Efeingi
Leita í øllum fleiri enn 9000 tíðarritum, í senn. Finn tíðarrit, greinar og annað tilfar frá Wiley, Oxford University Press, Universitetsforlaget (Idunn), EBSCO (Cinahl), Elsevier, BMJ, Springer Link og øðrum.
Útgevari: Wolters Kluwer. Atgongd frá umleið 1993-
Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. (Vísindalig tíðarrit)
Published since 1901 under various titles, this monthly journal covers all aspects of the multidisciplinary field of aquatic sciences.
Fevnir um fakøkini sjúkrarøktar- og heilsufrøði. (Leitigrunnur - eisini við greinum í fullum teksti)
Metingar og ummæli av heilsugransking og sjúkraviðgerð og -røkt. (Leiti- og fulltekstgrunnur)
Open Access -tíðarrit og -greinar
Frí og ókeypis atgongd til vísindalig tíðarrit og greinar á netinum.
Fleiri enn 2900 vísindalig tíðarrit inkl. The Lancet, atgeingilig í fulltext. Frá forlagnum Elsevier
Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. Nøkur av mest týðandi tíðarritunum í fleiri vísindagreinum. (Vísindalig tíðarrit)
ERNiE er ein granskingarverkætlan í nationalismu, ið Føroyar eru partur av. Verkætlanin er hugsað sum samanberandi og talgild hugvísindi, ið m.a. kunnu ávísa, hvussu netverk av mentanarnationalistum virkaðu saman um at gera tjóðir. Universitetið Ì Amsterdam stendur fyri ERNiE.
Árgangur 2002-2007 av FF blaðnum talgilt.
Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru higartil komnar 66 bøkur. Framyvir verður ritið ikki prentað, men heldur fram talgilt her <…
Eldri útgávur av fróðskaparritinum Frøði, ið Fróðskaparfelag Føroya gevur út.
The Economist, The New York Times, National Geographic, Newsweek, Popular Science, and Smithsonian Fá atgongd til fleiri hundraðtúsund greinar um ymisk evni, frumkeldur, ævisøgur, og kritiskar umrøður. Tíðarrit, vikubløð, dagbløð og greinar eru…
Google scholar er leitimaskinan Google, men ístaðin fyri at leita í øllum, so leitar Google scholar einans í vísindaligum greinum og tíðarritum.
Fulltekst-atgongd (øll greinin sum PDF) er til tær greinar og tey tíðarrit, ið liggja frítt á netinum, og til tær greinar og tey tíðarrit, sum t…
Fleiri enn 50 norsk faktíðarrit hjá Universitetsforlaget. (Tíðarrit)
Tíðarritið publiserar gransking, reviews og editorials innan biomedisin. Kemur út 48 ferðir um árið.
59 tíðarrit innan hugvísindi (humaniora) - mentan manna, t.d. heimspeki, søgu, mál og bókmentir
Atgongd er frá Fróðskaparsetrinum og Landsbókasavninum
Læknafrøðiligt tíðarrit frá forlagnum Elsevier. Kemur út eina ferð um vikuna. Fulltekst atgongd til greinar frá 1997-
IP atgongd (Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetrið og onnur)
Fjaratgongd við fjarbrúkara
The Lancet | Journal | ScienceDirect.com by Elsevier<…
The leading journal in its field, MEPS covers all aspects of marine ecology, fundamental and applied. Topics covered include microbiology, botany, ecosystem research, biological oceanography, ecological aspects of fisheries and aquaculture, pollution, environmental protection and conversation
Eitt av heimsins mest viðurkendu tíðarritum innan náttúruvísindi. Tíðarritið varð fyrstu ferð útgivið í 1869.
Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. Nøkur av mest týðandi tíðarritunum í fleiri vísindagreinum. (Vísindalig tíðarrit)
Savn av fleiri leitigrunnum, t.d. á fleiri ymsum fakøkjum. Nevnast kunnu eitt nú grunnarnir Aquatic Sciences and Fisheries Abstracts (ASFA), GeoRef og grunnar, ið snúgva seg um kt, náttúruvísindi, tøkni, undirvísingar- og samfelagsfrøði. (Leiti- og fulltekstgrunnur)
Frítt atkomiligur leitigrunnur við tí mesta av tilfarinum úr Medline. (Leitigrunnur)
Frítt atkomiligt greinasavn við tilfari úr fleiri enn 2.000 vísindaligum tíðarritum o.m. (Greinasavn)
Her finnur tú greinir hjá føroyskum granskarum, umframt greinir um Føroyar (byrjað 2021).
