Tvær framsýningar

21. mai 2024

Tjóvstarta mentanarnáttina á Landsbókasavninum fríggjadagin 7. juni

Á Landsbókasavninum eru vit so heppin at hava 60 myndir, sum danska listakvinnan Flora Heilmann hevur gjørt. Flora Heilmann búði í Ónagerði á Viðareiði árini 1896-1906, meðan maður hennara var prestur har.
Myndirnar á framsýningini eru allar málaðar í tíðarskeiðnum 1903-1931, og tær eru partur av eini gávu, sum Flora Heilmann gav Landsbókasavninum í 1931. Myndirnar vísa okkum ta gomlu føroysku húsabyggingina og gomlu føroysk bygdarløg. Myndirnar hava fingið nýggjar rammur og eftir rúma tíð, eru myndirnar komnar at hanga í okkara Florustovu, har almenningurin ikki dagliga hevur atgongd. Tann 7. juni lata vit tó dyrnar upp fyri øllum áhugaðum.

Í forhøllini sýnir høvundurin og listafólkið Rakel Helmsdal fram. Henda framsýning lat upp tann 19. februar og stendur uppi til hálvan august í ár. Framsýningin, sum ber heitið Dreymsmiðjan, er ein prosessframsýning við verkum um at smíða dreymar. Her eru fyrst og fremst verk, har samband er millum tekst og mynd, antin tekstir, sum koma av myndum ella myndir, sum koma av tekstum, ella myndir og tekstir, sum eru risin upp úr somu tankasamanrenningum. Tað eru stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingar og sjónleikir, listagrafisk prent og trývíddarverk. Elsta verkið er Veiða vind og Toran gongur tað nýggjasta, meðan leikurin Dreymsjóneyka er eitt verk í gerð.

Til ber at vitja framsýningarnar, meðan bókasavnið er opið.

Á mentanarnáttini, fríggjadagin 7. juni er opið frá kl. 8.30 til 17.00

- Hjartaliga vælkomin.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Atgongd til yvir 7.000 bløð og tíðarrit úr øllum heiminum

Bókasøvn kring landið bjóða tær nú at lesa yvir 7000 túsund bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Vit hava teknað hald til PressRead… Les meira »


07. november 2025
Yrkingin í novembur

Týsdagin 21. oktobur varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri savnið Svørt orkidé. Í h… Les meira »


01. november 2025