birita Mohr lesur.
Vida fekk í 2009 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri Mørk og fyri yrkingasavnið Novemburmorgun.

 

Krossmessa / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 289 síður 

Lýsing
Krimisøga. Tá tvey ung bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Um somu tíð fær Hannis Martinsson vitjan og verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu.

ISBN
99918-43-62-0
9789991843629

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2010.

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2006, Kári Mouritsen lesur

Okkurt um bókina
Altjóða krimieyðkenni / Marna Jacobsen. - Varðin ; bind 73 (2006). - síða 147-166.
Ein føroyskur Marlowe fer í grind / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 24-02-2006.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 3

Týðingar
Danskt: Korsmesse / Jógvan Isaksen - Hedehusene : Torgard, 2009
Danskt: Korsmesse (2. útgáva) / Jógvan Isaksen - Hedehusene : Torgard, 2011
Enskt: Walpurgis tide / John Keithsson - London : Norvik Press, 2016. - ISBN: 9781909408241 

Annað
Lisin upp í ÚF av Kára Mouritsen 26-01-2006

 

Ó- : søgur um djevulskap / Carl Jóhan Jensen

Vestmanna : Sprotin, 2005. - 786 síður

Lýsing
Søgur um vampýrar, trúboðar og annað valafólk. Um djevulskap, sum fer víða um í tíð og rúmi. Frá trýss-árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandið, heilt at Svartahavstrondum

ISBN
99918-44-74-0
9789991844824 

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2007

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók 2010, Carl Jóhan Jensen lesur
Útginin sum e-bók á føroyskum: Vestmanna : Sprotin, 2013. - ISBN: 9789991871547

Okkurt um bókina
Millum trúboðarar og vampýrar / Birgir Kruse. - Dimmalætting ; 11-11-2005
Kynstrið at skriva seg sjálvan inn í bókmentasøguna / Kim Simonsen. - Dimmalætting ; 02-12-2005
Ósøgur um djevulskap / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin ; 23-12-2005
Hálov av skaldskapi / Arnbjørn Ó. Dalsgarð. - Dimmalætting ; 13-01-2006
Eitt ár at týða Ó / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 21-12-2009

Týðingar
Svenskt: O-  : historier om djävulskap / Anna Mattsson. (ikki givin út)
Norskt: U-  : historier om djevelskap / Lars Moa. - Oslo : Det Norske Samlaget, 2010
Íslenskt: Ó- sögur um djöfulskap / Ingunn Ásdísardóttir. - Akranes : Uppheimar, 2013. - ISBN: 9789935432889 

Annað
Carl Jóhan Jensen fekk í 2005 virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri hesa skaldsøguna
Tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2007

Hvirlan / Dagny Joensen
Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 174 síður

Lýsing
Søga um kvinnulagnur í føroyska samfelagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag

ISBN
99918-43-56-6

Okkurt um bókina
Modernaða frambrotið >>ultra light<< / Kim Simonsen. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 262-264

 

Glansbílætasamlararnir : skaldsøga / Jóanes Nielsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2005. - 276 síður

Lýsing
Søga um fimm lagnir úr sama flokki, fimm dreingir í Sankta Frans skúla í Havn, sum doyggja á ungum árum

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu, 2009.
4. upplag av 1. útgávu, 2013

ISBN
99918-43-57-4
978-99918-43-57-5

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2009,  Hans Tórgarð lesur
Útgivin sum e-ljóðbók á donskum: København : Nota, 2010
Útgivin sum e-bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2012. - ISBN:9788792286543

Okkurt um bókina
Maðkareiðrini aftan fyri gardinurnar / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 17-11-2005
Glansbílætasamlararnir / Arnbjørn Ó. Dalsgarð. - Dimmalætting ; 16-12-2005
Fínasta slag / Agnar Jógvansson. - Outsider Magazin ; 2. árgangur, nummar 2/3 (2006). - síða 257-259
Glansbílætasamlararnir eftir Jóanesi Nielsen / Heini Olsen. - Tórshavn : H. Olsen, 2009. - 67 síður

