Vísandi til  § 21, stk. 2  í Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn ásetur landsstýrismaðurin í mentamálum:

Bókasavnsgjaldið

§ 1

Bókasavnsgjaldið verður roknað eina ferð um árið, í seinasta lagi tann 1. oktober, og skal vera goldið høvundinum í seinasta lagi 1. desember.

 

Høvundar

§ 2

Føroyskur høvundur eftir hesi reglugerð er rithøvundur, tónaskald, týðari, myndlistafólk ella fotografur, sum býr í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skrivar, týðir ella prýðir føroyskar bøkur.

Stk.2. Gjaldið verður latið føroyskum høvundum fyri hvørja bók – sí tó stk. 3-6 – ið tann 31. desember árið fyri var til taks á niðanfyri standandi bókasøvnum og stovnum, tó bert um høvundurin hevur fleiri enn 50 bøkur har:

Megin-, fólka- og skúlabókasøvnum,
Vinnu- og miðnámsskúlabókasøvnum,
Nám og
Føroya landsbókasavni 
 
Bøkur á Føroyadeild og Eykadeild hjá Føroya landsbókasavni verða tó ikki taldar við.

Stk. 3. Myndlistafólk hava rætt til gjald, tá myndirnar eru í minsta lagi 40 % av bókini.

Stk. 4. Eru 2 ella 3 høvundar at sama verki, verður gjaldið býtt javnt teirra millum.

Stk. 5. Eru fleiri enn 3 høvundar at sama verki, verður einki gjald latið.

Stk. 6. Ritstjórar kunnu verða roknaðir sum høvundar, tá ið týðandi sjálvstøðugt arbeiðið er lagt í verkið.

Stk. 7. Er høvundurin deyður, varðveitir eftirlivandi hjúnafelagi rættin til gjaldið.

 

Bøkur

§ 3

Sum bók verður roknað hvørt sjálvstøðugt bind av prentaðum og útgivnum verki, sum hevur í minsta lagi 17 síður.

Stk. 2. Ljóðbøkur verða roknaðar sum vanligar bøkur.

Stk. 3. Annað tilfar, sum t.d. filmar og fløgur, ið er til útláns á bókasøvnunum, verður eisini roknað sum vanligar bøkur.

 

Týðingar

§ 4

1/3 av samlaðu, játtaðu upphæddini verður latin fyri týðingar.

Stk. 2. Fyri týddar bøkur fær týðarin hálvt gjald, sí tó stk. 3 og 4.

Stk. 3. Fyri týddar myndabøkur fær týðarin 1/3, tá ið teksturin er týðandi partur av verkinum.

Stk. 4. Er í týddari bók eisini upprunatekstur, kann fult gjald vera latið, tá hesin upprunatekstur er týðandi partur av verkinum.

Stk. 5. Fyri bøkur eftir føroyskan høvund, týddar til onnur mál, verður latið høvundinum hálvt gjald. Er týðarin føroyingur, verður latið honum hálvt gjald eisini.

 

Bøkur á øðrum málum

§ 5

Fyri bøkur eftir føroyskan høvund, sum skrivar á øðrum máli, verður latið fult gjald.

Mentamálaráðið 15. juli 2003