Tíðindi
Grundlógin 175 ár
Støkk inn á gólvið og síggj eina framsýning um grundlógina, sum í ár fyllir 175 ár.
Vit hava funnið ymiskt tilfar fram um grundlógina, t.d. bøkur, men eisini forvitnislig úrklipp og greinar úr føroyskum bløðum.
Grundlógin varð undirskrivað 5. juni 1849 av Fríðriki VII kongi. Áðrenn hetta var kongalógin frá 1665 galdandi. Við grundlógini bleiv danska kongaríkið til eitt avmarkað monarki (konstitutionelt monarki) og einaveldið var avtikið. Bert fýra ferðir eru broytingar gjørdar í grundlógini, m.a. í 1915 tá kvinnur og tænastufólk fingu valrætt.
Framsýningin stendur frammi frá í dag, grundlógardag, og mánaðin út.
G.G. Í dag er bert opið til kl 12. Annars er opið sum vanligt.
Seinastu greinar
Vegna fakligan starvsfólkadag er Landsbókasavnið stongt fríggjadagin 6. novembur 2026. Vinarliga haldið okkum til góðar. Les meira »
Fríggjadagin 30. oktober varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Sóleyg Kjærbæk og Alis Joensen hava havt 25 ára starvsda… Les meira »