Týðingar
Danskt: Glansbilledsamlerne / Povl Skårup . - Hedehusene : Torgard, 2008. 2. udgave, 2010
Norskt: Glansbildesamlarane / Lars Moa. - Oslo : Heinesen, 2009
Íslendskt: Glansmyndasafnararnid / Kristín Svanhildur Ólafsdóttir. - Reykjavík : Draumsýn, 2013. - ISBN: 9789935444448

 

2006

Burtur : skaldsøga / Bergtóra Hanusardóttir

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2006. - 418 síður 

Lýsing
Rói og Sólja fara við Tjaldrinum til Keypmannahavnar, hann at lesa verkfrøði og hon at lesa til lækna. Men tilveran burturi lagar seg ikki bara sum tey høvdu væntað. Tey skulu kunna seg við eitt nýtt land og eina nýggja mentan. Og tey skulu kunna seg við hvørt annað og læra at lofta sær í tí fremmanda

ISBN
99918-43-70-1

Prentað eintøk
Prentað í 1000 eintøkum

Handrit
Bæði upprunahandritið og týdda handritið er í varðveitslu hjá høvundinum

Okkurt um bókina
Skaldsøga um tilverukorini hjá útisetum / Dagny Joensen. - Sosialurin ; 10-11-2006
Svala í sólarrisi / Hanus Kamban. - Sosialurin ; 15-11-2006

Annað
Bókin er týdd til danskt, men tað handritið er ikki útgivið.

 

2007

Í havsins hjarta : skaldsøga / Gunnar Hoydal

Vestmanna : Sprotin, 2007. - 517 síður 

Lýsing
Stutt undan næstseinasta aldaskifti kemur nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið, beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvudans. Haðani tekur søgan um Føroyar í tjúgundu øld seg upp

ISBN
9789991844879

Prentað eintøk
Prentað eru 1500 eintøk.

Handrit
Í varðveitslu á Føroya landsbókasavni

Okkurt um bókina
Stovnsfæið / Malan Marnersdóttir. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 16-11-2007
Mangt er til, sum ikki er til / Jógvan Isaksen. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 16-11-2007
Endar burturferðin ongantíð? / Bergljót av Skarði. - Dimmalætting ; 22-11-2007
Havsins andandi pulsur / Heðin M. Klein. - Dimmalætting ; 02-12-2009

Annað
Í uppskoti til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2010, og í tí sambandi týdd til danskt: I hvavets hjerte

 

Adventus Domini / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007. - 253 síður

Lýsing
Krimisøga. Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroyar og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum

Krimiraðið er : Hannis Martinsson; 4

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók í 2008, Kári Mouritsen lesur.

ISBN
9789991843773

Okkurt um bókina
Isaksen krimar / Dagfinn Olsen. - Sosialurin (Vikuskifti) ; 14-12-2007
Adventus Domini / Marna Jakobsen. - Dimmalætting ; 13-12-2007 

 

Tema við slankum / Sólrún Michelsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007. - 118 síður

Lýsing
Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar

ISBN
9789991843766

Onnur uppløg
2. upplag av 1. útgávu 2013

Okkurt um bókina
Handan rimar / Anna V. Ellingsgaard og Rigmor Dam. - Sosialurin ; 22-12-2007
Handan rimar : Sólrún Michelsen: Tema við slankum / Jógvan Isaksen. Í: Dulsmál og loynigongir. - [Keypmannahavn] : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008
Tema við slankum / Turid Thomsen. Dimmalætting ; 02-01-2008
Tema við slankum. Um minimalismu og smálutamyndburð (ritgerð) / Malan Poulsen. Varðin ; bind 75 (2008)

Týðingar
Danskt: At danse med virkeligheden / Kirsten Brix - Hedehusene : Torgard, 2009
             E-bók: 2012. - ISBN: 9788792286727 

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók í 2009, Sólrún Michelsen lesur
Útgivin sum e-bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789997210012 

Annað
Høvundurin fekk í 2008 virðisløn M.A. Jacobsens fyri Tema við slankum

 

2008

Útvølir / Tóroddur Poulsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. - 185 síður

ISBN
9789991843827

Lýsing
Fartíðin býr í innvølunum, staðfestir Tóroddur Poulsen, sum fer á eina paranoida ferð aftur í tíðina.

