Savnandi savnsdagur í Kringvarpi Føroya

16. mai 2022

Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm temu, sum eyðkenna Savnandi savnsdagin 3. juni, sum SavnsGull, verkætlanin at bjarga tilfari úr Kringvarpinum, hevur tikið stig til at fyriskipa.

Vita fólk í grundini, hvørjum verður arbeitt við í einum savni, og hvønn týdning arbeiðið hevur fyri almenningin? Savnandi savnsdagurin er sprottin burtur úr hesum spurningum í vón um at koma fram til eitt svar.

Eftir at løgmaður hevur bjóðað vælkomin, fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum henda dagin at hava framløgu um hvør sítt tema. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.

 

Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við, ella sum fáast við savnsarbeiði.

 

Savnandi savnsdagurin verður 3. juni kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20. Gott hevði verið, um luttakarar boða frá luttøku við at senda teldupost til: bjorn@kvf.fo

Skrá

 

13:00-13:10
Løgmaður bjóðar vælkomin
13:10-13:20
Intro til dagin
13:20-13:35
Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi
13:35-13:55
Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
 
 
13:55-14:15
Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
 
 
14:15-14:35
Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal Tróndur F. Johansen)
 
 
14:35-15:05
Steðgur
15:05-15:25
Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni Føroya (Dagmar Malena Winther)
 
 
15:25-15:45
Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í koronukanningartøkni (Jan Sørensen)
 
 
15:45-16:00
Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan hjá Pandoru
 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Ikki opið á ólavsøku

Ólavsøkuaftan tann 28. juli, ólavsøkudag tann 29. juli og týsdag tann 30. juli er bókasavnið ikki opið. Tó er atgongd til talgilda… Les meira »


24. juli 2024
Filmstriben – til øll við lánarakorti frá føroyskum bókasøvnum

Filmstriben er talgilt filmstilboð við breiðum úrvali av spælifilmum, stutt- og heimildarfilmum til børn, ung og vaksin. Tú fin… Les meira »


08. juli 2024