Sage Premier, 2020 Collection
Vísindaligt tíðarrit, ið publiserar týdingarmikla upprunagransking og tiðindi um gransking innan allar vísindagreinar. Kemur út eina ferð um vikuna.
Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. Nøkur av mest týðandi tíðarritunum í fleiri vísindagreinum. (Vísindalig tíðarrit)
Uml. 1470 søgu-, samfelags- og hugvísindalig tíðarrit. Atgongd frá 1998-
Leitigrunnur og yvirlit yvir vísindaligt granskingartilfar. Peer reviewed. IP atgongd frá stovnum í FRIS (Fróðskaparsetrinum, Landsbókasavninum og øðrum)
Science Citation Index (Backfile 1900 - 2021)
Social Sciences Citation Index (Backfile 1955 - 2021)
Arts & Humanities Citation Index (…
Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. Nøkur av mest týðandi tíðarritunum í fleiri vísindagreinum. (Vísindalig tíðarrit)
Rita inn á MyAthens her www.openathens.net
Tú kanst fáa atgongd til fleiri av e-haldunum heimanífrá við at logga á MyAthens-portalin. Um tú ert knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), kanst tú fáa ein brúkara til MyAthens. Eisini lesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu fáa ein brúkara í MyAthens.
Stovnar í samstarvinum um Efeingi: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya, Granskingarráðið, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið og Umhvørvisstovan.
Við MyAthens kanst tú logga á, og harvið fáa atgongd til fleiri av elektronisku haldunum, uttan at vera stødd/staddur á stovninum.
Send okkum fyrispurning um fjaratgongd á utlan@landsbokasavnid.fo, og sig okkum títt navn, lánaranummar og navn á tínum stovni.
Síðan fært tú eitt leinki sendandi, sum tú trýstir á fyri at aktivera og upprætta tín brúkara í MyAthens.
Er tað nakað annað, ið vit kunnu hjálpa tykkum við og hava tit fyrispurningar ella tørv á greinum, setið tykkum í samband við útlánið á utlan@landsbokasavnid.fo ella á telefonnummar 340 525.
IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.
Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.
Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið um efeingi verður eisini kallað FRIS - Faroe Research Information Service.
Flestu haldini verða teknað við Det Kongelige Bibliotek sum forhandlara fyri FRIS frá forløgunum AAAS, BMJ, EBSCO, Elsevier, Nature Research, Oxford University Press, Sage, Springer, Taylor & Francis og Wiley.
Summi hald verða teknað beinleiðis við forløgini. Tað eru hald frá til dømis Idunn (Universitetsforlaget), Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Sciences (Canadian Science Publishing), The Journal of the American Medical Association (JAMA), Marine Ecology Progress Series (MEPS) o. o.
Tilsamans í ymsu haldunum eru umleið 9100 vísindalig tíðarrit, flestu av teimum atgeingilig frá 1997 til í dag. Summi av tíðarritunum liggja tó partvíst sum Open Access, og tá er ikki neyðugt at vera stødd ella staddur á ávísum IP-øki fyri at fáa fulltekst atgongd.
Í samstarvinum um efeingi 2021 eru tíggju søvn og stovnar. Stovnarnir hava umboð í stýrisbólkinum fyri FRIS - Faroe Research Information Service:
Fiskaaling (Jóhanna á Lava Køtlum)
Fróðskaparsetur Føroya (Jóhan Ísak Suni Hansen og Magni Mohr)
Granskingarráð Føroya (Annika Sølvará)
Havstovan (Eilif Gaard)
Heilsufrøðiliga starvsstovan (Debes Christiansen)
Landsbókasavnið (Annika Smith og Unn Paturson)
Landssjúkrahúsið (Jan Rasmussen og Kirstin Joensen)
Tjóðsavnið (Jan Sørensen)
Umhvørvisstovan (Katrin Hoydal)
Møguleiki er eisini hjá øðrum almennum søvnum og stovnum at koma við í hetta samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá forhandlingar við forløgini fara í gongd. Send fyrispurning til unnp@landsbokasavnid.fo
Allir borgarar í Føroyum, hava atgongd til e-tænasturnar, um teir eru staddir á Landsbókasavninum. Eisini ber til at logga á okkara gestanet við egnari teldu ella telefon, og fáa atgongd til fulltekstgreinar, sum eru umfataðar av haldunum. Tá ber til at taka niður pdf-fílur og at printa út.