 

Metusalem / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008. - 316 síður

ISBN
9789991843803

Lýsing
Krimisøga. Ein dagin verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði maðurin, sum er funnin, er beiggi hansara. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 5

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2010. - Kári Mouritsen lesur.

Týðingar
Danskt: Metusalem / Povl Skårup - Hedehusene : Torgard, 2011.

 

2009

Norðlýsið / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2009. - 290 síður

Lýsing
Krimisøga. Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Hannis Martinsson fer undir at kanna, um samanhangur er, og um illvilji móti samkyndum hevur nakran leiklut.

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 6

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286680
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997251992 / fløga. - ISBN: 9789997253002 / mp3 

Okkurt um bókina
Bókin bleiv umrødd í Kringvarpinum í útvarpssendingini "Studio 2" tann 18. desember 2009.
Ræðusøga um okkum sjálvi / Anna V. Ellingsgaard. - Sosialurin ; 21-12-2009.

Týðingar
Danskt: Nordlys / Inger Smærup Sørensen. - Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286673

2010-2019

Dirvi til at liva / David Johannesen

Miðvági : Vón, 2010. - 135 síður

ISBN

9789991893853

 

Norska Løva / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2010. - 268 síður

ISBN

9789991843926

Lýsing

Krimisøga. Færøernes Mellem- og Realskole er ein dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum

Krimirøðin er : Hannis Martinsson ; 7

Aðrar útgávur: 

Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN:  9789997253064 / fløga. - ISBN: 9789997253071 / mp3

Týðingar

Dansk: Norske løve / Jógvan Isaksen. Týðari: Anya Mathilde Poulsen. Útgevari: Jógvan Isaksen, 2019. ISBN 9788793745001 

Deydningar dansa á sandi / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2011. - 372 síður

ISBN
9789991843988

Lýsing

Krimisøga. Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 8

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: : Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997253170 / mp3 

 

Brahmadellarnir / Jóanes Nielsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2011 - 364 síður


ISBN
9789991843957

Lýsing
Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvíbur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Ein umleið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigil Tvíburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya

Bókaraðið er:
Brahmadellarnir ; Bommhjarta ; Jarðarferðin

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: : Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2013. - Hans Tórgarð lesur. - ISBN: 9789997251008 / fløga. - ISBN: 9789997251015 / mp3
Útgivin sum e- bók á donskum: Hedehusene : Torgard, 2013. - ISBN: 9788792286666

Týðingar
Dansk: Brahmadellerne / Povl Skårup. - Hedehusene : Torgard, 2012. - ISBN 9788792286659 
Norskt: Brahmadellane / Lars Moa. - Tromsø : Margbok, 2012. - ISBN 9788293065241
Týkst: Die Erinnerungen / Ulrich Sonnenberg. - München : btb, 2016. - ISBN: 9783442754335 

 

Tey bæði : trúfesti og fullkomin friður / Hanus Samró

Tórshavn : H. Samró, 2011. - 172 síður

ISBN
9789991833392

Lýsing
Søga fyri ung. Vit hitta parið Vár og Bjarta, sum eru av Sandoynni. Vit fáa innlit í skúlagongd, heimalív, frítíðarlív, kærleikslív og síðst men ikki minst tær lívskreppur, sum hesi ungu koma í.

