Ert tú útgevari ella framleiðari?

Avhending av skyldueintøkum

Ein av høvuðsuppávunum hjá Landsbókasavninum er at savna inn, skráseta og varðveita alla føroyska útgávu av bókmentatilfari, tvs. allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Ein av grundstuðlunum undir at røkja hesa uppgávu er skylduavhendingin, sum fevnir um at avhenda eintøk til Landsbókasavnið av øllum verkum, útgivnum í Føroyum. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.

Lesið meira um hetta á:  Skylduavhending
Øll verk, útgivin í Føroyum, verða skrásett í føroysku tjóðbókaskránni
Til ber at leita í bókaskránni eftir øllum, sum er skrásett á Landsbókasavninum, bæði føroyskum og útlendskum.

ISBN og ISSN

ISBN-skrivstovan á Landsbókasavninum umsitur føroysku ISBN-skipanina, og har skulu útgevarar venda sær, um teir ætla at skráseta seg sum ISBN-forlag við egnari ISBN-umsiting. 

Er talan um stakar útgávur frá útgevara, sum ikki hevur egna ISBN-umsiting, eigur viðkomandi at venda sær til Bókamiðsøluna á tel. 313756 at fáa støk ISBN-nummur.

ISSN-skipanin verður Føroya vegna umsitin av donsku ISSN-skrivstovuni á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark. 

Lesið meira um hetta á: ISBN-skrivstovan

Aðrar tænastur til útgevarar

Landsbókasavnið hevur umframt bókligu søvnini eisini onnur søvn, m.a. eitt stórt handritasavn, sum kann brúkast í útgávuhøpi. Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á Tidarrit.fo  Harumframt er Dimmalætting talgilt frá 2003-2015 og Sosialurin frá 2000-2015, og kunnu tey lesast á Landsbókasavninum. Eisini hava vit allar føroysku avísirnar á mikrifilmi, hesar kunnu lesast við okkara avíslesarum.

Set teg í samband við Landsbókasavnið á tel. 340525, ella støkk inn á gólvið hjá okkum, um tú hevur áhuga í hesum.