Bókasavnsgjald
Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur og listaverk teirra tøk á føroysku bókasøvnunum.
Ert tú nýggjur móttakari av bókasavnsgjaldi kanst tú søkja um bókasavnsgjald her
Við høvund meinast rithøvundur, tónaskald, týðari, myndlistafólk og onnur, sum búgva í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skriva, týða ella prýða føroyskar bøkur.
Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í bókasøvnunum, til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini og til upplesarar av ljóðbókum.
Í "Kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum" frá 18. juni 2024 er ásett, hvussu játtanin til endamálið skal býtast.
Kunngerðina sært tú her
Fráboðan um broyting í viðurskiftum hjá móttakara av bókasavnsgjaldi her