LANDSBÓKASAVNIÐ OG SKÚLAVERKIÐ

Gongur tú á miðnámi ella á framhaldsdeild fólkaskúlans og skalt tú til roynd ella skriva uppgávu?

Vit eru til reiðar at hjálpa.

Tað ber til at leita eftir tilfari, sum Landsbókasavnið og aðrir stovnar og skúlar eiga, í bókasavnsgrunninum www.bokasavn.fo

 

Spyr bókavørðin

Tað ber altíð til at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum á Spyr bókavørðin .Tú kanst eisini skriva til utlan@landsbokasavnid.fo ella ringja til 340 525.

Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at brúka okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á netinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber.

 

Vit avgreiða fyrispurningar umvegis telefon og teldupost gerandisdagar millum kl. 10-18, fríggjadag millum kl. 10-17.

 

Lán, afturbering og bíleggingar

Tað er ókeypis at læna tilfar á Landsbókasavninum. 

Kom inn á gólvið á J.C. Svabosgøtu 16 ella bílegg gjøgnum heimasíðuna www.bokasavn.fo.

Tilfar út á bygd verður sent við Posta.

 

Elektroniskar bókasavnstænastur

Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.a.tl., sum er at finna á netinum.

 

Faktalink – https://faktalink.dk/

Faktalink er eitt savn av greinum um samfelagstýðandi og søgulig evni, sum hava almennan áhuga. Her finnast greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki, KT, tíðarrák, miðlar og nógv annað. Savnið inniheldur umleið 600 greinar og evnir, sum verða dagførd og økt so hvørt. Aftrat hesum eru fleiri túsund leinki og tilvísingar. Og sjálvandi eru eisini greinar um sjúkur, virus og kovid19.

Faktalink hevur ein breiðan málbólk, og bygnaðurin av síðuni merkir, at ein kann brúka greinarnar á ymiskum støði. Faktalink er eitt gott arbeiðsamboð hjá eldri flokkunum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanæmingum, lærarum og skúlabókavørðum. Eisini er tænastan góð hjá lesandi, journalistum og øðrum, ið hava brúk fyri at seta seg inn í eitt hvørt evni og fáa innlit í relevantar bókmentir og kunning. Sí eisini Faktalink light.

 

Forfatterweb – https://forfatterweb.dk/

Forfatterweb er eitt yvirlit yvir rithøvundar við yvir 1100 vangamyndum og tekstum um temu, tíðarskeið og tekstasløg. Her er mest danskir og útlendskir rithøvundar tó einkultir føroyskir høvundar eru eisini at finna her.

 

Føroyski undirvísingarportalurin - Snar.fo

Snar er føroyski undirvísingarportalurin, sum Nám stendur fyri. Síðan er býtt millum dagstovnar, fólkaskúli, miðnámsskúli og aðrar útbúgvingar og er sjálvandi á føroyskum. Á temasíðunum eru uppskot um evni, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Tað kunnu vera evni, ið knýta seg afturat skúlaárinum, so sum árstíðir og høgtíðir, ella evni sum happing og fólkaheilsa. Her eru eisini evni úr alfrøðini, har lond, náttúra og søga verða lýst. Skalt tú skriva um serføroysk evni, sum t.d. um føroyska málið ella um Føroyar undir 2. heimsbargdaga, so er nógv at finna á síðuni.

Yvirlit yvir føroyskar rithøvundar er at finna á Snar, sí: https://snar.fo/rithovundar

 

Greinir í føroyskum bløðum og tíðarritum

Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á Tidarrit.fo. 

Vegleiðing til at leita í grunninum finnur tú á her.

 

Og so er tað sjálvandi okkara ókeypis orðabøkur sum altíð eru at finna á Sprotanum www.sprotin.fo

  

Ger so væl! Vit ynskja tykkum eina góða ferð inn í elektroniska heimin.

 

Ert tú lesandi, lærari ella næmingur?