 

Vitjan... : framtíðarskaldsøga / Annfinnur í Skála

Vestmanna : Sprotin, 2011 - 310 síður

ISBN
9789991871677

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e-bók: Vestmanna : Sprotin, 2012. - ISBN 9789991871912

Lýsing
Stórpolitikkurin ridlar, parlament verða øst upp, tí verur uttan úr heimi hótta mannaættina, og bert ein – ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Mykinesi, er førur fyri at greiða fløkjuna

 

Tann fimti maðurin / Jógvan Isaksen 

Keypmannahavn : Amaldus [i.e. Mentunargrunnur studentafelagsins], 2012 - 287 síður

ISBN
9789991875033

Lýsing
Krimisøga. William Hammer er komin í starv hjá tí føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi

Krimiraðið er : William Hammer ; 1

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2013. - Hjálmar Dam lesur. - ISBN: 9789997251022 / fløga . - ISBN: 9789997251039 / mp3

 

Skugganna land / Annfinnur í Skála

Vestmanna : Sprotin, 2012 - 553 síður

ISBN
9789991871557

Lýsing
Um Heimin forna, har dvørgar, álvar, risar, vargmenn og menniskju liva hvørt um annað og ikki minst tráa eftir valdi

Broytt og enduskoðað útgáva av: 
Heimurin forni: Hjá dvørgum í Niðafjøllum ; Ferðin til Zambora. - 2000

 

Offurmorðið / Durita Holm

Keypmannahavn : Freya [ Mentunargrunnur studentafelagsins], 2013. - 403 síður

ISBN: 
9789991833934

Lýsing
Krimisøga. Antropologurin Alisa fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon síðan saman við tarvafektaranum Javier Cortés roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indiánar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistrarherin Fars

Krimiraðið er : Alisa ; 1

Aðrar útgávur: 
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2015. - Tjóðhild Patursson lesur. - ISBN: 9789997251534 / fløga. - ISBN: 9789997251527  / mp3

 

Prædikarin / Jógvan Isaksen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2013. - 300 síður

ISBN: 9789991875125

Lýsing
Krimisøga. Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini

Krimiraðið er : William Hammer ; 2

 

Hinumegin er mars / Sólrún Michelsen

Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2013. - 144 síður

ISBN: 9789991875057

Lýsing
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina

Aðrar útgávur:
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2014. - Sólrún Michelsen lesur. - ISBN: 9789997251268 / fløga. - ISBN: 9789997251275 / mp3 

Týðingar
Danskt : På den anden side er marts / Kirsten Brix. - Keypmannahavn : Mentunargrunnur studentafelagsind, 2013. - ISBN: 9789991875286
Danskt : På den anden side er marts / Kirsten Brix. - Keypmannahavn : Hedehusene, 2017. - ISBN. - ISBN: 9788792286949

 

Brot / Páll Nolsøe

Vestmanna. - Sprotin, 2012. - 463 síður

ISBN: 9789997210043

Lýsing
Krimisøga. Líkið av eini ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi kriminalløgreglumaðurin Einar Meyer verður settur at loysa málið saman við fólki frá Ríkisløgregluni. Teir leita eftir einum ísakøldum psykopati

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e- bók: Sprotin, 2013. - ISBN: 9789997210111

 

Hans Jensen / Hanus Samró

Hoyvík : Egið forlag, 2013. - 424 síður

ISBN: 9789991833927

Lýsing
Politisk spenningssøga, ið snýr seg um vinnulívsmannin Hans Jensen, sum er farin til Dubai í arbeiðsørindum. Túrurin fær eina bráða vend, og hann má spyrja seg sjálvan, um hann skal selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin. Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina

 

Havnin var mítt náðileysa heim ella In der Gulag / Agnar Artúvertin

Køge : Gwendalyn, 2013. - 121 síður

ISBN: 9789991884233

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 2

 

Ljósar tíðir / Agnar Artúvertin

Køge : Gwendalyn, 2013. - 190 síður

ISBN: 9789991884226

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 1

 

