Filmstriben – til øll við lánarakorti frá føroyskum bókasøvnum

08. juli 2024

Filmstriben er talgilt filmstilboð við breiðum úrvali av spælifilmum, stutt- og heimildarfilmum til børn, ung og vaksin.

Tú finnur Filmstriben á heimasíðuni filmstriben.dk og appini Filmstriben. Tú ritar inn eins og á eReolen – vel Landsbókasavnið á listanum yvir bókasøvn (niðast á listanum) og rita inn við tínum lánaranummari og pinkotu. Hevur tú lánarakort frá Býarbókasavninum í Havn, velur til Býarbókasavnið.

Tú hevur 12 stig at brúka um mánaðin. Tá tú hevur brúkt tíni 12 stig, kanst tú ikki læna fleiri filmar tann mánaðin. Filmarnir, ið tú lænir, eru tøkir í 48 tímar. Hvønn mánað finnur tú ”Månedens 0 point film,” sum tú kanst hyggja eftir óansæð, um tú hevur fleiri stig eftir ella ikki.

Filmarnir eru bólkaðir soleiðis: • Spælifilmar og onkrir heimildarfilmar – 4 stig • Heimildarfilmar yvir 30 min – 3 stig • Filmar upp til 30 min – 2 stig • Filmar upp til 15 min – 1 stig

Tù kanst síggja filmarnar í tínum sjónvarpi via Chromecast ella Airplay. Tá ið filmurin er byrjaður, skal tú trýsta á cast-ikonið í spælaranum. Um tú hevur Apple TV, kanst tú eisini heinta appina Filmstriben í App store.

Børnebiffen er eitt bókasavnstilboð við stuttfilmum til børn í aldrinum 3-7 ár og finst á heimasíðuni bornebiffen.dk. Fyri at síggja filmar á Børnebiffen skalt tú rita inn víð tínum lánaranummari og pinkotu. Tað eru ongar avmarkingar á, hvussu nógvar filmar, tú kanst síggja á Børnebiffen.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Tidarrit.fo dagførast 12. okt.

Vit skulu boða frá, at av tí at www.tidarrit.fo skal dagførast leygardagin 12. oktober, kunnu brúkarar vænta órógv í skipanini ell… Les meira »


10. oktober 2024
25 ára starvsdagur

Í dag hevur Herluf Hansen, Setursbókavørður, 25 ára starvsdag. Góði Herluf takk fyri gott samstarv. Les meira »


08. oktober 2024