Landsbókasavnið og skúlaverkið

Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið eisini bókasavnstænastur til lesandi og lærarar á hægri útbúgvingum og eisini næmingar og lærarar í miðnámsskúlum og í framhaldsdeild fólkaskúlans. 

Tað ber til at leita eftir tilfari, sum Landsbókasavnið og aðrir stovnar og skúlar eiga, í bókasavnsgrunninum bokasavn.fo.

Hava tit brúk fyri tilfari, kunnu tit koma á Landsbókasavnið. Fyrispurningar kunnu altíð sendast til utlan@landsbokasavnid.fo ella við at ringja til 340525.

Minnist til at koma í góðari tíð eftir tilfari, tá ið tit t.d. skulu undir at skriva eina uppgávu.

Spyr bókavørðin

Tað ber altíð til at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum á Spyr bókavørðin. Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tíl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at nýta okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á netinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber. Spyr bókavørðin

Elektroniskar bókasavnstænstur - EBI

Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.a.tl., sum eru at finna á netinum.

Í Føroyum hava nøkur bókasøvn og nakrir skúlar tikið seg saman um at halda nøkur av teimum frægastu verkunum, sum verða boðin út á netinum. Tey flestu av hesum verkum kosta, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum.
Hesi eru við í samstarvinum: Landsbókasavnið, Býarbókasavnið, Klaksvíkar bókasavn, Bókasavnið við Løkin, Fuglafjarðar bókasavn, Miðnám á Kambsdali og Glasir

Landsbókasavnið veitir saman við øðrum læru- og granskingarstovnum eisini atgongd til fleiri vísindaligar leiti- og tíðarritsgrunnar. Far til Talgilt tilfar.

Bókasavnskunning

Landsbókasavnið skipar eftir umbøn fyri bókasavnskunning. Spyrjið um hetta í avgreiðsluni ella á 340525. Er talan um skúlaflokkar, ber til at bíleggja tíð til kunning á 340525.

 

Plagiering


Ivast tú onkuntíð í um tað tú skrivar er títt egna, um tú hevur lænt frá øðrum og eigur at sitera tey, ella um hetta sum tú skrivar er almenn vitan, sum ikki nýtist nakra beinleiðis referansu?

Hygg og les her - og fá meira at vita um plagiering og rætta mannagongd, tá tað kemur til at gera tilvísingar og álvarsligu avleiðingarnar fyri plagiering.

 

Eisini er ein test her, har tú kanst royna tína vitan í mun til plagering og avleiðingar 

Uppgávuhjálp

Hjálp, eg skal skriva uppgávu

Henda síðan er ætlað teimum, ið skulu skriva uppgávu.

Her ber til at lesa, hvussu tú fert í holt við fyrireikingarnar til uppgávuna, og so hava vit savnað nøkur leinki á Internetinum, har tað ber til at finna tilfar ella fáa góð hugskot ella íblástur.

Endamálið við síðuni er serliga at eggja næmingum at brúka bókasøvnini, eisini tá ið teir skriva uppgávu. Bókasøvnini eru jú á tremur av tilfari um alt, ið hugsast kann.

Góða eydnu við uppgávuni!

Hvat skal eg skriva um?

Eitt tað fyrsta, sum tú skalt gera, er at velja eitt gott evni til uppgávuna.

Ofta fáa næmingarnir ein lista við evnum, sum lærarin hevur valt, og teir kunnu so velja okkurt av hesum.

Annars er tað altíð eitt gott hugskot at skriva uppgávu um eitt evni, sum tú hevur áhuga fyri.

Men, hav eisini í huga ...
Tað kann meir enn so vera, at tú vilt vita um okkurt, sum tú einki kennir til frammanundan.

Viðhvørt kann tað vera gott ikki at vera ov nógv bundin at tí, sum tú heldur teg vita nakað um.