Korallin í Tallin / Agnar Artúvertin

Køge : Gwendalyn, 2014. - 191 síður

ISBN: 9789991884240

Bókaraðið er
Filosofiskar investigatiónir út í essensin ... bind 3

 

Eg síggi teg betur í myrkri : forspæl til ein gleðileik / Carl Johan Jensen

Vestmanna : Sprotin, 2014. - 520 síður

ISBN: 9789997210586

Lýsing:
Fáar dagar áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðmannaskipið Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Við er íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson, sum roynir at taka seg av døgum við morfini. Nú er tann løtan í lívi hansara komin, tá fortíðin hevnir seg aftur

Aðrar útgávur:
Útgivin sum e- bók: Sprotin, 2014. - ISBN: 9789997210654
Útgivin sum ljóðbók: Ljóðbókanevndin, 2014. - Carl Johan Jensen lesur. - ISBN: 9789997251701  / mp3

Svensk útgáva: Jag ser dig bättre i mörker - inledningen till ett glädjespel. Sprotin, 2019 - ISBN: 9789997211910

 

Rustur sum viður og vindur : skaldsøgur / Tóroddur Poulsen

Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2014. - 167 síður

ISBN: 9789991875231

Lýsing:
Skaldsøgan, sum er skrivað í brotum, er í høvuðsheitum um tilveruna hjá yrkjaranum júst nú. Ein satirisk lýsing av góðum og illum í tilveruni bæði í Havnini og Keypmannahavn

 
Zapatista / Durita Holm

Keypmannahavn : Freyja, 2014. - 337 síður

ISBN: 9789991834290

Lýsing:
Krimisøga. Antropologurin Alisa fer hesaferð til Meksiko at granska spenningar ímillum neoliberalismu og kommunitarismu, umboðað av ávikavist námsfyritøkuni Mining International og Zapatista-uppreistrarbólkinum. Alisa endar skjótt mitt í einum meldri av óloystum gátum og vandamiklum tilburðum, sum tykjast vera tengd at teirri spentu støðuni í økinum

Krimiraðið er : Alisa ; 2

 
Vølundarhús / Jógvan Isaksen

Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2014. - 300 síður

ISBN: 9789991875248

Lýsing:
Krimisøga. Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. William Hammer fer at kanna málið

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 9

Aðrar útgávur
Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin 2016. - Kári Øster lesur. - ISBN: 9789997253194 / mp3 

 
Hitt blinda liðið / Jógvan Isaksen

Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2015. - 291 síður

ISBN: 9789991875385

Lýsing:
Krimisøga. Ein beinagrind verður funnin múrað inni í kjallaranum á einum av teimum gomlu húsunum úti á Reyni. Vit eru í døgunum upp undir sólarmyrkingina, og løgreglan hevur úr at gera í sambandi við tey mongu túsund ferðafólkini, sum vitja Føroyar. Tí fær Skansadeildin við Williami Hammer á odda málið

Krimiraðið er : William Hammer ; 3

 

Bókin um tað góða / Carl Jóhan Jensen

Vestmanna : Sprotin, 2015. - 238 síður

ISBN: 9789997211507

Lýsing:
Bókin um tað góða er søgan um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann frá barnsbeini er vandur upp til at skilja tað góða í einum andliga trongum umhvørvi. Og hvat er tá at gera? Tvinnir eru kostirnir. Annaðhvørt má K. fáa tað góða saman aftur í høvdinum onkursvegna. Ella má hann fara til grundar

 
Tjøldrini á Ambadali / Petur Jacob Sigvardsen

Tórshavn : Búgvin, 2015. - 97 síður

ISBN: 9789991885537

Lýsing:
Ævintýr fyri størri børn og vaksin um eitt tjaldurspar, sum ikki vildi rýma frá brekaða unga sínum

 
Hinumegin garðin : skaldsøga / William Smith

Vestmanna : Sprotin, 2015. - 149 síður

ISBN: 9789997211620

Lýsing:
Óvitin verður drigin inn í religiøsa heilaspunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur

 
Einsamøll í Lítlu Dímun / Agnar Artúvertin

Tórshavn : Gwendalyn, 2015. 185 síður

ISBN: 9789991884271

Lýsing:
Spurningarnir eru nógvir í hesi søgu um kærleika, sálarsjúku, morð og havtrøll, og um tað trupla sambandið millum trý fólk, sum av tilvild verða leinkjað saman á kropp og sál

 

Óendaliga vera / Marjun S. Kjelnæs

Tórshavn : Føroya lærarafelag, 2016. 310 síður

ISBN: 9789997202468

Lýsing:
Søgan fer fram í 20. øld og á okkara døgum. Vera liggur á ellisheimi, hon fær ikki tosað, men innan í henni floyma minnini fram um lív hennara, um kærleikan, við bæði ósvaraðum og svaraðum spurningum. At vitja hana kemur Leon, sum hevur fingið til uppgávu at gera upp við tað, ið er eftir av lutum hjá Veru: hvat skal goymast, og hvat skal tveitast burtur?

Útgivin sum ljóðbók: Tórshavn : Ljóðbókanevndin, 2020. - Gunnvá Zachariassen lesur. / fløga. - ISBN: 9789997253859 / mp3

Okkurt um bókina:

Vilst í verðini (ummæli) : Eyðun Klakstein ; Varðin, bind 83, hefti 2, 2016 s. 165-167                                        Óendaliga vera (ummæli) : Silja Aldudóttir ; Varðin, bind 83, hefti 2, 2016 s. 168-172

 
Stjørnustundir í skugga / Høgni Debes Joensen

Vestmanna : Sprotin, 2016. - 228 síður 

ISBN: 9789997212085

Lýsing: 
Lyklaskaldsøga um smádrong, og hvussu hann vantrívist, tí foreldrini skulu skiljast. Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir

 
Deyðin fer í bindiklubb / Steintór Rasmussen

Vestmanna : Sprotin, 2016. - 307 síður 

ISBN: 9789997212177

Lýsing:
Krimisøga. Ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík. Hetta eru stórtíðindi hjá teimum seks vinkonunum, sum hittast til bindiklubbakvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal loysa óhugnaligu gátuna. Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrdur

Týðingar

Týskt: Hass stirbt nie: ein Färöer-Krimi / Steintór Rasmussen - Týðari: Martin Schürholz. Útgevari: edition krimi, 2019. ISBN: 9783946734727

Krimiraðið er: Deyðin fer í bindiklubb ; Hevndin úr havsins dýpi ; Horvna rósan ; Seytjandi maðurin

 
Drotningarringurin / Jógvan Isaksen

Tórshavn : Marselius, 2016. - 313 síður

ISBN: 9789991879000

Lýsing: 
Krimisøga. Somu dagar sum Margretha drotning vitjar í Føroyum, fara harðligar hendingar fram. Ein kavari verður funnin deyður við kongsskipið, og ein fyrrverandi katólskur prestur verður stungin til deyðis. Líkt er til, at stór virðir eru krógvað í Føroyum, og at hesi hava samband við tann máttmikla nasistin Bormann, sum hvarv aftan á kríggið. Hannis Martinsson er sum ikki einaferð í andglettinum

Krimiraðið er : Hannis Martinsson ; 10

Okkurt um bókina:

Drotningarrringurin, sum hvar (ummæli) : Marna Jacobsen ; Varðin, bind 84, hefti 1, 2017 s. 142-147

 

Bommhjarta / Jóanes Nielsen

Tórshavn : Mentunargrunnur studentafelagsins, 2016. - 369 síður

ISBN: 9789991875453

Lýsing: 
Søgan tekur við, tá ið Eigil Tvibur sleppur úr fongslinum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir, hann framdi í tí undanfarnu bókini. Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Eigil og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað

Bókaraðið er:
Brahmadellarnir ; Bommhjarta ; Jarðarferðin

Okkurt um bókina:

Væl blandað bomm - skaldsøga við missión (ummæli) : Malan Marnersdóttir ; Varðin, bind 84, hefti 1, 2017, s. 136-141

 

Rekamaðurin / Jens Pauli Heinesen (2. útgáva)

Vestmanna : Sprotin, 2016. - 124 síður

ISBN: 9789997212009

Lýsing:
Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga. Sámal Matthias livir eitt fátæksligt lív og droymir um at finna ein stóran reka. Men tá dreymurin gerst veruleiki, verður alt øðrvísi enn væntað

Aðrar útgávur

1. útgáva: Tórshavn : Gestur, 1977

 

Leikum fagurt / Heðin Brú (2. útgáva)

Vestmanna : Sprotin, 2017. - 220 síður

ISBN: 9789997212122

Lýsing:
Ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í 30-árunum. Hon er eisini kærleikssøgan millum tann veika læraraskúlanæmingin Tormann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Høvuðssøgugongdin er kortini um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál

 

Heljarportur / Jógvan Isaksen

Tórshavn : Marselius, 2017. - 294 síður

ISBN: 9789991879017

Lýsing:
Krimisøga. William Hammer er sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna. Fær bara at vita, at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki, og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so kann hann veita teimum hana. Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann. William er fullkomiliga líkaglaður, tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun

Krimiraðið er : William Hammer ; 4

 

Sær - ein fuglabók av gloymsku / Carl Jóhan Jensen

Vestmanna : Sprotin, 2017. - 385 síður

ISBN: 9789997212573

Lýsing:
Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni? Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugøtu í Havn um miðja farnu øld í einum hússetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni. Avgjørd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Føroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo

 

Framtíðarvónir / David Johannesen

Miðvágur : Vón, 2017. - 118 síður

ISBN: 9789991881324

Lýsing:
Jógvan hevði framtíðarvónir. Hann sá eina bjarta og ljósa framtíð fyri sær. Tað ræður um at síggja tilveruna við jaligum og bjørtum eygum, bara soleiðis eydnast lívið, og ein kann fáa eitt gott og eydnuríkt lív at liva

 

Fractura nasi / Høgni Mohr

Tórshavn : Egið forlag, 2017. - 250 síður

ISBN: 9789991880525

Lýsing:
Høvundurin ferðast runt Føroyar á súkklu. Tilsamans súkklar hann 1300 kilometrar. Á leiðini viðger hann m.a. sína egnu sorg og tað, sum hann heldur vera skilaleysan tíðindaflutning

Týðingar

Dansk: Rejse for livet / Høgni Mohr  - Týðari: Kirsten Brix. Útgevari: Høgni Mohr og Amanda Books, 2019.  ISBN 9788799559213

Okkurt um bókina:

Fractura nasi (ummæli) : Sanna Klein ; Varðin, bind 85, hefti 1, 2018 s.178-182

 

Hevndin úr havsins dýpi / Steintór Rasmussen

Vestmanna : Sprotin, 2017. - 305 síður

ISBN: 9789997212399

Lýsing:
Krimisøga. Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti. Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík

Krimiraðið er: Deyðin fer í bindiklubb ; Hevndin úr havsins dýpi ; Horvna rósan ; Seytjandi maðurin ; Ein er tíðin at liva

 

Horvna rósan / Steintór Rasmussen

Klaksvík : Innskot, 2018. - 382 síður

ISBN: 9789991835501

Lýsing:
Krimisøga. Horvna rósan er søgan um eitt føroyskt frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla ala fram tað versta í tí besta

Krimiraðið er: Deyðin fer í bindiklubb ; Hevndin úr havsins dýpi ; Horvna rósan ; Seytjandi maðurin ; Ein er tíðin at liva

 

