Efeingi / talgild tíðarrit
Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum, um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS - Faroese Research Information Service.
Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag.
Í FRIS-samstarvinum 2026, eru ellivu søvn og stovnar:
- Firum
- Fróðskaparsetur Føroya
- Granskingarráðið
- Heilsustýrið
- Havstovan
- Heilsufrøðiliga starvsstovan
- Landsbókasavnið (samskipari)
- Sjúkrahúsverkið
- Sernám
- Tjóðsavnið
- Umhvørvisstovan
Møguleiki er hjá almennum søvnum og stovnum at koma við í samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá avtalur við útlendsku forløgini verða endurskoðaðar. Send fyrispurning til lbs@lbs.fo
Til almenningin
Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú atgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-haldnium. Rita inn á okkara gestanet, og tak greinar niður í PDF, ella printa út á pappír.
Hevur tú longu brúkara - rita inn her: www.openathens.net
Hevur tú ikki brúkara?
Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens brúkara, ber til at fáa fjaratgongd til grunnar og talgildu tíðarritini heimanífrá.
Søk um fjarbrúkara umvegis formularin her.
IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.
Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.
Umframt vísindaligu tíðarritini í efeingi hava vit eisini eitt savn av øðrum keldum. Hetta savnið kalla vit e-bókasavnið. Finn tað HER
Hava vit avtalu við tíðarritið?
Finn svarið her!
Flestu av okkara avtalum um atgongd til vísindalig tíðarrit eru gjørdar í samstarvi við Consortie hjá Kongaliga bókasavninum í Danmark. Á teirra heimasíðu er ein funka, har tú kanst skriva navnið á tíðarritinum, sum tú hevur áhuga í, og fáa svar uppá, um tú (via FRIS/Landsbókasavnið) hevur atgongd til tíðarritið - bæði at lesa í og geva út í.
Hetta er leinkið: Finn tíðarritið her
Legg merki til:
1: Í yvirlitinum á Journal Finder eru bæði tíðarrit, sum vit hava avtalur við og eisini onnur tíðarrit sum eru open access - tvs. at hald ella avtala ikki krevst fyri at sleppa at lesa ella geva út í tíðarritinum.
2: FRIS - føroyska samstarvið um hald av vísindaligum tíðarritum - hevur eisini aðrar sjálvstøðugar avtalur uttan um Kongaliga bókasavnið við forløg og tíðarrit, har vit kunnu lesa og geva út. Tær avtalurnar sært tú ikki í Journal Finder.
Talan er um avtalur við hesi forløg:
- Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Science
- JSTOR
- MEPS (Marine Ecology Progress Series)