Hentleikar á Landsbókasavninum

TRÁÐLEYST NET

Á bókasavninum er tráðleyst net. Kotan stendur á skeltum á borðunum í útláninum. 

 

Sjálvlán

Tú kanst læna og lata inn lænt tilfar í sjálvgreiðsluni á ovaru hædd
Um tú skalt læna tilfar, sum er bílagt frá øðrum bókasøvnum, er viðhvørt neyðugt at venda sær til starvsfólkið.

Teldur

Í útláninum standa tvær teldur, ið eru knýttar at prentara, til lánarar at brúka. Tað kostar 1 kr fyri hvørt ark í svørtum og hvítum.

LESISTOVA

Hevur tú brúk fyri arbeiðsfriði, eru 8 pláss á lesistovuni.

Um tær ikki nýtist totalan frið, eru arbeiðsborð millum hillarnar í útláninum.

Um tú hevur brúkt bøkur hjá bókasavninum, vinaliga lat tær liggja eftir á borðinum. Vit seta tær uppá pláss.

 

TELDUR

Í Tøknirúminum eru tvær teldur til taks. Onnur teirra er sett sett til printara.

 

PRINT - KOPIERING - SKANNING

Í tøknirúminum er kopimaskina við ymiskum hentleikum til lánarar at brúka. Til ber eisini at binda uppgávur inn.

Prísir fyri hesar tænastur finnur tú her

FØROYSKU BLØÐINI 

Yvirlit yvir føroysk dagbløð á mikrofilmi

Yvirlitið sýnir, hvørji føroysk dagbløð og onnur bløð Landsbókasavnið hevur á mikrofilmi. Hesir filmar kunnu bert brúkast á bókasavninum, og tað ber til at taka ljosrit av tí, ið skal brúkast.

Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á tidarrit.fo Harumframt er Dimmalætting talgilt frá 2003-2015 og Sosialurin frá 2000-2015, og kunnu tey lesast í Tøknirúminum á Landsbókasavninum. 

Sum nakað nýtt hava Dimmalætting gjørt av, at allir árgangir, sum eru eldri enn tvey ár kunnu lesast á teirra heimasíðu dimma.fo

FUNDIR 

Í fundarrúminum er friður og til ber til at halda stuttar fundir.

KAFFI- OG MATKRÓKUR

Møguleiki er at eta matpakka og at keypa sær ein kaffimunn í kaffi- og matkrókinum í forhøllini.Í krananum er kókandi heitt vatn til te og suppu.

 

 

OKKURT GOTT AFTURVIÐ

Í automatini í forhøllini ber til at keypa sær okkurt gott afturvið.

 

 

 

VESI

Vesir eru í forhøllini.

Vesið til høgru er rúmligari og hóskar tað tí eisini til fólk við rørslutarni, har er eisini eitt skiftiborð, soleiðis at tú hevur møguleika fyri at skifta tínum barni.

SKÁP

Til ber at leggja viðføri o.a. í skápini í forhøllini. Vegleiðing til kotuna finnur tú á skápunum.

VØDDAMÝKING

Treingir tú til ein steðg, ber til at nýta okkara stól til vøddamýking. Av tí at stólurin stendur í fundarrúminum í forhøllini, er hann bert tøkur tá hølini ikki eru upptikin. Stólurin er ókeypis at brúka.

 

 

PARKERINGSVIÐURSKIFTI

Á Landsbókasavninum eru fleiri parkeringspláss, eitt av teimum er til rørslutarnað.

Vetrarljós

Besta viðgerin móti tunglyndi er ljósviðgerð. Í útláninum hava vit sett eina ljóslampu til vitjandi at brúka.