Colour conjunction

24. mars 2022

Framsýning við Randi Samsonsen er at síggja í forhøllini á Landsbókasavninum til 1. juni

Vælkomin :)

“Colour is nothing but a sensation and has no existence at all independent of the nervous systems of living beings.”

 (Ogden Rood)

 At litir verða til, tá ljósið verður kastað á, er eitt, sum hugtekur meg sera nógv, serliga innan mítt arbeiðið. Litir hava stóra ávirkan á form og uppfatan og samanseting av litum kunnu vera avgerðandi fyri, hvussu liturin upptraðkar, hvussu formurin tekur seg út í einum rúmi og møtir áskoðarunum.

 Litirnir seta kenslur og minnir í gongd hjá tí einkulta menniskjanum, um enn tað er positivt ella negativt. Sitatið, eg vísi á niðanfyri, sigur okkum eisini, at litir eru ein sansing serliga fyri livandi verur at uppfata.

Til framsýnigina “Colour conjunction”, sum var at síggja fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum á várið 2021, havi eg arbeitt við tann bleyta skulpturin í ymiskum litkompositiónum. Medie, eg arbeiði við, er hekling í bummull og ull.

Eg ynski við hesum verkum, at áskoðarin við litunum og samansetingunum fær eina uppliving av, hvat litir kunna, umframt at eg við tí tekstilu tøknini eisini “tosi” við teirra húð. Tí vit sansa (bleyt) objektir við okkara húð eisini.

/Randi Samsonsen

Keldulisti eg havi nýtt til vitan og íblástur um litir:

“Interaction of Color” Josef Albers

“Design as Art” Bruno Munari

“The Secret Lives of Color” Kassia St. Clair


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Ikki opið á ólavsøku

Ólavsøkuaftan tann 28. juli, ólavsøkudag tann 29. juli og týsdag tann 30. juli er bókasavnið ikki opið. Tó er atgongd til talgilda… Les meira »


24. juli 2024
Filmstriben – til øll við lánarakorti frá føroyskum bókasøvnum

Filmstriben er talgilt filmstilboð við breiðum úrvali av spælifilmum, stutt- og heimildarfilmum til børn, ung og vaksin. Tú fin… Les meira »


08. juli 2024