Seytjandi maðurin / Steintór Rasmussen

Klaksvík : Innskot, 2018. - 285 síður

ISBN: 9789991835976

Lýsing:
Krimisøga. Tá nývaldi tinglimurin Beinir Kalsfjall doyr í eini gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu. Og av góðum grundum kunnu fólk eisini spyrja, hvør hennara leiklutur er í spælinum um valdið í samfelagnum

Krimiraðið er: Deyðin fer í bindiklubb ; Hevndin úr havsins dýpi ; Horvna rósan ; Seytjandi maðurin ; Ein er tíðin at liva

 

Gloymdur / Solby A. Christiansdóttir

Vestmanna : Sprotin, 2019 - 293 síður

ISBN: 9789997213464

Lýsing:
Ein maður liggur til at doyggja á Landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini

 

Terningar - søgur av tilvild / Carl Jóhan Jensen

Vestmanna : Sprotin, 2019 - 421 síður

ISBN: 9789997213563

 

Vit, Føroya fólk / Bjørk Maria Kunoy

Norðan, 2019 : 277 síður

ISBN: 9789991836065

Lýsing:
Samgongan við Magnusi Tróndheim á odda hevur lagt uppskot fram fyri løgtingið um Føroya grundlóg. Danska forsetisráðfrúan, Lone Schrøter, setur hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum. Teir fýra samgonguflokkarnir, Sentrum, Høgri, Víðsjón og Áræðisflokkurin, ferðast á eggini av ríkisfelagsskapinum í einari roynd at fremja føroysk seráhugamál, men vanligi føroyingurin er uttanveltaður, og tvíningar innanhýsis í flokkunum hótta staðiliga grundarlagið undir einari fólkaatkvøðu om Føroya grundlóg

 

Psykosudrotningin sigur frá / Anna Malan Jógvansdóttir

Syðrugøta : Eksil, 2019 - 197 síður

ISBN: 9789991885094

 

Jarðarferðin / Jóanes Nielsen

Vestmanna : Sprotin, 2019 - 243 síður

ISBN: 9789997213570

Lýsing:
Hetta er bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai, og sum endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Men fyrst og fremst er Jarðarferðin ein lýsing av vinalagnum millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur

Bókaraðið er: Brahmadellarnir ; Bommhjarta ; Jarðarferðin

 

Ikki fyrr enn tá / Oddfríður M. Rasmussen

Vestmanna : Sprotin, 2019 - 285 síður

ISBN: 9789997213242

Lýsing:
Tey eru eydnurík saman, men so gerst hon álvarsliga sjúk. Bókin snýr seg um, hvussu hann megnar at liva við, at hon broytir persónsmensku, og hvussu hann fótar sær, eftir at hon er deyð

Týðingar

Danskt: Først når ... / Hugin Eide - Hedehusene : Torgard, 2020 - ISBN 9788793521278

 

Arktis / Jógvan Isaksen

Nivå : Marselius, 2019 - 278 síður

ISBN: 9789991879048

Lýsing:
Ein fjøld av kinesarum vitjar í Føroyum, og William Hammer og Skansadeildin fáa uppspurt, at hetta er ein sendinevnd, sum er komin at samráðast, men um hvat? Hvørki løgreglan, ferðavinnan ella tíðindafólk vita nakað um hesa vitjan, og myndugleikarnir eru sum farnir undir heilt. William Hammer fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt, at núverandi landsstýrið spælir eitt skuggaspæl og vil loyva Kina at fáa fótin fastan í Føroyum. Føroyar eru nevniliga limir í Arktiska Ráðnum, og tað er akkurát tað, sum Kina tráar eftir

2020-2029

Gentan í verðini / Katrin Ottarsdóttir

Vestmanna : Sprotin, 2020. - 246 síður

ISBN: 9789997213860

Lýsing: 
Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu í húsinum og roynir sum best at skilja tað, sum tey vaksnu siga og gera, og tað, sum tey ikki siga ella gera