Tað kann eisini vera stuttligt av og á at velja at kanna okkurt, sum tú ikki veitst so nógv um frammanundan.

Soleiðis velur tú evni
1. Evnið skal sjálvandi hóska til lærugreinina
2. Ger ein lista við evnum, sum hava tí­n áhuga
3. Fá góð hugskot: 
   a) leita á Internetinum eftir upplýsingum
   b) hygg í onkra alfrøði ella handbók og les eitt sindur um evnið, at vita hvat tað snýr seg um 
   c) tosa við vinir og familju
4. Vel evni 

Vanliga eigur evnið ikki at vera ov breitt, men betri er at velja eitt undirevni, fyri á tann hátt at lýsa høvuðsevnið. 

Dømi:
2. heimsbardagi,
Føroyar undir 2. heimsbardaga,
jødatýning,
nasisma,
mótstøðurørslur
o.s.fr.

Nær skal uppgávan latast inn?
Annars er eisini gott at vita, hvussu uppgávan skal vera (eitt nú hvussu nógvar síður o.s.fr.), og nær hon skal latast inn. Skulu tit gera uppgávuna í felag (bólkaarbeiði), so er skilagott at gera eitt arbeiðsbýti: hvør ger hvat?

Hvussu skal uppgávan síggja út?
Spyrjið eisini læraran, um tit til dømis kunnu gera uppgávuna og lata hana inn sum eina heimasíðu, bæði við myndum og teksti. 

Sí­ eisini: Kunngerð um verkætlanaruppgávuna

Hvussu seti eg sjøtul á?

Evnislýsing 
Til tess at gera eina uppgávu áhugaverda hevur tað týdning, at uppgávan kemur við onkrum nýggjum, sigur frá onkrum, sum tú og onnur kunnu taka støðu til/kjakast um aftaná. Eitt evni kann viðgerast meira ella minni neyvt.

Dømi:
Lærugrein: Søga
Høvuðsevni: Kríggj/2. heimsbardagi
Undirevni: Føroyar undir 2. heimsbardaga
Evnislýsing: Dømi um hvørja ávirkan kríggj kann hava á gongdina í einum lítlum landi
Evnisgreining: Hvussu ávirkaði 2. heimsbardagi til dømis viðurskiftini millum Føroyar og Danmark?

Evnisgreiningin er tann spurningurin, sum uppgávan snýr seg um, og sum tú ella tit hava sett tykkum fyri at svara. Og til tess at svara spurninginum mugu tit fáa til vega tilfar: lesa bøkur og greinir í bløðum og tíðarritum, savna hagtøl, kanna, spyrja fólk, taka myndir o.s.fr.

At skriva uppgávu
Vit fáa tíverri ikki hjálpt tykkum við at skriva uppgávuna, tað noyðast tit at gera sjálv. Men eitt gott fyrireikingararbeiði (ein greið evnisgreining, ein góð skipan av uppgávuni (dispositión) og nóg mikið av tilfari) ger tað ofta munandi lættari at skriva eina uppgávu.

Og so eini góð ráð: 
Tað ber ikki til at hava alt í høvdinum. Bíðið tí ikki við at skriva, men byrjið at skriva beinanvegin. Tað ber altíð til at broyta ella strika okkurt, seta saman ella flyta tekst, tá ið uppgávan einaferð skal gerast endaliga liðug.

Hugskot ...
Í Danmark hava tey savnað uppgávur í Studienet.dk. Her skuldi borið til at fingið okkurt hugskot!
Sí eisini: Faktalink ella Student Resource Center 

Arbeiðsgongd 
Arbeiðsgongdin verður tí­ henda: 
1. Evnisgreining 
2. Savna tilfar 
3. Skriva uppgávuna 

Vit hava longu umrøtt evnisgreiningina omanfyri.

At savna tilfar
At lesa bøkur og greinir er bara ein háttur at fáa kunna seg um eitt evni. Tað ber eisini til at lýsa eitt evni við ymsum kanningarhættum. 

