Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn

02. februar 2024

Tíðindaskriv

Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.

Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tú kanst atkvøða her: www.lesaravirðislønin.fo

Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.

Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.

Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.

Tilnevndu skaldsøgurnar í ár eru:

  • Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottardóttir
    Skaldsøgan byggir víðari á skaldsøguna Gentan í verðini. Innhugsna gentan gongur nú í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinum har heima, har dagarnir og næturnar eru merkt av ótryggleika.

  • Saga JAM eftir Høgna Mohr
    Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allan Müller. Hann varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Ein søga um langtan og stórar dreymar.

  • Tám eftir Jón Thorsteinsson
    Í skaldsøguni flytur Anja aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.

Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Ikki opið á ólavsøku

Ólavsøkuaftan tann 28. juli, ólavsøkudag tann 29. juli og týsdag tann 30. juli er bókasavnið ikki opið. Tó er atgongd til talgilda… Les meira »


24. juli 2024
Filmstriben – til øll við lánarakorti frá føroyskum bókasøvnum

Filmstriben er talgilt filmstilboð við breiðum úrvali av spælifilmum, stutt- og heimildarfilmum til børn, ung og vaksin. Tú fin… Les meira »


08. juli 2024