Tíðindi
Grindefangsten eftir Lyngbye á HandRit.fo
Grindahvalurin og -veiðan hevur ivaleyst verið tað virðismiklasta og áhugaverdasta innan gransking, sum fanst í Føroyum.
Hans Christian Lyngbye (1782-1837), prestur og náttúrufrøðingur, náddi á síni stuttu ævi (andaðist 55 ára gamal) at granska ymiskt í Føroyum. Sum ungur kandidatur í gudfrøði varð hann settur í starv sum húslærari á Hofmansgave í 1812, har Niels Hofman Bang (1776-1855) var góðseigari. Hofman hevði stóran áhuga fyri náttúrusøgu, og serliga var hann spentur um algur. Lyngby hevði eisini áhuga fyri plantufrøði og var so dugnaligur at tekna, at hann fekk til uppgávu at tekna algurnar, sum teir funnu. Soleiðis fekk Lyngbye sera góða vitan um algur.
Ordiliga granskingarlívið hjá Lyngbye byrjaði í 1817, tá ið Universitetið í Keypmannahavn hevði eina virðislønaruppgávu fyri eina skipaða kanning av algum, sum higartil vóru funnar í danska kongaríkinum. Lyngbye fór til Noregs at savna algum til endamálið.
Um summarið fór Lyngbye síðani á algologiska granskingarferð til Føroyar við stuðli frá kongaríkinum. Hann hevði tilfar frá strondunum í Danmark, Noregi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum undir hond og vann virðislønina hjá Universitetinum. Dómaranevndin mælti til, at verk hansara varð útgivið. Úrslitið, Tentamen Hydrophytologia Danica, kom út í 1819. Bókin var á tremur við myndum og prentað fyri kongligan kostnað.
Algusavnið hjá Lyngbye er varðveitt á Statens Naturhistoriske Museum. Í savninum eru eisini tær algur, sum hann savnaði í Føroyum í 1817.
Grindadráp í Hvalba
Ferð Lyngbyes til Føroya varð fruktagóð í øðrum samanhangi. Hann var vitni til grindadráp í Hvalba, tá ið hann var heima hjá Schrøter (1771-1851) sóknarpresti og skrivaði niður tað, hann sá. Burturúr kom ein ritgerð um grindahvalin og grindaveiðu, har Lyngbye lýsir millum annað á stuttligan hátt, hvussu alt gekk fyri seg. Hann hyggur at við eygum gests og forvitni vísindamansins. Ritgerðin kom út sum grein í Tidsskrift for Naturvidenskab IV í 1825 og eisini hjá Andreas Seidelin, Hof- og Universites bogtrykker sum ein lítil bóklingur uppá 32 síður, og tað er tann útgávan, sum nú er tøk á HandRit.fo:
Grindahvalurin og -veiðan hevur ivaleyst verið tað virðismiklasta og áhugaverdasta innan gransking, sum fanst í Føroyum. Í hvussu so er gav Det Kongelige Videnskabernes Selskab (Kongaliga danska vísindafelagið) Candidat Lyngebye silvurmedalju fyri ritgerðina, tann 27. februar 1818 og seinni í 1826 varð Lyngbye limur í felagnum.
Kvæðaáhugin
Annað sum Lyngeby varð vitni til, meðan hann ferðaðist um landið, vóru kvøðandi heimamenn. Í teimum pørtum av Sjúrðarkvæðunum, sum hann hoyrdi, vístu seg at vera søgur úr evropeiskum og norrønum bókmentum. Hann hitti J. C. Svabo (1746-1824), sum var gamal maður tá, og Lyngbye fekk hann at læra seg føroyskt fyri betur at skilja tað, hann hoyrdi. Í 1822 kom út á prenti úrslitið av hesum kvæðaáhuga, tann fyrsta bókin við føroyskum máli: Færøiske qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt.
Áhugi Lyngbyes var sera breiður, og nógv av hansara arbeiði er enn nýtt av granskarum kring allan heim, um tað eru algur, hvalur ella kvøðing.
Les meir um Lyngbye og gindaveiðuna á Hvalba á Faeroensis:
Da H.C. Lyngbye var i grind i Hvalba 1817.
Keldur
Marnersdóttir, M. og Sigurðardóttir, T. (2011). Bókmentasøga 1. Nám.
Örsted, H. C. (1818). Oversigt over det Kongelige Danske Videnskabernes Selskabs forhandligar og detes medlemmers arbeider fra 31 Mai 1817 til 31 Mai 1818. Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab.
Seinastu greinar
Grindahvalurin og -veiðan hevur ivaleyst verið tað virðismiklasta og áhugaverdasta innan gransking, sum fanst í Føroyum. Les meira »
Tann 15. í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning, við 15 útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá september til oktober er… Les meira »