Nevnast kunnu: 
• samrøður 
• eygleiðing 
• at savna og greina hagtøl 
• gera royndir (t.d. í alisfrøði)

Hvør tosar?
Tað hevur altíð týdning at meta um, hvussu álítandi og viðkomandi tilfarið, sum tit hava funnið, er.

Spyrjið til dømis:
Hava vit funnið tey nýggjastu tølini, er hetta tann rætta ella tann besta bókin um evnið, hvør er hasin, sum skrivar á Internetinum, hevur hann skil fyri tí, sum hann skrivar um?
Eru upplýsingarnar, sum vit hava funnið, litaðar politiskt, hugsjónarliga, átrúnaðarliga ella á annan hátt?

Niðurstøður
Tað er altíð áhugavert í endanum á uppgávuni í stuttum at siga frá, hvat tit hava funnið útav.
Í hesi uppgávu hava vit víst, at ...
Ein greið niðurstøða ger tað stuttligt at lesa uppgávuna, og tað ber til at vera samd/ur ella ósamd/ur við niðurstøðuna, og hetta kann føra til mennandi kjak.

Keldulisti
Skrivið eisini ein lista við keldum við uppgávuni. Listin kann vera eitt yvirlit yvir tær bøkur og greinir, sum tit hava lisið. Harvið kann lærarin eisini meta, um tit hava dugað nóg væl at leita eftir tilfari.

Tá ið tit gera keldulista, so eiga tit í minsta lagi at upplýsa rithøvund, tittul á bókini/greinini, útgávustað og útgávuár.

Dømi:
Kári Jespersen og Jens Pauli A. Nolsøe:
Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg.
Tórshavn, Føroya skúlabókagrunnur, 2000.

Ella: 
Samrøða við N.N. í (stað) tann 24.12.2012. 18 min

Hvar finni eg tilfar?

Skulu tit finna ella læna bøkur og greinir, sum kunnu brúkast, tá ið tit skriva uppgávu, farið so á bókasøvnini. Bókasøvn eru á flestu stórplássum og skúlum, men annars ber til at fara á ella venda sær til eitt og hvørt bókasavn í landinum. Bókavørðurin hjálpir fegin, tá ið tit skulu finna tilfar til eina uppgávu.

Nøkur bókasøvn eru í Føroyum, sum hava egnar leitiskráir, har til ber at leita eftir bókum, sum søvnini eiga:
- Landsbókasavnið
- Býarbókasavnið

Ella hví ikki senda ein fyrispurning til bókavørðin á:
- Spyr bókavørðin

Góð hugskot - alt tað, sum er uppi í­ tíðini:
- Faktalink
- Student Resource Center

Leita tit eftir hagtølum, so ber til at royna á:
- Hagstovu Føroya

Leita tit eftir føroyskum lógum, so ber til at fara á:
- Lógasavn

Fakportalar
Her eru nakrir sonevndir fakportalar (allir danskir), ið eru savn av leinkjum um ein hóp av evnum, sum skúlanæmingar takast við. Talan er um tilfar, sum er á Internetinum.
- Fagsiderne på EMU

Handbøkur, orðabøkur og greinir
Nøkur bókasøvn og skúlar samstarva um online-hald av ymiskum handbókum, leksika og greinasøvnum á Internetinum. Nøkur av haldunum, sum øll eru savnað á niðanfyri standandi heimasíðu, kunnu einans brúkast ókeypis á hesum bókasøvnum og skúlum. Onnur hald eru opin fyri almenninginum. Kannið eftir her, um tykkara skúli er við í samstarvinum.


Greinar
Leitið eftir greinum í bløðum. Artikelbasen er ein danskur leitigrunnur. Ingenta og Findarticles eru útlendskir leitigrunnar, og tilfarið í hesum grunnum er tað mesta á enskum. Bókasøvnini kunnu sum oftast útvega greinirnar, sum tit hava funnið í hesum leitigrunnum.

- Tíðarrit.fo - Leita eftir greinum í gomlum føroyskum tíðarritum og bløðum
- EBSCO - Greinir á enskum máli í­ einum 2.000 ymiskum tíðarritum (í­ fullum teksti)

Norðurlendsk bókasøvn - leitiskráir:
- Bibliotek.dk - Danskur leitigrunnur
- Bokbasen - Norskt bókasavn

Nøkur orð um leiting

Leitigrunnar
Í flestu leitigrunnum ber til at leita antin í "fríteksti", í ávísum teigi (til dømis eftir rithøvundi ella titli) ella við evnisorðum. Roynið at finna nøkur tíðandi evnisorð, áðrenn tit byrja at leita.

Ætla tit til dømis at skriva um Føroyar undir krígnum, kunnu nøkur týðandi evnisorð vera: Føroyar, kríggj, 2. heimsbardagi, 1940-1945 bara fyri at nevna nøkur.

Minnist til, at tess fleiri leitorð, ið verða sett saman, neyvari verður leitingin, men verða ov nógv leitorð sett saman, kann henda, at tit einki finna. Brúkið tá færri ella onnur leitorð. Ofta er neyðugt at leita eftir tilfari í fleiri umførum.

Kenna tit bókina ella heitið á greinini frammanundan, ber til at leita i hóskandi leitigrunnum at vita, um bókasavnið hevur bókina/greinina. Til ber tá at leita eftir titli, orðum í titlinum ella til dømis eftir navni á rithøvundi.

Kunnið tykkum við leitiskipanina, áðrenn tit fara at leita.

Komið í góðari tíð
Nógv eftirspurdar bøkur eru ofta útlæntar, júst tá ið tit skulu brúka tær. Komið tí í góðari tíð á bókasavnið, tá ið tit skulu hava tilfar til onkra uppgávu.

10-tals-skipanin - flokking
10-tals-skipanin (DK5) er ein skipan við evnisorðum, har tøl, sum vísa til eitt evni, verða sett á bøkurnar, sum standa á bókasøvnunum.

Í skipanini eru 10 høvuðsbólkar:
00-09 Almenn og blandað rit
10-19 Heimspeki, sálarfrøði og edv
20-29 Átrúnaður
30-39 Samfelagsfrøði, frálæra, mentan og fólkaminni
40-49 Landalæra og ferðasøgur
50-59 Náttúrufrøði og støddfrøði
60-69 Yrkisgreinir (vinna og handil, fiskivinna), handarbeiði, læknafrøði
70-79 List og ítróttur
80-89 Bókmentir og mál
90-99 Søga og ævisøgur

Dømi har høvuðsbólkurin "40-49 Landalæra og ferðasøgur" verður býttur upp:

40 Landalæra og ferðasøgur yvirhøvur
41 Evropa yvirhøvur
42 Frakland
43 Bretland / Írland
44 Týskland / Eysturríki / Ungarn / Kekkia / Slovakia
45 Norðurlond 
45.4 Føroyar
45.47 Einstakar føroyskar bygdir og býir
46 Danmark
47 Onnur lond í Evropa
48 Aðrir heimspartar
49 Póllondini

Dømi: Hevur ein bók fingið talið ella floksmerkið 45.4 knýtt at sær, so er hetta ein bók, sum snýr seg um føroyska landalæru. Ein onnur bók, sum hevur fingið talið ella floksmerkið 95.4 knýtt at sær, er ein bók um føroyska søgu, og soleiðis kundu vit hildið fram. Óneyðugt er at minnast tølini, tí innihaldsyvirlit til 10-tals-skipanina er til taks á bókasøvnunum. Leggið eisini til merkis, at bøkurnar á bókasøvnunum vanliga verða settar á hillina eftir floksmerkinum.

Lítla gullbókin um keldukritikk
Keldusavn / EndNote